Orsøkin til, at henda bókin kemur júst nú er sambært rithøvundunum nýggju, øktu krøvini til søguundirvísingina á miðnámsskúlunum. Tað er meira enn fyrr brúk fyri undirvísingartilfari í metodu, og hendan bókin er ætlað sum grundbók sum heiti sigur bæði til kelduviðgerð og háttaløg (metodur).
Tað er gleðiligt, at tað eisini í Føroyum nú verður lagdur størri dentur á at læra næmingarnar á miðnámsskúlunum amboð at lesa søgu við sjálvi, heldur enn gamla slagið av søguundirvísing, har høvuðsdenturin ofta lá á árstølum og kongarekkjum. Tað er skjótt at gloyma eitt árstal og eitt navn, sum tú ikki hevur fyri neyðini at minnast aftaná endaligu próvtøkuna. Hevur tú hinvegin fyrst lært at lesa søgu kritiskt, hevur tú lært ein hugsanarhátt, sum helst skuldi kunna brúkst til annað og meira enn bara til próvtøkulestur og miðaltøl.
Søgufrøði er býtt upp í fleiri kapitlar, har høvuðsdenturin verður lagdur á kelduviðgerð av skrivligum keldum, men eisini munnligar keldur, skaldskapur sum søgulig kelda, myndir og kykmyndir verða umtalaðar. Harumframt verður søga sum so viðgjørd - Hvat er søga? Endamál, slag av søguskriving, søgufatanir og tíðaráskoðanir. Fleiri góðar arbeiðsuppgávur eru í bókini, og til seinast eru hentir arbeiðsfrymlar og orðalisti.
Tá hetta er sagt, so eigur eisini at vera gjørt vart við, at tað eru fleiri trupulleikar við hesi bókini.
Eitt brot í bókini sær út til at verða sera ógreitt, ella beinleiðis villleiðandi, um eksistenisialismu á s. 15. Tað er eitt leitorð í innihaldsyvirlitium, og lesarin væntar tí eina frágreiðing, so hann kann fáa hylling á hesum hugtaki. Hornasteinurin í eksistensialismu er tað tilvitaða valið hjá einstaklinginum. Men frágreiðingin ljóðar meira sum ein staðfesting av klassatilviti. Tað framgongur av døminum (ein fiskimaður, sum fer í verkfall í 1934), at tað er tann sosiala støðan hjá manninum, sum er avgerandi fyri, hvat hann velur. Men tað, sum eyðkennir eksistensialismu er, at hon sær burtur frá sosiala samanhanginum, tá valið verður framt. Um ein miðnámsskúlanæmingur lesur hetta dømið, hugsi eg ikki, tað er sannlíkt, at hann fatar, hvat eksistensialisma er.
Um vit skulu taka høvuðsboðskapin í bókini bókstaviliga, so eiga vit altíð, tá vit lesa ein tekst at spyrja, hvønn uppruna, hann hevur, fyri at kunna meta um trúvirðið av tekstinum og endamálið hjá høvundanum. Taka vit nú áðurnevndu bók sum dømi, so mugu vit spyrja, um hetta er ein upprunatekstur, ella um høvundarnir hava savnað tilfarið aðrastaðni frá, og so umsett ella umskrivað tað. Fyri mær at síggja er stórur partur av tilfarinum antin beinleiðis umsett ella lutvíst umskrivað úr norsku bókini Fortida er ikke hva den en gang var - En innføring i historiefaget av Knut Kjelstadli (Oslo, 1993). Øll modellini uttan tað fyrsta á síðu 23 eru umsett úr norskum til føroyskt, uttan aðrar enn málsligar broytingar. Av myndagreiningunum (s.76-87) er umleið helvtin av tilfarinum umsett. Meginparturin av tekstinum um kelduviðgerðina er eisini umsettur, orð fyri orð. Hetta er sum so onki forgjørt í, tí tann norska bókin er sera hent amboð til undirvísing í kelduviðgerð. Hon verður t.d. í løtuni nýtt sum grundbók í keldukritikki á søgudeildini við Århus Universitet.
Nøkur brot eru eisini, sum líkjast sera nógv tilfari úr Verdens Historie I (Kbh, 1994), ein grundbók, sum verður nógv nýtt í søguundirvísingini á miðnámsskúlunum í Føroyum í dag. Har er m.a. hugtakið lítla søga og Stóra søga, ella ³lille² og ³store² historie. Í Verdens Historie eru vald dømi um brævaskifti millum franska forsetan/týska keisaran og grandonkel/grandtante (s.16.). Í Søgufrøði eru dømini samskifti millum Hitler/Chamberlain og ommu/abba (s.15-16). Niðurstøðan er tann sama. Eisini parturin á s.112-114, Tríggjar áskoðanir, er rættuliga líkur Historiens gang á s. 17. í Verdenshistorien I.
Tað at søgufólk nýta tilfar, sum onnur hava skrivað, er heilt vanligt, ja tað er meira undantakið, at nakað heilt nýtt verður skrivað. Ein stórur og týðandi partur av arbeiðinum hjá søgufólki er jú at arbeiða við skrivaðum tekstum og tulka teir av nýggjum. Hetta er onki løgið í, tvørturímóti. Tað hevði verið tápuligt ikki at nýtt tilfar frá hvør øðrum, tí við at byggja á arbeiði hjá starvsfeløgum, verður tilfarið enn einaferð endurhugsað og gjøgnumarbeitt, og samanlagt átti úrslitið at blivið enn betri. Á henda hátt kann fakligt samstarv geva eina dynamiska søguskriving, sum alla tíðina endurnýggjar seg.
Um søgugranskarar ella onnur byggja sítt verk á arbeiði hjá øðrum, so er tað sera umráðandi, at víst verður á, hvaðani tilfarið stavar, sum verður viðgjørt, umsett ella tulkað. Sum fyrr nevnt, so er eitt tað týðningarmesta í søguskriving, sum rithøvundarnir á Søgufrøði eisini gera vart við, at staðfesta upprunan til kelduna/ tekstin. Hetta krevur, at kelduávísingar eru í tekstinum, sum gera tað møguligt fyri lesaran at kanna eftir, um tilfarið er rætt tulkað/týtt.
Tá teir sjálvir gera vart við hetta, undrar tað meg ikki sørt, at rithøvundarnir gera ein hin grovasta feilin, tá tað kemur til reella søguskriving, nevniliga gloyma kelduávísingarnar. Ikki ein kelduávísing er í allari bókini, sum m.a. hevur til endamáls at læra miðnámsskúlanæmingar at skriva góðar søguritgerðir. Feilurin verður roknaður so álvarsamur, at nógvir søgulærarar beinleiðis ávara næmingarnar um, at teir dumpa, um teir gloyma kelduávísingarnar ella ikki hava ordan í notuapparatinum.
Tað er í lagi at velja at geva eina bók út, uttan at hava notur við hvønn kapittull, ella á hvørjari síðu, men so eiga ávísingarnar ístaðin at standa í innganginum ella aftast í bókini. Gamaní, í innganginum í Søgufrøði stendur skrivað, at teir byggja bókina partvíst á metoduhugsanina hjá Kristian Erslev (1852-1930) og partvíst á egnar undirvísingarroyndir s.9. Teirra undirvísingarroyndir seti eg ikki spurnartekin við á nakran hátt. Hvar ella hvussu teir brúka hugsanirnar hjá Kristian Erslev havi eg hinvegin ilt við at síggja, tí fyri mær sær søgufatanin hjá høvundunum út til at vera hermeneutisk (innihald og formur hanga saman), og í beinleiðis andsøgn til ta positivismu, sum Erslev umboðar (innihald/søgugransking og formur/søguskriving skarpt sundurskild), men lat tað fara. Størsti trupulleikin er, at har er okkurt grundleggjandi, sum manglar. Bókin, sum meginparturin av tilfarinum í Søgufrøði er úr, verður ikki nevnd við einum orði í innganginum, og heldur ongin kelduávísing er við teir einstaku kapitlarnar. Tað einasta staðið, Fortida er ikke hva den en gang var er nevnd, er í bókmentaskránni, saman við 30 øðrum titlum, meira ella minni brúktum til bókina. Verdens Historie I er als ikki nevnd í bókmentaskránni. Hetta vil eg í frægasta føri kalla óheppið sjusk og í grovasta føri kalla markleysan frekleika. Tað er alt í lagi at nýta tilfar frá øðrum, men so skal tað gerast heilt greitt, at talan er um tilfar, sum er umsett/umskrivað, við greiðari ávísing til, hvaðani tað stavar. Hetta kundi verið gjørt so einfalt, sum t.d. at nevnt Knut Kjeldstadli í innganginum saman við Kristian Erslev. At tað ikki verður víst til Kjeldstadli fær meg at illtonkja rithøvundarnar fyri at vilja taka æruna av tilfari, teir onki eiga í. Hetta skuldi ikki verið neyðugt, serliga tá ein lesur inngangin hjá Kjeldstadli. Hann sigur m.a. í innganginum til bók sína: ³Synspunkterne gjør ikke krav på orginalitet; de er lært av, lånt fra og delt med mange andre historikere. Grunnen har Bertol Brecht gitt i Kalenderhistorier (opprinnelig 1949):¹I dag,¹ klaget herr K., ?finns det utallige som offentlig roser seg av å kunne lage svære bøker helt alene og dette blir overalt godtatt [...] Og uten hjelp, bare med de usle materialene som en enkelt mann kan slepe fram, bygger de sine hytter! Større bygninger kjenner de ikke enn dem en enkelt mann er i stand til å bygge alene!¹² (s.6.)
Eg haldi hóast alt, at Søgufrøði samanumtikið er ein góð bók, undantikið einkultum óhepnum brotum, sum kundu verið rættað í eini møguligari aðru útgávu. Hon er væl egnað til søguundirvísing á miðnámsskúlunum, tí tilfarið er gott, líka mikið, hvør hevur skrivað tað. Tað er bara spell, at eitt so óheppið brek sum manglandi kelduávísingar skal skemma eina annars so henta bók.
Annika Joensen