Ymisk sjónarmið um inntøkutrygd

Enn veit eingin um nevndin, sum landsstýrið hevur sett til at gera tilmælið um, hvussu inntøkutrygd fiskimanna skal skipast í framtíðini, fer at semjast og koma undir land við einum uppskoti, so nýggja skipanin kann setast á kjøl fyrst í komandi ári

Inntøkutrygd

Heimurin er í eini broytingartíð. Tað eru Føroyar eisini. Nú vil politiski myndugleikin í Føroyum broyta ta skipan, sum hevur verið virkin í meira enn seksti ár. Hetta er skipanin við inntøkutrygd fiskimanna, og uppi í hesi trygd liggur eisini forskotstrygdin hjá langfarafiskimonnum.
Fiskimenn og feløg, sum varða av fiskimonnum, halda, at inntøkutrygdin er ein vælvirkandi skipan, sum veitir monnum trygd, tá fiskiskapur og/ella fiskaprísir svíkja.
Tá gongdini í fiskiskipa-og útróðrarvinnuni er á eini leið, kostar almenna mynstulønarskipanin einar 18-20 miljónir krónur um árið, men í ár, nú serliga fiskaprísirnir hava verið vánaligir, og fiskiskapurin eftir eitt nú toski og hýsu eisini hevur verið svikaligur, fer skipanin helst at kosta tí almenna stívliga 40 miljónir krónur, tá árið er liðugt.

Neyðugt við trygd
Eingin tímir at sigla og arbeiða fyri einki, og um eitt nú línu-og útróðrarfloti ikki loysa, koma ikki tey fiskasløg til virkingar, sum virkini og marknaðurin úti í heimi eftirspyrja.
Við fiskiskapi hevur altíð gingið upp og niður, og soleiðis fer tað ivaleyst altíð at verða.
Teir ”klóku” heilarnir siga, at veiðitrýstið er ov stórt, og tí eru eitt nú toskur og hýsa so illa fyri.
Fyri stívliga 10 árum síðan fingu vit eina fiskidagaskipan, sum bæði vinna og fiskifrøði góvu blátt stempul. Nógv hevur verið frammi um, hvussu politiski myndugleikin hesi árini hevur latið hesa skipan avskeplast ella skeiklast, men tað er samstundis ein sannroynd, at talið av fiskidøgum er munandi skert, síðan henda skipan sá dagsins ljós.
Fiskifrøðin sigur, at veiðitrýstið framvegis er ov stórt, tó at skerjingar eru í dagatali á hvørjum ári. Ávísir politiskir flokkar og kanska serliga persónar eru farnir at dansa etir ”pípuni” hjá fiskifrøðini, samstundis sum teir vísa á, at nógvir fiskidagar liggja óbrúktir. Tí er bara, siga teir, at skerja dagatalið enn meira, tá hetta kortini onga ávirkan hevur á møguleikarnar hjá skipum og bátum.
Logikkurin sigur tó, at tá skipanini í sínari tíð toldi, at allir dagar verða brúktir, eigur tað eisini at merkja, at trýstið IKKI er ov stórt, tá so nógvir dagar liggja óbrúktir.
Tí skuldi – alt annað líka – ikki verið neyðugt við skerjingum á hvørjum ári, sum lagt hevur verið upp, síðan fiskidagaskipanin sá dagsins ljós.

Oyða við studningi
Ein av teimum, sum talar fyri, at inntøkutrygdin eigur at broytast og verða løgd út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, fiskimenn og reiðarar, er búskaparfrøðingurin, Kári Petersen.
Hann heldur tað vera skeivt, at tað almenna veitir stuðul, tá fiskiskapurin svíkur, tí tað er tað sama sum at stuðla niðurfisking av fiskastovnunum, sum bara ger umstøðurnar hjá fiskiflotanum uppaftur truplari.
Kári Petersen heldur, at tá fiskastovnar eru illa fyri, hevði tað verið betri, um fiskimenn heldur fóru uppá land at gera okkurt annað – enn at fiska og fáa almenna inntøkutrygd fyri at troyta fiskastovnarnar uppaftur meira.

Ikki so einfalt
Ein annar, sum hevur eina aðra hugsan um hesi viðurskifti, er formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, sum Sosialurin tosaði við í síðstu viku.
Viberg er eisini við í nevndini, sum landsstýrið hevur sett til at gera tilmæli um eina nýggja mynstulønarskipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu umsita og gjalda.
Hann heldur ikki, at viðurskiftini eru so einføld, sum búskaparfrøðingurin vil gera tey til.
- Nú fáa vit at síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum. Tó at 0 (null) krónur standa á uppskotinum til fíggjarlóg til inntøkutrygd, eiga fiskimenn ikki at fara í panikk. Vit hava eina løgtingslóg, sum sigur, at fiski-og útrórðarmenn skulu hava minstuløn – líkamikið, hvat stendur á fíggjarlógini.
Viberg vísir á, at politiski myndugleikin hevur gjørt av, at vinnan sjálv skal hava størri ávirkan og skal sleppa at taka aktivt lut í, hvussu stýringin av inntøkutrygdini skal verða.
- Skipanin við inntøkutrygd hevur verið ein ógvuliga góð skipan, og fiskiskipavinnan hevði slett ikki kunnað verið hana fyriuttan. Tað kann hon heldur ikki í dag, sigur hann.

Alment ískoyti
Viberg Sørensen leggur dent á, at landskassin fer
ikki at sleppa púrasta snikkaleysur í eini nýggjari skipan, sum hann tekur til.
- Nei, tað ber ikki til, leggur hann dent á.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag vísir á, at ætlanin nú er at skipa ein grunn, sum skal stýra hesum viðurskiftum.
- Her verðu í hvussu er neyðugt, at tað almenna tekur lut í eini byrjunartíð, sigur Viberg Sørensen, sum enn ikki dugir at siga ítøkiliga, hvussu eitt tilmæli til landsstýrismannin kann koma at síggja út.