viðkomandi er í sum ein av mongum avvarðandi. Í samrøðum við Annlis Bjarkhamar hevur hesin makin greitt frá sínum upplivingum í eini støðu, sum triði hvør føroyingur einaferð í lívinum kemur at standa í. Bóklingurin [...] Vónað verður, at broytingar fara at verða gjørdar í umstøðunum hjá hesum bólkinum ið mest hevur verið merktur av tabu, tøgn og tutli í krókunum. Seinnapartin í dag var fundur við politiska myndugleikar um, [...] tað er í lagi at vera avvarðandi. - Teirra hægsta ynski var kortini tað, at tey fáa onnur at skilja og hjálpa einum menniskja við sálarsjúku! Grannar í SMS Eitt eru tey avvarðandi sum eru komin upp í árini
álvaran í herferðini hjá felagsskapinum. Sosialurin skilur, at fólk í oljuvinnuni taka vaksandi virksemi há Greenpeace á Atlantsmóti í stórum álvara, tí júst hetta økið hevur so stóran týdning í leitingini [...] Greenpeace í Bretlandi hevur tikið Rokkin ella Rock-all. Hetta henda gjáramorg-unin. Ein tyrla setti trý fólk niður á einsamalla klettin í Norðuratlantshavi í einum yvirlivilsishylki. Sue Cooper, pres [...] kampanjuleiðara hjá Greenpeace í Danmark herfyri og segði hann, at atgerðirnar og kampanjan hjá Greenpeace í Bretlandi hevði einki við føroyska økið ella Føroyar at gera! -Kampanjan í løtuni leggur seg eftir
forseti í ÍSF, nú tað er komið fram, at Fótbóltssambandið í løtuni ikki hevur hug at ganga undir kollektivu avtaluna um ítróttarfrásagnir við Kringvarpið, sum nú skal endurnýggjast. Í blaðnum í gjár førdi [...] breiddina í ítróttini fram, soleiðis at eisini smærru ítróttargreinarnar hava krav upp á profilering. - Og í hesum er tað sjálvsagt, at vit á ongan hátt kunnu lata partarnar fara í hvør sína ætt í sjálvdrátti [...] førdi Jógvav Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, fram, at um FSF ikki vildi vera við í samráðingunum, so var tað teirra mál. Og at Kringvarpið framvegis er í samráðingum við ÍSF um rættindini til at senda
var tað. Eisini við tí í huganum, at lítlubeiggjarnir á U17-landsliðnum longu hósdagin, høvdu hála ein sigur heim í teirra dysti móti Íslandi, so var ein sigur eitt krav. Skoraðu í fyrsta álopinum Vanliga [...] ein vátan vøtt í andlitið, tá íslendingar skoraðu í sínum fyrsta veruliga álopi. Føroyingar svaraðu tó skjótt aftur, og nakrar minuttir seinni stóð jøvnum 1-1. Føroyar fingu hornaspark í vinstru síðu, og [...] klárir. Skoraðu í síðstu løtu Tá so føroyingar ikki taka av tilboðunum, tá tað stendur teimum í boði, er tað, at liðið verður revsað. Bert tríggjar minuttir fyri leiklok fara íslendingar í eitt kontra álop
undrað áhoyrarum í Felagssalinum á Christiansborg, og salurin var stúgvandi fullur. Afturat teimum trimum fólkatingslimunum í Norðuratlansbólkinum, sótu floksformenninir hjá teimum í pallborðinum, og [...] orðaskiftið Lítil ivi er um, at júst hendan samansetingin, at tað bert vóru umboð úr flokkunum í Norðuratlantsbólkinum, sum umboðaðu Føroyar og Grønland, merkti orðaskiftið. Longu í innleiðandi røðu síni, vísti [...] greitt frammanundan, at luttakararnir í pallborðinum halda lítið um tann leistin, ríkisfelagsskapurin er innrættaður eftir í dag. Og somu niðurstøðu hava flestallir flokkar í tí sokallaða ríkisfelagsskapinum
og vegna eina fullsamda nevnd í Eldrafelagnum Borgini í hesum máli Tað er rætt, sum sagt er í yvirskriftini í Sosialinum í gjár 6. mars, »Tað er misljóð millum pensjónistarnar«. Vit mugu bara staðfesta: [...] Poulsen og Jacobina í Lambanum. Øll landsnevndin hevur verið limir í Eldrafelagnum Borgini ? uttan at hava mótmælt. Símun Pauli Poulsen og Jacobina í Lambanum eru framvegis limir í okkara felag. Og eru [...] framvegis at verða tað, her vit øll arbeiða í sátt og semju í einum mennandi og uppbyggjandi felagsskapi. Vit kunnu framvegis ávísa, at viðtøkur og mannagongdir í landsfelagnum ikki verða fylgdar. Vit kunnu
høvdu góðar støður í byrjanarspælinum, men í miðspælinum komu John og Kári fyri seg og vunnu at kalla trygt. Trupulleikin í fjør hjá vestmenningum, var at aftaru borðini vóru ov óstøðug. Í ár hava teir vera [...] talv við svarta fólkinum móti Shirov. Ponomariov sum í okt. 2000 leikti í Føroyum í 3rd Tórshavn International, hevur nú av álvara bitið seg fastan í heimselituni við hesum úrslitið. Endaliga støðan Kasparov8 [...] bleiv úrslitið í sjálvari FM-lðikappingini í 1. deild, at tvey lið endaðu jøvn á fyrsta plássi, klaksvíkingar og vestmenningar. Umdystur bleiv tí neyðugur. Hesin var avgreiddur leygardagin í Kommunuskúlaauluni
Tá Ingálvur málaði stóra málningin í Løgtinginum, sum hongur í suðurendanum oman fyri formanspallin, sum kom upp í sambandi við 150 ára hátíðarhaldið hjá Løgtinginum í 2002, fylgdi Kári eisini tilgongdini [...] Hósdagin letur hann upp framsýning í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Hann sýnir fram eldri málningar, sum allir eru málaðir fyri 2010. Hetta eru málningar, sum hann hevur havt á framsýningum fyrr, men sum hann [...] hóast hann hevur málað í hálva øld. – Eg minnist væl mín fysta oljumálning, sum eg málaði sum 10 ára gamal. Hann gav eg abba mínum í jólagávu – og hann eigi eg nú og havi hann í atelierinum hjá mær, greiðir
til endaliga úrslitið, 2-2, við júst einum brotssparki. Úrslitið í Hvalba merkir, at FC Suðuroy er trý stig framman fyri TB, men júst javnleikurin gjørdi, at AB við sigri í sínum dysti kundi halda seg framat [...] út til, at skálamenn liggja og lúra nakað aftanfyri. Í gjárkvøldið var fult umfar í næstbestu mansdeildini, og har vóru tað fyrst og fremst teir í AB, ið fingu nakað burturúr, tí við heimasigri á NSÍ [...] missa sítt næstbesta manslið niður í triðbestu deildina, ella um okkurt av lægru fyrstuliðunum kemur í trupulleikar. Jøvn toppuppgerð Stóri toppdysturin var spældur í Hvalba, har TB tók ímóti FC Suðuroy
Svangaskarði í gjár. Í leikaratunlinum í felagshúsinum hálsfevndust toftamenninir, meðan gestirnir úr HB fóru beina leið inn í skiftirúmið. Sigursrøðin hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum stegaði í gjár, tá tað [...] at bjóða. Verjuparturin hjá toftamonnum var lítið sannførandi í løtum, og serliga Jákup á Borg var ofta spældur ígjøgnum í vinstru. Men júst sum allar atsóknirnar hjá HB, so manglaði neyvleikin. Andrew [...] slapp í gjøgnum í vinstru. Hann legði bóltin fyri føturnar á framherjanum, sum var staddur á fimm-metra markinum, men Vlada Filipovic vardi fyri royndini. B68 hevði onga roynd á málið hjá gestunum í fyrra