Yngsti meistarin

Hóast hon bert hevur eitt ár á baki í vaksnu deildunum, so hevur Barbara á Rógvi longu nátt meira enn fleiri av royndastu mótstøðukvinnunum hava

Hondbóltstos

Yngsti leikarin hjá VÍF er Barbara á Rógvi. Hóast hon bert hevur leikt eitt knapt ár í bestu deildini, so hevur hon longu nátt meira, enn fleiri av royndastu mótstøðukvinnum hennara hava. Hon kann rópa seg bæði meistara og steypavinnara, og so hevur hon eisini verið partur av Europa-Cup dystunum hjá VÍF.
Sjálv tykist Barbara eisini at hava eitt sindur ilt við at fata, at hon longu skal hava rokkið so nógvum, men hetta er sjálvsagt nakað, sum hon fegnast um.
- Hetta er bara ótrúligt. At hava verið partur av hesum liðnum hetta kappingarárið hevur verið ein risa stór uppliving hjá mær.
Og hon leggur afturat, at alt hetta avgjørt ikki er nakað, sum fær hana at leggja seg afturá og njóta tað heila. Tvørtur ímóti gevur tað henni hug at halda áfram, og sum hon sigur, so vónar hon at fáa nógv góð ár í VÍF.

Gott við frítíð
Spurd, um tað ikki er eitt sindur torført at gerast partur av einum somikið sterkum liði, heldur Barbara, at tað hevur tað á ongan hátt verið.
- Slettis ikki. Frá fyrsta degi hava eg kent meg væl millum teirra. Har hevur ongan tíð verið eitt ilt orð rópt eftir mær, men hava tær tvørtur ímóti stuðlað mær allatíðina, og tað hveur gjørt tað munandi lættari hjá mær, heldur hon.
Eins og hinar í hópinum hjá VÍF, so hevur talan verið um eitt drúgt kappingarár hjá Barbaru. Venjingin byrjaði í juni mánaði, og hóast árið í nógvar mátar hevur gingið ófatuliga væl, so ásannar hon tó, at tað kanska er neyðugt við eini stuttari feriu.
- Tað kann vera. Sjálvandi havi eg hug at spæla meira, men tað verður kanska ikki so galið við einum lítlum steðgi, sigur ein brosandi nýklæktur føroyameistari at enda.