Hevði sína fyrstu framsýning sum 17 ára gamal

Kári Svensson sýndi fyrstu ferð fram í rammubúðini hjá Andor Eirikstoft í Fransabrekkuni í Havn fyri næstan hálvari øld síðani – tá var hann 17 ára gamal.

Hósdagin letur hann upp framsýning í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Hann sýnir fram eldri málningar, sum allir eru málaðir fyri 2010. Hetta eru málningar, sum hann hevur havt á framsýningum fyrr, men sum hann hevur goymt sær at hava til íblásturs.

– Eg havi valt mær hesar at hava í atelierinum til íblástur, so eg kundi brúka júst hendan ávísa málningin, til eg havi fingið tað burtur úr honum, sum eg einaferð kundi fáa, sigur Kári Svensson.

– Nú føli eg, at eg havi fingið tað burtur úr teimum, sum eg kundi fáa, so hví ikki stilla teir út enn einaferð at vita, um onkur annar kann fáa gleði av teimum, sigur listamálarin.

Tað serliga við hesi framsýningini er, at málningarnir ikki hava nakran fastan prís.

– Tað vil siga, at fólk kunnu siga mær, hvat tey vilja keypa ymsu málningarnar fyri, so kann eg siga »ja« ella »nei«, sigur Kári Svensson.

– Hetta er sum ein slags uppboðssøla, leggur hann afturat.

##med2##

Seinastu 30 árini hevur Kári Svensson málað burturav, hóast hann hevur málað í hálva øld.

– Eg minnist væl mín fysta oljumálning, sum eg málaði sum 10 ára gamal. Hann gav eg abba mínum í jólagávu  – og hann eigi eg nú og havi hann í atelierinum hjá mær, greiðir Kári Svensson frá.

Sum ungur gekk hann nógv inn til Andor Eirikstoft, sum rammaði málningar inn og hevði smærri framsýningar í Fransabrekkuni beint yvir av Sjúkrakassanum.

– Tað fór ikki vika, at eg ikki fór inn á gólvið hjá Andor. Hann var altíð blíður, og tá eg møtti honum, so kundi hann siga, »kom inn til mín í morgin, eg havi tvær myndir hjá Ingálvi, sum eg skal ramma inn, sum eg skal vísa tær…«

##med3##

Og stóra fyrimynd hansara var júst Ingálvur av Reyni.

– Ingálvur og eg vóru sera væl. Vit sótu ofta í atelierinum hjá honum og prátaðu um list.

Kári Svensson greiðir frá, at tað viðhvørt var ein kampur hjá honum at ansa eftir, so hann ikki bleiv eitt kopi av Ingálvi.

– Men onkustaðni kom íblásturin frá, sigur hann.

Tá Ingálvur málaði stóra málningin í Løgtinginum, sum hongur í suðurendanum oman fyri formanspallin, sum kom upp í sambandi við 150 ára hátíðarhaldið hjá Løgtinginum í 2002, fylgdi Kári eisini tilgongdini.

– Ein dagin bað hann meg hjálpa sær at fáa málningin oman í Løgtingið. Eyðun var eisini við.  Tá sigur Ingálvur við meg: »Kári, sig mær púra erligt, hvat tú heldur um málningin…«, greiðir Kári Svensson frá.

##med4##

– Eg hugdi eina løtu og segði so mína meining, at eg helt, at hann haltaði eitt sindur í høgru síðu.

– Tú hevur púra rætt. Hatta var akkurát tað, sum manglaði, svaraði Ingálvur av Reyni.

Tá tekur hann fram ein posa, við nøkrum pappírsstykkjum í, sum hann hevði málað á. Hann hongdi tey út yvir málningin í vinstru síðu við teknistiftum, og so sá hann munandi betri út.

– Vit fóru so niðan afturí atelierið við málninginum, sum hann rættaði til, áðrenn hann kom oman aftur í Løgtingið, greiðir Kári so hugaliga frá, tá vit vitja hann í Perluni, meðan hann fæst við at hanga teir 23 málningarnar upp, sum  verða sýndir fram hesaferð.

Og áðrenn vit fara, greiðir Kári meira frá um Ingálv. Tí beint eftir at Ingálvur var deyður í 2003, kom Heri við einum pakka, sum hevði ligið í atelierinum, og har Ingálvur hevði skrivað á, at »hetta skal Kári hava«.

Í pakkanum vóru 10 akvarellir og nakrar tekningar.

– Tað var eg sera fegin um, sigur Kári Svensson.

Framsýningin hjá Kára Svensson letur upp hósdagin klokkan 16 – og er opin hesar tíðir:

Hósdagin 5. mars: Frá kl 16 – 18

Fríggjadagin 6. mars: Frá kl 16 – 18

Leygardagin 7. mars: Frá kl 14 – 18.

##med5##