Misljóð millum pensjónistar

og vegna eina fullsamda nevnd í Eldrafelagnum Borgini í hesum máli
Tað er rætt, sum sagt er í yvirskriftini í Sosialinum í gjár 6. mars, »Tað er misljóð millum pensjónistarnar«. Vit mugu bara staðfesta:
- at feløgini ongan roknskap hava fingið frá landsfelagnum 2001 (uttan tann ið stóð í Sólsetur)
- at eignin fundarfrágreiðing er komin til limafeløgini
- at viðtøkurnar, sum komu í gildi 18. mai 2002, ikki eru fylgdar
- at Eldrafelagið Borgini verður noktaður almennur stuðul, sum landsfelagið umsitur
- at Tómas Tómasson, formaður landsfelagsins vil ikki boða Eldrafelagnum Borgini til fundar, vegna tess, at hann væntar bert illstøðu av Ditleif Eldevig
- at Tómas Tómasson sigur, »at grein trý sigur, at felag, sum ikki heldur viðtøkur Landsfelagsins, kann koyrast úr felagnum. Okkara viðm., at vit hava hildið viðtøkur landsfelagsins. Sí viðtøkurnar.

Grein 3 sigur »Roknskap ella limalista«! Limalisti er innsendur. Men Eldrafelagið Borgin vil ikki finna seg í, at roknskapurin skal góðkennast, og tað er júst tað málið snýr seg um.
Vit hava:
- Eina nevnd, sum góðtekur roknskap okkara
- Grannskoðarar, sum grannskoða okkara roknskap
- Ein aðalfund, sum er hægsta vald felagsins, sum endaliga skal góðkenna roknskapin.

Eingin landsnevnd skal góðtaka ella góðkenna okkara roksnkap.
Tómas Tómasson, sum hevur verið limur í okkara felag og hevur bæði fingið roknskap og broyttar viðtøkur, sum ikki eru í stríð við viðtøkur landsfelagsins.
Sama hava eisini hini tvey, sum umboða landsfelagið, Símun P. Poulsen og Jacobina í Lambanum. Øll landsnevndin hevur verið limir í Eldrafelagnum Borgini ? uttan at hava mótmælt.
Símun Pauli Poulsen og Jacobina í Lambanum eru framvegis limir í okkara felag. Og eru tey sjálvsagt vælkomin og kærkomin til framvegis at verða tað, her vit øll arbeiða í sátt og semju í einum mennandi og uppbyggjandi felagsskapi.
Vit kunnu framvegis ávísa, at viðtøkur og mannagongdir í landsfelagnum ikki verða fylgdar.
Vit kunnu eisini staðfesta, at uppskot okkara verða »koyrd í skrell«, sambært formanninum í landsfelagnum.
Ikki øll fáa orðið á landsfelagsfundum. Einki verður skrivað, okkum vitandi ? vit hava ongar fundarfrásagnir.
Lógir og reglur felagsins hava ikki verið fylgdar, tá tað snýr seg um atkvøðugreiðslu á aðalfundi.
Hetta er okkara nevnd full samd um, og vit kunnu eisini staðfesta, at so er.
Í roknskaparárinum 2001 fingu limafeløgini ongan pening av tí almennu játtanini.
Misnøgdin hevur verið, og er stór millum limafeløgini, um hesa støðu og øll limafeløgini mugu nú bara staðfesta, at rætturin hjá nevndunum í limafeløgunum er frátikin teimum. Og at nú hava bert limirnir í teim ymisku lokalfeløgunum atkvøðurætt, um tey koma á fund. Her er talan um limir ? ikki nevndarlimir. Rætturin til fulltrú er eisini tikin frá øllum lokal-limunum. Einans tey, ið møta til aðalfund í Havn, hava atkvøðu (umleið 100 av umleið 1000 limum). Hetta er júst tað vit hava mótmælt og tí ikki undirskriva viðtøkurnar og sum vit nú eru leys av, í og við, at vit ikki hava bundið okkum, meðan øll hini 13 limafeløgini eru niðurbundin.
Hesa støðu hava tey 13 limafeløgini góðtikið, og tað mugu tey so bara liva við.
Vit fáa einki gjørt við hetta. Og vit hava heldur einki ímóti at lata inn roknskap og viðtøkur, til kunningar, men nokta fyri at lata roknskap inn til góðkenningar. Kann landsfelagið ávísa, at okkara viðtøkur stríða móti viðtøkum landsfelagsins, er landsfelagið vælkomið til at ávísa tað, og vit vilja sjálvandi broyta tað, um so er.
Tómas, Símun Pauli og Jacobina hava jú roknskap og viðtøkur hjá Eldafelagnum Borgini.
Til seinast skal eg boða frá, at eg ikki møti upp til landsfelagsfund og heldur ikki til felagsnevndarfund hjá landsfelagnum ? sum støðan nú er ? fyri ikki at illstøða skal standast av tí millum limirnar, sambært Tómas Tómasson.