Ymiskt ymsastaðni

- Eg sat og prátaði við kinesisku Lilly, tá eg fyrstu ferð hoyrdi um kannibalismu av smábørnum. Tað, sum Lilly greiddi frá og tær myndirnar, sum hon vísti mær, førdi mína lívsleið beinleiðis inn á eina journalistiskt læruríka breyt, skrivar Annika B. Mortensen, lesandi í Onglandi

Kinesiska Lilly eitur ikki veruliga Lilly. Tað er ikki tí, at hon vil verða ónevnd, at eg kalli hana Lilly. Í Kina er nevniliga siður; at man velur sær eitt navn, sum kann brúkast uttanfyri Kina.
Fyrstu ferð, eg hitti Lilly, bukkaði hon fyri mær. Eg visti ikki rættiliga, hvussu eg skuldi svara aftur, og segði bara ?How do you do", sum man ger í vesturheiminum. Lilly, sum er umberandi og still av lyndi, lesur, tvørt at siga, til innanduraarkitekt í Onglandi. Hon kemur frá Machau, sum er ein lítil oyggj uttanfyri Hong Kong.
Áðrenn eg hitti Lilly, visti eg ikki nógv um Kina. Eg hevði einans lisið bókina ?Vilde svaner" eftir Jung Chang, og annars hoyrt eitt sindur um Mao og kommunismu í Kina. Fyrstu ferð eg uppdagaði, hvussu annaðleiðis kinesarar eru mentanarliga frá vesturlendingum, var eitt kvøldið, tá Lilly bjóðaði til nátturða. Maturin var einki nýtt: shushi, nudlur og tílíkt. Men Lilly sat og tugdi við opnum munni og hon slurkaði nudel-suppuna í seg. Ein av hinum gestunum hevði sæð, hvussu bilsin eg hevði eygleitt Lilly og greiddi mær frá, at soleiðis vísir man í Kina, at einum dámar matin.
Smaskið hjá Lilly opnaði mín áhuga fyri Kina. Um eitt sereyðkenni, sum at tyggja, var so annaðleiðis í Kina, hvørji onnur forvitnislig fyribrigdi kunnu so ikki koma fyri í Kina!
-Sig frá onkrum spennandi í Kina? Soleiðis byrjaði samrøðan millum Lilly og meg tann dagin, tá tíðindakvinnan av álvara kom í meg og eg hugsaði, her er søgan sum kann fáa ferð á mína virkisleið.
Nógv fólk í Kina eru rættiliga fátæk, og sum flest øll vita, er bannað at fáa meir enn eitt barn nógva staðni í Kina. Hetta hevur borið við sær, at fátækar kvinnur, ymsastaðni úti á bygd koma í trupulleikar um tær verða við barn. Tí fær man meir enn eitt barn, fær man samstundis eina stóra bót.
Landsparturin, Guangdong, har suðuri í Kina, er mest framkomna økið í Kina. Hong Kong liggur í hesum økinum. Og sum skilst hevur nógva virksemið í Hong Kong spjatt seg inn í Goungdong, har nógv rík - og handilsfólk búgva.
Tað er eisini í Goungdong, at fólk eru byrjað at eta fostur og pinkubørn, sum stava frá bygd. Hildið verður, at tað gevur styrki og snildi at eta fostur, og tess meira búgvin fostrini eru, tess meira føðsluvirði hava tey.
Fátækar kvinnur, sum verða við barn, kunnu fáa umleið 100 bretsk pund, tað er umleið 120 krónur, um tær selja fostur sítt til svarta marknaðin. Hetta er nógvur peningur, umleið ein ársløn hjá fátækum bygdafólki í Kina.
Fostrini verða síðani seld sum krás ella delikatessa til ríkfólk í Goungdong. Og sum skilst eru læknar á sjúkrahúsum í Guangdong við í søluni av fostrum.
Lilly vísti mær myndir. Myndirnar vóru av einum 6 mánaðar gamlari gentu. Mamman hevði fingið fosturtøku og gentufostrið varð síðani selt á svarta marknaðinum. Myndir vóru av gentuni á einum skeribretti, í einum súpanarpotti, meðan súpanarmatur varð tikin upp úr pottinum og meðan fólk sótu og ótu. Myndinar vóru tiknar av nøkrum fólkum sum við undirgravingarvirksemi, megnaðu at fáa tann framíhjárætt at verða boðin til ein kostnaðarmiklan nátturða, sum eingin tosar hart um. Myndirnar eru á kinesisku heimasíðuni: life.nthu.edu.tw/~rrandd/90s1/b881618/menu/baby.eating/ men eg vil fegin ávara, at myndirnar eru í ólukkumáta ræðuligar.
Mín fyrsta hugsan eftir; at hjartailskan var batnað, var, at hetta kundi verið ein dokumentarfilmur, sum hevði nátt kring allan heimin. Hetta vóru hugspennandi evni: fosturtøka, ein svartur marknaður og ikki einans kannibalisma, men kannibalisma av børnum. Og Guangdong, tað var just í Guangdong, at fyrsti tilburðurin av lungnasjúkuni SARS varð staðfestur. Eg mintist, at fyrsti tilburðurin av neytaøði kom eftir, at bøndur høvdu givið neytum fóður sum innihelt neytakjøt. Kundi SARS verða komið av kannibalismu í Guangdong? Tann fyrsti, sum fekk SARS, var harafturat, lækni, og tað vóru eisini læknar, sum vóru fløktir uppí svarta marknaðin og kannibalismuna í Guangdong.
Eg bað Lilly týða kinesiska tekstin á omanfyri nevndu heimasíðum, og síðani fór eg til verka. Eg tosaði við ein lærara, Tom Hill, á Bournemouth University, sum áðrenn hann byrjaði at undirvísa hevði starvast á bretsku sjónvarpsøðini ITV. Hill helt, at møguliga var einki komið fram um kannibalismuna, tí at tað var ov ræðuligt til at verða sagt frá, men hann legði afturat, at Kina er ein óvanliga innilæst tjóð og at møguleiki var fyri, at eingin journalistur var komin fram á hetta fyrr. Hill helt, at eg skuldi ringja til ein fyrrverandi starvsfelaga hansara, sum enn starvaðist á ITV.
Eg so gjørdi. Hesin setti meg víðari í samband við Asia korrespondentin hjá ITV, sum býr í Bangkok, men ferðast kring alt Asia. Hetta hendi alt innan eina viku. Og í hesum tíðarskeiði fekk eg eisini spurt meg fyri og staðfest, at lungnasjúkan SARS ikki kundi stava frá kannibalismu, tí at SARS er ein virus. Hetta var áðrenn vísindafólk høvdu nakra hóming av hvaðani SARS stavaði.
Eg fór at lesa um Kina. Umleið 1.3 milliardir fólk búgva í Kina og av teimum liva fleiri hundrað milliónir í hungursneyð. Eg fór at hugsa um, hvussu lívið man vera fyri menniskju, sum hvønn dag mugu berjast fyri at yvirliva. Ein kann ímynda sær, at normar, huggreiða og etikkur einki longur hava at siga, og at lívið einans snýr seg um at hóra undan. Kannibalisman og svarti marknaðurin vóru eingin einfaldur tíðindastubbi. Talan varð um eina langa verkætlan, sum fór at krevja undirgravingarvirksemi í lokaða Kina, har sjálvt kristnir trúboðarar mugu virka í loyndum.
Kanska var tað, samanumtikið, ikki eitt gott hugskot at fara til verka við at avdúka barnakannibalismu í Kina. Tað hevði ikki betrað nakað í heiminum, men tvørturímóti gjørt støðuna hjá fátækrafólki enn verri. Um eg fekk mítt journalistiska frambrot við hesu søgu, hevði eg so ikki verið meir ein sensatióntíðindakvinna, enn eitt umhugsið menniskja?
Eg valdi ikki at gera meir við søguna. Hvør veit, kanska eru ræðuligu myndirnar, sum liggja á oman fyri nevndu heimasíðuni, bara telduskaptar? Og um tær ikki eru, hevði almannakunngerðin av søguni uttan iva gjørt ilt verri fyri mong. Eg avgjørdi at skriva um hendingina til Sosialin í staðin.