Hvussu fáa vit eina tryggari lufthavn í Føroyum?

Tey ræðandi tíðindi, sum gjøgnum árini hava verið um Vága Lufthavn skuldi verið nóg góð grund til, at okkara mydugleikar í lufthavnsmálinum muga saðla um og taka trygdina av flogførum og ferðafólki, sum lenda og lætta í Føroyum í álvara

Tá kannað verður, hvussu løtt, trupul ella vandamikil ein lufthavn er fyri flogfør at koma til og fara frá, so er tað eitt kanningararbeiði, sum eigur at vera gjørt av serkønum og óheftum fólki.

Vága lufthavn er civil lufthavn t.v.s. til freðamannaflogfør, trafikkflogfør á fakmáli. Til ferðamannaflutning á sjónum á landi og í luftini eru størstu trygdarkrøv galdandi í okkara parti av heiminum.

Í samband við flúgving upp á Vága Lufthavn, eru fleiri vanlukkur hendar og uppaftur fleiri næstan vanlukkur, síðani ferðamannaflúgving tók seg upp. Nevndu heiti eru á flogmáli, í heilt stuttum soleiðis: Tá flúgvari kemur illa fyri, og fólk doyggja, kallast tað vanlukka. Tá flúgvari kemur illa fyri, og fólk ikki doyggja kallast tað næstan vanlukka. Baði hesi sløg av vanlukkum vera mettar nærum eins. Sjálvasagt blíva fleiri onnur benevnillsi brúkt, tá so er. Fólk, flúgvari og annað kemur jú ofta til skaða bæði tá vanlukkur og næstan ólukkur henda.?Er Vága Lufthavn við sínum uttara umhvørvi ein vandamikil lufthavn, og at lufthavnsmálið kanska er blivið so politiskt, soleiðis at politikararnir, nú útbygging er á skránni, ikki hætta sær at saðla um og byggja lufthavn á sikrari stað, so er at siga sum er. Eg undirritaði, haldi tað vera best at kanningar verða gjørdar soleiðis, at Vága Lufthavn kann vurderast. Tað er kanska ikki annað enn rætt og rímuligt at fólkið í Føroyum, Danmark og í útheiminum, sum ætla at ferðast um hesa lufthavn fáa møguleika at kunna seg um, hvønn status Lufthavnin - okkar einasta – hevur í trygdarhøpi.

Eg vil halda, at tíðin er komin hartil, at staðfestast má, hvørjum trygdarstøði Lufthavnin er á, og at tað er Landsstýrið sum ognari av bæði floghavn og flúgvarum, ið setur eina rannsóknarnevnd sum í fyrsta lagi skal finna fram og telja allar skaðar saman, sum eru hendir í lufthavnini, nærumhvørvinum og uttara umhvørvinum.

Upp í uttara umhvørvi teljast her: Mykines, Tindholmur, Vágoyggj í vestri, Sørvágsfjørður, øki, fjøll og berg norðan fyri og sunnan fyri fjørðin.

Upp í innara umhvørvi telist: Innari partur av Sørvágsfjørði, fjøll og berg norðan fyri og sunnan fyri fjørðin, lufthavnsøki/flogbreyt og fjøll/berg runt fufthavnina.

Tað er í hesum omanfyri nevndu økjum, at ransóknarnevndin skal finna tær sokallaðu vanlukkur og næstan vanlukkur, sum hendar eru í samband við Vága Lufthavn.

Í øðrum lagi skal rannsóknarnevndin bara kanna og telja saman, hvussu mong flogfør, sum eru komin og farin um lufthavnina. Hetta kallast frekvens, -títtleiki. Tað er stutt og greitt talið av flogførum um lufthavnina í mun til vanlukkurnar, sum eru bestemmandi fyri, hvussu vandamikil ein lufthavn er.

Landsstýrið eigur ikki at gloyma tey, sum farin eru á henda hátt og tey sum skadd blivu. Vanlukkurnar eru hendar við fleiri flogførum og fleiri helikoptarum. Øll vóru tey kanska úr báðum londum, Føroyum og Danmark. Tey vildu náa lufthavn og land okkara, tað gjørdu tey ikki, í stað liðu tey “En brat og voldsom død” og onnur illa løstað.

At byggja flogbreytina út í Vágum er kanska eitt váðaverk, tí stór flogfør skapa stórar vanlukkur, um tað gongur galið.

Fólk snakka um mjørka og turbulens. Her er munurin bókstaviliga sum nátt og dagur, mjørkan síggja vit, men turbulensin, sum er tað farligasta, síggja vit ikki.

Hotell og onnur gremja seg um at minkandi turisman er ein katastrofa. Tað hevur helst fleiri grundir. Kanska liggur ein av teimum í Vága Lufthavn. Til dømis kundi franska landsholdið, heimaftur komið, boðað sínum landsmonnum og øðrum frá, at tað var meira lukkan enn føroyska forstandið, sum gjørdi, at teir ikki komu heimaftur í trækassa.