Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Hurðin inn til herbergið hjá Frelsunar Herinum stendur opin. Í sjálvum durinum stendur Niels Edvard Olsen, sum er leiðari á herberginum og hevur verið tað síðani 1998. Ein annar, sum eisini hevur verið á herberginum, síðani tað lat upp, er Margar. Margar Djurhuus Jacobsen, ein 35 ára gamal heimleysur føroyingur.
Margar var nummar 23, sum kom ígjøgnum hesa hurðina, aftan á at vit høvdu latið upp í 1998, greiðir Niels Edvard Olsen frá.
Margar vil fegin greiða frá sínari støðu, og samstundis vinnur hann eina løtu afturat inni í fjálga køkinum á herberginum, áðrenn tað steingir. Klokkan er farin av tíggju fyrrapartin, og tá steingir herbergið vanliga. Burtursæð frá trimum tímum seinnapartin er herbergið so stongt til klokkan tíggju á kvøldi.
Margar setur seg niður og byrjar at greiða frá.
Nú mást tú ikki skrøgga, hin gamli, sigur Niels Edvard vinarliga við hann.
Margar ristist illa, og røddin er hás. Uppvaksin á barna?heiminum, haðani hann flutti sum 22 ára gamal. Hann fekk ein kjans við einum línubáti, og hevur hann livað av tí síðani. Men heimleysi sjómaðurin er eisini rúsdrekkamisnýtari. So mikið álvarsligt er tað, at hann er ikki førur fyri at varðveita ein bústað.
Hvat skal eg siga? Eg eri bums. Bums og sjómaður, staðfestir hann og suffar.
Margar er í kovboybuksum, troyggju og gráum dýnujakka. Ristandi hendurnar spæla við ta svørtu Manchester United húgvuna. Tenninar glinta í munninum og gera tað torført hjá honum at tosa týðuliga. Tár renna úr eygunum, og andlitið er reytt og hovið.
Fyri tíðina siglir Margar við línubátinum, Ecliptica, men veit onki um, nær hann skal avstað aftur.
Eg gleði meg at sleppa umborð aftur, men eg hevði eisini viljað fingið ein annan kjans, greiðir Margar frá. Dreymurin er Enniberg.
Tá Margar ikki siglir, fær hann arbeiðsloysisstuðul, men teir pengarnir røkka ikki langt.
Fortel henni nú, hvussu langa tíð tað tekur tær at drekka pengarnar upp, Margar!
Niels Edvard blandar seg uppí....Margar hyggur upp á hann og sigur seg ikki vita. Men viðgongur so, at pengarnir bara strekkja til nakrar heilt fáar dagar.
Seksmans kamar
Herbergið hjá Frelsunar Herinum í Magnus Heinasonargøtu er ikki stórt. Ein køkur, gongd, eitt wc, ein borðkrókur og tvey kømur. Annað kamarið er til kvinnur, men í løtuni svevur ongin kvinna á herberginum. Inni í kamarinum, har Margar og hinir hava sovið í nátt, er trongligt. Seks seng?ur standa heilt tættar inni í kamarinum. Ikki meira enn tríati sentimetrar eru ímillum tær.
Teir fáa akkurát føturnir ímillum sengurnar, tá teir skulu reisa seg, greiðir Niels Edvard frá. Men tað fær ikki verið øðrvísi, sigur hann.
Her er gott at vera. Fólkini eru fitt. Niels Edvard er sum ein pápi fyri meg, og eg búgvi í einum góðum heimi, sigur Margar.
Men tað kundi verið gott at havt sítt egna kamar, leggur hann so stillisliga afturat og fer á føtur. Levi, vinurin hjá Margar, stendur í gongini og bíðar eftir honum. Margar veit ikki, hvar teir fara, men fyrst og fremst vilja teir hava okkurt drekkandi.
Eg havi tólv krónur, og tær skulu brúkast til eina øl. Tað er tað einasta, eg havi ráð til, sigur Margar og fer yvir til Niels Edvard og klemmar hann.
Vit síggjast, Margar. Ansa væl eftir tær, sigur Niels Edvard og fylgir teimum báðum á dyr. Hann læsir úthurðina, so skjótt hinir báðir eru uttanfyri.
Í dag var tað ikki so ringt at læsa, sum tað kann vera, tá tað er illveður, sigur Niels Edvard Olsen.
Herbergið:
hevur opið frá klokkan 22 til 10 og 14 til 17
upp í 12 fólk hava yvirnáttað á herberginum samstundis
í 2004 gistu tilsamans 46 ymisk fólk á herberginum. Herav 39 menn og 7 kvinnur
í 2004 fekk herbergið 750.000 krónur í stuðuli úr landskassanum og 300.000 krónur frá Tórshavnar býráð. Tórshavnar býráð hækkaði játtanina upp í 350.000 krónur í 2005.
í 2004 fekk Blái Krossur íalt 500.000 krónur frá Tórshavnar kommunu og Landskassanum til raksturin av Kaffistovuni.
Kelda: Álitið um heimleys