Á tann deiliga Keypmannahavn...

Skerpikjøt, , andaligt møti fyri summi, ein køld føroysk øl til onnur. Tað hoyrir ólavsøkuni til. Men fyrst og fremst hoyrir Havnin ólavsøkuni til - hon er ikki tann sama uttan. Hinvegin er ólavsøkan á Norðurbryggjuni eitt frálíkt høvi at vísa umheiminum hvørji vit eru, og er sera hugnalig at fara til

Marjun Dalsgaard
???????????
Føroyingar, ið eru burturstaddir 28. og 29 juli munnu hugsa serliga nógv um klettarnar hesar báðar dagarnar. Men í ár vóru ráð fyri tí, um heimlongsulin gjørdist ov tungur at bera - í øllum førum, var tú stødd í danska høvðusstaðnum. Ólavsøka varð fyri fyrstu ferð í ár hildin við kappróðri, popkorni og midnátt-arsongi í Keypmannahavn. Tað var ikki tað sama uttan Havnina, men samanumtikið eitt frálíkt tiltak, ið vónandi verður endurtikið.
Tað var forkunnugt og vakurt at síggja føroysku kappróðrarbátarnir kappast í sólini við Nyhavn í bakgrundini. Á Bryggjuni var høvi at keypa ballónir, breyð við føroyskum viðskera og eina føroyska øl - eina tú kundi drekka úti - og ólavsøkuveðrið var nokk av tí besta, ein kundi ynskja sær. Kvinnur vóru í føroyskum búna og Kristna-stova hevði sangløtu inni á Norðurbryggjuni. Kappróðurin úr Føroyum hoyrdist, frá einum hátalara og rættu-liga nærverandi gjørdist ólavsøkan, tá úr-slitini komu, og fólk, sum vóru komin saman á Bryggjuni, fegnaðust harðmælt um vinnararnar í Føroyum. Midnáttarsangurin, sum var 28. juli, endaði við einum stórsligum fýrverkaríið og ólavsøkugestirnir hildu síðan inn á Bryggjuna at svinga til dansitónleik við BE4 við Kristinu Heldarskarð, Ian Onghamar, Jan Petersen og Axel Eystur-stein.
29. var konsert við Stanley Samuelsen, Sámal Ravnsfjall, Hanus G. Jo-hansen, Petersen-Olsen-Lawaetz trio og Týr.
Fjølmentað ólavsøka
Eftir at kappróðarbátarnir við føroyskum, íslendskum, grønlendskum og donskum fløggum høvdu róð uppvísiningsróður og lagt seg við bryggjuna til skotska framførslu av sekkjapípuspæli, helt leiðarin á Sendistovu Føroya, Tryggvi Johansen setunarrøðu, har hann millum annað tosaði um, at tiltakið er ein gamal dreymur hjá føroyingafeløgunum í Danmark. At skipa fyri kappróðuri í kanalunum í Keyp-mannahavn er ikki bara sum at siga tað, og hóast lovað varð, at havnarbuss-arnir skuldu sigla varliga, eydnaðist tað ikki heilt at halda óviðkomandi burtur. Hetta órógvaði róðurin eittsindur, men hetta mátti so takast við hesu ferð - vónandi finst ein loysn komandi ár.
Tríggir róðrar vórðu. 6-mannafør við kvinnum, 6-mannafør við monnum og 10-mannafør, og vóru bæði føroyingar, danir og grønlendingar umboðaðir. Umframt ólavsøkugestirnar á Bryggjuni vóru nógvir forvitnir áskoðarir á Knippelsbro, har starturin var, eins og nógv fólk steðgaðu á at hyggja í Nyhavn, sum liggur beint yvirav Norðurbryggjuni. Um kvøldið kom lokala sjónvarpið, TV2 Lorry á vitjan og við eitt tóktist endamálið við Norðurbryggjuni at standa sera klárt - nevniliga at styrkja norðurlendska samleikan og markera okkum sum tjóð. Norðurbryggjan er umframt at vera ein karmur um okkara mentunarlív uttan iva ein pallur í hjartanum í Keypmannahavn, har vit kunnu sýna okkara mentan fram og kveikja áhuga fyri okkara landi.
Afturvendandi tiltak
Hóast føroyingar í Keypmannhavn halda ólavsøku, ger restina av býnum tað sjálvsagt ikki, og umframt trupuleikan við, at fáir føroyingar eru niðri á ólavsøku, ávirkaði tað eisini tiltakið, at tað fall á tveir gerandisdagar. Fólk, sum skuldu rógva, kundu ikki, tí tey vóru til arbeiðis, eins og kvøldini endaðu tíðliga tí tey flestu skuldu til arbeiðis næsta dag. Tó var tiltakið væleydnað og verður uttan iva endurtikið, sigur Martin Fjallstein, dagligur leiðari av Føroyahúsinum í Keypmannahavn, ið hevur verið ein drívmegi aftanfyri ólavsøkuhaldið á Bryggjuni.
Úrslit frá róðrunum
Menn:
1. Knørrur
2. Arkin (Neystið)
3. Grønland

Kvinnur:
1. Knørrur
2. Kagså (Neystið)
3. SAS báturin, Danmark

10-mannafør:
1. Vágbingur (Neystið)
2. Tvørábáturin