Ymsir roknihættir

Klaksvíkingar føra fram, at nú Norðoyatunnulin er komin, er koyrandi báðar vegir, og so er líka langt úr Klaksvík til Havnar sum úr Havnini til Klaksvíkar.

Hetta verður nýtt sum grundgeving, tá okkurt skal vera í Klaksvík og helst bara í Klaksvík. – Í løtuni snýr tað seg mest um skúlamál og heilsumál.
Landsumfatandi endurvenjingardeild í Klaksvík sum dømi.
Allir føroyingar við ávísum tørvi skulu til Klaksvíkar til viðgerð, ambulant ella innleggjast.
Hvør fær nyttu av, at hon er í Klaksvík. Allir norðoyingar hava sjálvandi stytstu leið til deildina, og hjá havnarfólki er líka stutt til Klaksvíkar sum hin vegin.
Latið okkum seta nøkur tøl saman, tølini eru úr seinasta álmanakka.

Fólk
Suðuroy 4754
Sandoy 1371
Vágar 3101
Vestmanna 1202
Kvívík 584
Í alt 11012
Havnin 20105
Samanlagt 31117

Klaksvík 4845
Norðoyar 5867

Her sæst at 11.012 fólk – at kalla dupult so nógv sum í Norðoyar Sýslu – fyrst skulu fram við Havnini, áðrenn tey koma á teinin millum Havnina og Klaksvík.
Saman við Havnini eru so 31.117 fólk sum høvdu havt fyrimun av, at deildin var í miðøkinum - meir enn fimm ferðir so nógv, sum fólkið í Norðuroyggjum.
Eftir er Eysturoy – 10.863 fólk – og nakrar bygdir í Streymoy – 1.070 fólk.
Her veldst aftur um roknihátt.
Klaksvíkingar hava áður kannað sær stóran bita burturav. Kanska er tað ikki burturvið at lata eysturoyingar sleppa at siga sína hugsan, so hetta bítið kann bíða.
Hugsa vit frameftir, kemur ein tunnil afturat inn í myndina: sambandið millum suðurendan av Eysturoy og Streymoynna. Hesin tunnil, sum tað loysir seg at gera, hevði helst verið í gerð nú, um málið ikki varð forbronglað í løgtinginum.
Sum fólkabýtið og samferðslukervið er í Føroyum í dag, er tað skeivt at hála eina gamla avoldaða sjúkrahúslóg fram og misbrúka hana til lokalpolitikk og serdeildir til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Vit bíða spent eftir álitinum um urologiska deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og áhugavert verður at síggja, hvussu víða álitið hevur verið til ummælis.