Talv
Eftir eitt langt og spennandi kappingarár, bleiv úrslitið í sjálvari FM-lðikappingini í 1. deild, at tvey lið endaðu jøvn á fyrsta plássi, klaksvíkingar og vestmenningar. Umdystur bleiv tí neyðugur. Hesin var avgreiddur leygardagin í Kommunuskúlaauluni Havnini. Fitt av fólki fylgdu við gongdini í hesum serliga gullumdysti.
Greiður óvæntaður sigur
Undan gullumdystinum vórðu klaksvíkingar mettir sum favorittar. Serliga á aftaru borðunum bleiv væntað at klaksvíkingar fóru at gera sær dælt, meðan Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe á ovastu borðunum høvdu tyngri uppgávur móti ávíkavist IM John Rødgaard og Torbjørn Thomsen.
VT ? KTF 3-1
IM John Rødgaard ? Ólavur Simonsen 1-0
Torbjørn Thomsen ? Rani Nolsøe 0-1
John Jacobsen ? Steintór Rasmussen 1-0
Kári Durhuus ? Tummas M. Anthoniussen 1-0
Tað varð tó júst aftaru borðini sum avgjørdi dystin. John og Kári vóru kanska meiri uppsettir, tí teir telvaðu væl og vunnu uppiborið teirra talv móti Steintóri og Tummasi Martin, sum annars hava havt eitt sera væleydnað kappingarár. Báðir vóru ósigraðir undan dystinum.
Bæði Steintór og Tummas Martin høvdu góðar støður í byrjanarspælinum, men í miðspælinum komu John og Kári fyri seg og vunnu at kalla trygt.
Trupulleikin í fjør hjá vestmenningum, var at aftaru borðini vóru ov óstøðug. Í ár hava teir vera sera støðugir og júst hetta hevur avgjørt FM-heitið í ár.
Mundi tapt uppá tíð
Talvið millum John Rødgaard og Ólavur á fyrsta borði bleiv sera dramatiskt tað einu løtuna. Rødgaard hevði betri støðu, og hevði hampuliga góða tíð. Men við eitt brúkti hann nógva tíð uppá tann eina leikin, og hevði bert eitt sekund at leika síðsta leikin innan fyrstu fjøruti leikirnar. Hetta kláraði Rødgaard í evstu løtu, og fekk hann tá ein tíma til tjúgu leikir at avgreiða fyrimunin. Og hetta megnaði hann.
Einasti á vestmannaliðnum sum tapti varð Torbjørn Thomsen. Hann hitti Rana Nolsøe, og mangan hava teir sitið við áhugaverdum støðum. Ringt var framanundan at meta um hetta úrslit. Rani hevur ikki havt eitt gott kappingarár, og ætlaði hann tí at enda kappingarárið við manér, meðan Torbjørn hevur telvað hampuligt hendan veturin og er altíð støðugur.
Tað skuldi tó vísa seg at Rani telvaði væl, og vann eitt snøgt talv, har Torbjørn ongantíð kom rættiliga inn í talvið.
3-1 til Vestmanna Talvfelag, og eru sostatt føroyameistarar 2001/2002. Hjartaliga tillukku við tí!
Seinast vestmenningar vunnu FM var heilt afturi í 1992 (Tá mannaðu eitt nú John Rødgaard, John Jacobsen, Petur Højgaard og Niels O. Durhuus liðið) og kenna vit teir rætt, so ætla teir sanniliga ikki at bíða heili 10 ár til næsta FM-heitið.
Spurningurin er nú um vestmenningar eisini koma at eiga einstaklingaføroyameistaran í ár. FM verður sum kunnugt í Sandavági, og føroyameistarin John Rødgaard ætlar sær at endurvinna heitið frá í fjør. Sí www.faroechess.com viðvíkjandi tekning til FM.
Til ber enn at tekna lið til ungdóms- og barnakappingina sum verður leygardagin í Gøtu, við at venda seg til Reinhold Isaksen á reinhold@post.olivant.fo, ella telefon: 44 17 53 / 26 10 06. Seinasta freist at tekna seg er í kvøld, týskvøldið kl 21.00.
Enn ein kappingarsigur
Heimsins besti telvari í løtuni, Garry Kasparov, vann sína 10. kapping á rað, tá hann sigraði framanfyri Ponomariov, Adams, Ivanchuk, Anand, Vallejo og Shirov í Linares. Kasparov vann fýra talv, og leikti heili átta javnleikir í hesari dupultkapping. Undan næstseinasta talvinum, var Ponomariov við hansara lið, men Kasparov vísti ungu leyvini at enn kann eingin taka seg framum seg, og vann hann eitt sera flott talv móti Ponomariov. Ì seinasta umfarinum hevði javnleikur verið nóg mikið hjá Kasparov, men hann vildi meira og vann eitt skjótt talv við svarta fólkinum móti Shirov.
Ponomariov sum í okt. 2000 leikti í Føroyum í 3rd Tórshavn International, hevur nú av álvara bitið seg fastan í heimselituni við hesum úrslitið.
Endaliga støðan
Kasparov8 / 12
Ponom.6,5
Ivanchuk6
Anand6
Adams6
Vallejo5
Shirov4,5