Her er gott at vera. Fólkini eru fitt. Niels Edvard er sum ein pápi fyri meg, og eg búgvi í einum góðum heimi, sigur Margar. Men tað kundi verið gott at havt sítt egna kamar, leggur hann so stillisliga afturat [...] Edvard og fylgir teimum báðum á dyr. Hann læsir úthurðina, so skjótt hinir báðir eru uttanfyri. Í dag var tað ikki so ringt at læsa, sum tað kann vera, tá tað er illveður, sigur Niels Edvard Olsen. Herbergið: [...] Niels Edvard Olsen, sum er leiðari á herberginum og hevur verið tað síðani 1998. Ein annar, sum eisini hevur verið á herberginum, síðani tað lat upp, er Margar. Margar Djurhuus Jacobsen, ein 35 ára gamal heimleysur
hava verið tveir venjarar. Tað kann væl vera, at eg standi sum høvuðsvenjari, men Magni eigur so sanniliga sín lut í hesum. Vit eru einasta felag í landinum, sum hevur ein fysiskan venjara, og tað hevur [...] minst mundi tað kennast sum ein stórur sigur hjá bara 32 ára gamla B36-venjaranum, Sigfríður Clementsen. Men hóast gleðina, so mátti hann ásanna, at tað ikki altíð hevur verið eins stuttligt at staðið við [...] vit so á skrivaraborðinum, og hóast eg ikki var samdur í teirra avgerðini, so máttu vit góðtaka tað. - Men tað sum er poengið í hesum er, at tað órógvaði fyrireikingarnar hjá okkum. Vit spæla sum so væl
longu skal hava rokkið so nógvum, men hetta er sjálvsagt nakað, sum hon fegnast um. - Hetta er bara ótrúligt. At hava verið partur av hesum liðnum hetta kappingarárið hevur verið ein risa stór uppliving hjá [...] er neyðugt við eini stuttari feriu. - Tað kann vera. Sjálvandi havi eg hug at spæla meira, men tað verður kanska ikki so galið við einum lítlum steðgi, sigur ein brosandi nýklæktur føroyameistari at enda [...] eitt knapt ár í bestu deildini, so hevur hon longu nátt meira, enn fleiri av royndastu mótstøðukvinnum hennara hava. Hon kann rópa seg bæði meistara og steypavinnara, og so hevur hon eisini verið partur
tað er fult, so er tað fult og so mugu fólk bara bíða inntil onkur fer avstað, fyri at sleppa inn. Vit fara ikki at proppa fólk inn, bara so vit kunnu tjena pengar. Fólk skulu tíma at vera her, og tað tíma [...] fyrstu ferð, kanst tú tosa við ein ráðgeva, sum kann vísa á tín persónliga venjingatørv. Við hesum fært tú góð ráð um, hvussu júst tín venjing skal vera, fyri at tú skalt fáa sum mest burturúr. Eisini er ætlanin [...] rindar eitt ávíst mánaðargjald, sum gevur tær møguleika at venja so ofta tær lystir í ein mánað. Í hetta gjaldið verða so øll okkara tilboð íroknað. T.v.s. at um tú ein dag ynskir at lyfta vektir, næsta
verður nýtt sum grundgeving, tá okkurt skal vera í Klaksvík og helst bara í Klaksvík. – Í løtuni snýr tað seg mest um skúlamál og heilsumál. Landsumfatandi endurvenjingardeild í Klaksvík sum dømi. Allir [...] fólk – at kalla dupult so nógv sum í Norðoyar Sýslu – fyrst skulu fram við Havnini, áðrenn tey koma á teinin millum Havnina og Klaksvík. Saman við Havnini eru so 31.117 fólk sum høvdu havt fyrimun av, [...] at siga sína hugsan, so hetta bítið kann bíða. Hugsa vit frameftir, kemur ein tunnil afturat inn í myndina: sambandið millum suðurendan av Eysturoy og Streymoynna. Hesin tunnil, sum tað loysir seg at gera
tí eina frágreiðing, so hann kann fáa hylling á hesum hugtaki. Hornasteinurin í eksistensialismu er tað tilvitaða valið hjá einstaklinginum. Men frágreiðingin ljóðar meira sum ein staðfesting av klassatilviti [...] i. Tað framgongur av døminum (ein fiskimaður, sum fer í verkfall í 1934), at tað er tann sosiala støðan hjá manninum, sum er avgerandi fyri, hvat hann velur. Men tað, sum eyðkennir eksistensialismu er [...] lesa ein tekst at spyrja, hvønn uppruna, hann hevur, fyri at kunna meta um trúvirðið av tekstinum og endamálið hjá høvundanum. Taka vit nú áðurnevndu bók sum dømi, so mugu vit spyrja, um hetta er ein up
sær eitt navn, sum kann brúkast uttanfyri Kina. Fyrstu ferð, eg hitti Lilly, bukkaði hon fyri mær. Eg visti ikki rættiliga, hvussu eg skuldi svara aftur, og segði bara ?How do you do", sum man ger í ves [...] hundrað milliónir í hungursneyð. Eg fór at hugsa um, hvussu lívið man vera fyri menniskju, sum hvønn dag mugu berjast fyri at yvirliva. Ein kann ímynda sær, at normar, huggreiða og etikkur einki longur hava at [...] vesturheiminum. Lilly, sum er umberandi og still av lyndi, lesur, tvørt at siga, til innanduraarkitekt í Onglandi. Hon kemur frá Machau, sum er ein lítil oyggj uttanfyri Hong Kong. Áðrenn eg hitti Lilly,
Vit fáa so nógva rávøru, sum vit vilja, men vit hava ongan, sum dugir at selja lidnu vøruna. Hann segði, at so hvørt, sum vit hava fingið fleiri sølufeløg í Føroyum, er prísurin á lidnu vøruni bara vorðin [...] Jacobsen segði, at allur upsin, sum Føroya Fiskavirking keypir, er støddarskildur. Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli og stjóri á Kósini, helt ikki, at tað kann vera ein so stórur trupulleiki at skilja fisk [...] Hann segði, at tað, sum seljarin vil, er at fáa besta prís fyri fiskin og teir, sum keypa og selja eitt nú hýsu av landinum, ynskja ikki, at fiskurin er skildur umborð. - Skal tað vera eitt krav, at fiskurin
Kári Petersen. Hann heldur tað vera skeivt, at tað almenna veitir stuðul, tá fiskiskapurin svíkur, tí tað er tað sama sum at stuðla niðurfisking av fiskastovnunum, sum bara ger umstøðurnar hjá fiskiflotanum [...] fiskastovnarnar uppaftur meira. Ikki so einfalt Ein annar, sum hevur eina aðra hugsan um hesi viðurskifti, er formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, sum Sosialurin tosaði við í síðstu viku. [...] nevndini, sum landsstýrið hevur sett til at gera tilmæli um eina nýggja mynstulønarskipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu umsita og gjalda. Hann heldur ikki, at viðurskiftini eru so einføld, sum bú
ella vermóðir í bilinum ? so fáa tær ikki brokkað seg! Sum vera man, so brennir Yaris ikki nógv. Enn fæst hann bert við 1.0 l motori við 68 hk við 6.000 snúningum. Seinni kemur ein 1.3 útgáva ? og verður [...] ungu ? og tað tykist eisini, sum um framleiðarin hevur lagt seg eftir at lata bilin í frískum litum ? sum kanska serliga eggja ungfólki, ella teimum, sum fegin vilja vera ung. Bilurin er lítil, men vakur [...] lítil í vavi, so er gott pláss oman fyri høvdið - og tann við longum beinum situr eisini væl í bilinum. So hegnisliga er innrættað, at tú kanst sjálvur velja, um betra plássið skal vera fyri ferðafólkið