Rundferðin hjá Norrønu til Danmarkar og aftur um vikuskfitið gjørdist ein rukkutúrur uttan líka. Smyril Line eigur stóran part av ábyrgdini. Men foreldrini at teimum ungu og ungdómarnir sjálvir eru heldur ikki uttan skuld, sigur Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi hjá Smyril Line.
Søgurnar, sum ganga eftir túrin hjá Norrønu í Hanstholm um vikuskfitið, eru nógvar og ógvusligar. Men sumt er satt kortini, sigur Kári Durhuus. Fólk bóru seg at sum svín umborð, sigur hann. Tað var uttan fyri alt mark, sum fór fram, og skipið sá út sum ein køstur, tá komið var aftur til Havnar.
Einki beinleiðis herverk varð tó framt umborð, sigur Kári Durhuus. Fólk frá Smyril Line gingu skipið náreiniliga ígjøgnum fyri at kanna, hvussu út sá. Og tað var ikki tespiligt. Men kortini verður helst ikki send rokning til ferðafólkini hóast alt fyri upptøku av óhumskuni, sigur hann.
Kári Durhuus sigur, at hann frá fólki í Hanstholm hevur frætt, at dønum dámdi sera illa atburðin, fólk vístu, tá tey fóru í land og mestsum hersettu stórcentrið í Hanstholm. Í Føroyum ganga søgur um, at herverk varð framt á staðnum. Men hesum vísir umsjónarmaðurin í Hanstholm Storcenter aftur.
Hann sigur við Sosialin, at har var nógv fólk inni. Og sum vanligt er, tá nógv ungfólk koma saman, er lagið gott. Onkur hevur mist onkra fløsku, sigur hann, men at nakað herverk er framt ella nakað sovorðið, kennir hann einki til.
Tó letur hann heilsa og siga, at har liggur einn skinnjakki, sum hann ikki kennist við. So um okkurt av ferðafólkunum á Norrønu saknar ein slíkan, kann hann fáast frá Hanstholm Politi, har umsjónarmaðurin ícentrinum hevur lagt hann.
Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi hjá Smyril Line, ásannar, at tað var lítið hugsað av Smyril Line at lýsa ferðina soleiðis, sum gjørt varð. Men hann vísir kortini pørtum av ábyrgdini fyri gongdini frá sær.
Tað eru foreldrini at hesum ungu, sum lata tey fara. Og so eiga tey ungu eisini sjálv at duga so mikið av fólkaskikki, at tey ikki bera seg soleiðis at úti hjá fremmandum, sigur hann.
Spurdur um hann ikki heldur, tað vera í so bíligt av Smyril Line at leggja ábyrgdina frá sær soleiðis, sigur hann, at tað ger felagið heldur. Men Smyril Line vil heldur ikki átaka sær alla skuldina fyri tað, sum hent er.
Tá hildið verður upp fyri honum, at ungfólk undir 18 ár, sum við vóru, siga seg hava keypt rúsdrekka sum teimum lysti umborð, verður svarað, at tað er eitt mistak, um so er. Heldur ikki vil hann gera viðmerkingar til tað, ugnfólkini siga um, at sum út leið á túrinum hækkaði prísurin í barrunum. Tað leiðir hugsanina inn á, at nú skuldi tað seinasta vindast úr hesum fólkunum. Tað sigur fjølmiðlaráðgevin hjá Smyril Line seg einki kenna til.
Kári Durhuus viðgongur blankt, at tað var eitt mistak at lýsa við ferðini, sum gjørt varð, og at kanska skuldi aldursmark havt verið sett á. Hann væntar ikki, at hendingin fer at fáa nakrar fylgjur fyri tey, sum skipað hava fyri.
Men hann tykist púra avgjørdur í, at slíkt verður ikki endurtikið.