Argjamenn eru aftur við

Samstundis sum suðuroyarliðini, FC Suðuroy og TB, spældu javnt, syrgdi AB við sigri á NSÍ í gjárkvøldið fyri at sleppa upp í part aftur heilt har frammi

Enn eru bara sjey umfør farin av lands­kappingini í 1. deild hjá monn­um, men kortini styrkist ábendingin um, at tað fyrst og fremst verða suðuroyarliðini og argjamenn, ið skulu kappast um uppflyting, sam­stundis sum tað kundi sæð út til, at skálamenn liggja og lúra nakað aftanfyri.
Í gjárkvøldið var fult umfar í næst­bestu mansdeildini, og har vóru tað fyrst og fremst teir í AB, ið fingu nakað burturúr, tí við heimasigri á NSÍ fekk AB hálað seg upp á næstfremsta plássið, tí TB og FC Suðuroy spældu javnt sína­millum. Sostatt er AB nú á upp­flytingarplássi saman við FC Suðuroy.
Hinvegin er nokk eitt sindur meira ógreitt, hvussu kappingin í botninum á stigatalvuni fer at síggja út, tí har tykist bert greitt, at tað verður meira enn bara torført hjá teimum næstbestu í 07 Vestur at klára seg. Spurningurin er so, um okkurt annað felag eisini skal missa sítt næstbesta manslið niður í triðbestu deildina, ella um okkurt av lægru fyrstuliðunum kemur í trupulleikar.

Jøvn toppuppgerð
Stóri toppdysturin var spældur í Hvalba, har TB tók ímóti FC Suðuroy, og Suðuroyarportalurin vil vera við, at har mundu vera eini 400 fólk og hyggja. Dysturin var kanska ikki so væl spældur, men tó spennandi, so teir mongu áskoðararnir fingu eina oyggjaruppgerð, ið hevði tað, sum skuldi til – harímillum ikki færri enn sjey gul kort!
Tvær ferðir var TB á odda í dyst­inum, men kortini megnaði FC Suðuroy báðar ferðir at koma afturí­aftur. FC Suðuroy brendi eitt brots­spark mitt í fyrra hálvleiki, tá tað var 1-0 til TB, men fekk hinvegin seks minuttir fyri tíð javnað til endaliga úrslitið, 2-2, við júst einum brots­sparki.
Úrslitið í Hvalba merkir, at FC Suðuroy er trý stig framman fyri TB, men júst javnleikurin gjørdi, at AB við sigri í sínum dysti kundi halda seg framat og er nú millum suðuroyarliðini á stigatalvuni, tvey stig aftan fyri FC Suðuroy.
Tað vísir seg nú eisini, at AB, sum flutti niður úr Vodafonedeildini síðsta kappingarár, er við at finna stevið og formin, so kósin meira og meira miðvíst verður sett beint uppeftur. Leygardagin vunnu argja­menn heima 5-2 á EB/Streymi og í gjárkvøldið, tá NSÍ vitjaði á Argjum, gjørdist tað til 4-0, so her var eingin slingur í hjá heimaliðnum. Teir næstfremstu hjá NSÍ hava argað fleiri av hinum liðunum og er fram­vegis triðfremst.

Skála komið í gongd
Eitt annað av liðunum, sum hevði eina sera trilvandi byrjan, men nú sær út til at vera komið rættiliga í gongd, er Skála, sum í gjárkvøldið spældi á útivølli ímóti FC Hoyvík. Á pappírinum skuldi hetta verið ein rættiliga krevjandi dystur hjá skálamonnum, sum á stigatalvuni lógu undir liðini á hoyvíkingum, men Skála gjørdi bart og vann 4-1.
Hetta var triði stórsigurin upp í slag hjá Skála, sum av álvara sær út til at vera á veg frameftir. Enn er ikki so langt útliðið, at spennandi verður at síggja, um skálamenn makta meira enn hetta og kanska kunnu bjóða onkrum av teimum av, sum liggja enn longur frammi. Hoy­víkingar síggja ikki út til at skula gera tað, og ósigurin í gjárkvøldið merkir, at FC Hoyvík nú er dottið niður millum botnliðini.
Dysturin í Gøtu í gjárkvøldið var millum tey bæði niðastu liðini, Víking og 07 Vestur, men her var ongantíð nakar ivi um úrslitið, tí Víkingur vann ein sannførandi 5-2 sigur, ið kundi verið uppaftur størri, tí í síðsta minutti bjargaði mál­verjin hjá 07 Vestur brotssparki frá Víkingi. Víkingur er framvegis næst­aftast, meðan 07 Vestur sær upp­aftur meira innibyrgt út á aft­asta plássi, har vágamenn enn eiga fyrsta stigið til góðar.
Triði dysturin var við Margáir, har EB/Streymur vann 2-0 á HB. Teir næstbestu hjá EB/Streymi liggja sostatt framvegis væl fyri mið­skeiðis á stigatalvuni, meðan HB nú er farið at teljast millum botn­liðini.