FB-Ráðstevna
Undir orðaskiftinum á ráðstevnuni, sum Føroya Banki skipaði fyri fríggjadagin, snúði kjakið seg serliga um skiljing av fiski.
Olaf Olsen var fyrstur at taka orðið. Hann legði fyri við at spyrja landsstýrismannin, Bjørn Kalsø, hvat landsstýrið meinar við, tá ið hann tosar um lóg um almenna uppboðssølu.
Landsstýrismaðurin svaraði, at í verandi lóg eitur tað "lóg um almenna uppboðssølu", og tí hevði hann málborið seg soleiðis.
Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum, segði, at felagið fer ongantíð at góðtaka, at støddarskiljing verður eitt lógarkrav. Hann segði seg hava roynt at sett seg í samband við Fiskimálastýrið um hesi viðurskifti, men sum hann tók til, at "har eru tey so ofta á skeiði".
- Hevur landsstýrið ikki skilt boðskapin hjá felagnum, kunnu tey fáa hann inn við "skeið", segði hann skemtiliga.
Jákup helt ikki, at tað fer at geva skipum og manningum nakað eyka í prísi, antin fiskurin úr eini vanligari ísfiskalast verður skildur ella ikki.
Anfinn Olsen, reiðari, tók undir við formanninum í reiðarafelagnum.
Hann segði, at tað, sum seljarin vil, er at fáa besta prís fyri fiskin og teir, sum keypa og selja eitt nú hýsu av landinum, ynskja ikki, at fiskurin er skildur umborð.
- Skal tað vera eitt krav, at fiskurin verður skildur, áðrenn hann verður seldur, kann hann skiljast inni á gólvinum.
Anfinn segði, at teir, sum keypa fiskin og selja hann feskan av landinum, vilja hava hann í somu kassum, sum hann er í, tá ið hann kemur upp úr skipunum.
Egil Olsen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum, er heitur talsmaður fyri, at fiskurin verður skildur omborð.
- Eg og Jákup Sólstein verða ongantíð samdir um henda spurning.
Egil nevndi, hvat tað hevur merkt fyri línuskipið, Grunning, at teir fóru undir at støddarskilja og merkja fiskakassarnar.
- Verður fiskurin skildur umborð, verður minni handfaring á landi, og vit fáa eina betri góðsku, segði hann og helt fyri, at vit eiga at taka hesa avbjóðing á okkum.
Hann segði, at útlendingar eru vanir við at keypa skildan
? og ikki óskildan - fisk.
Egil Olsen var tó samdur við teimum sum siga, at skiljing umborð, sjálvsagt eigur at geva ein betri fiskaprís.
Bjørn Kalsø helt, at Jákup Sólstein meldar hart út.
Hann segði, at seinasta skeiðið, tey í fiskimálaráðnum høvdu verið á, var nevniliga í støddarskiljing.
Bjørn helt tað vera náttúrligt, at Jákup og Anfinn eru ivingarsamir um skiljing umborð, tí hetta gevur meira arbeiði umborð.
Landsstýrismaðurin var ikki so avgjørdur um, hvørt skiljing umborð eigur at ásetast við lóg ella kunngerðum.
- Eg vænti, at hetta fer at koma av sær sjálvum, tá ið útlendingar sleppa fram at føroyska fiskamarknaðinum, tí uttan skiljing verða skipini avmarkaði í sølu av fiskinum.
Bjørn helt tað eisini hava týdning, at føroysk virkir kunnu bjóða uppá tær nøgdir av fiski, sum tey vilja, og í hesum sambandi vísti hann á, at bæði stødd og aldur á fiski kunnu hava týdning fyri prísin, sum virkini vilja gjalda.
- Tað, sum vit arbeiða við í landsstýrinum, er ikki liðugt enn, og enn hevur vinnan ikki havt høvi at siga sína hugsan.
Landsstýrismaðurin helt tað vera umráðandi, at øll hesi viðurskifti fáa ta umrøðu, tey hava uppiborið.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, helt fyri, at eru trupulleikar í vinnuni á landi, nyttar ikki at flyta hesar út á sjógv.
Hann helt eisini, at almenni parturin í fiskavirkisvinnuni átti at verið privatiseraður aftur.
- Eg havi ongan hoyrt nevnt hetta á fundinum, segði hann.
Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, segði, at tey hava mælt til, at selt verður úr felagnum, um góð boð eru, men hann legði dent á, at eftir hansara tykki skal hetta ikki verða til "vinir og kenningar", sum hann tók til.
Árni Joensen, formaður í ráfiskaseljarafelagnum, segði seg taka undir við Anfinni Olsen um skiljing.
Hann helt tað verða eitt stig aftureftir at skilja fiskin umborð, tí hetta verður ein "niðurflokkin" av fiski, sum hann segði.
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, spurdi landsstýrismannin, um landsstýrið ætlar, at allur fiskur skal skiljast umborð - ella bara tann parturin, sum fer til ES.
Bjørn vísti á, at í uppskotinum hjá landsstýrinum, er talan um at støddarskilja allan fisk.
Egil Olsen helt, at einasti møguleikin at fáa meira fyri fiskin, er at støddarskilja.
- Verður fiskurin ikki støddarskildur, trúgvi eg ikki, at kappingin um fiskin verður nóg stór.
Jákup Sólstein helt tað vera í fínasta lagi, um skiljing verður frívillug.
Um umrøðuna av, hvørt skip og virkir aftur skulu tvinnast meira saman, helt formaðurin í reiðarafelagnum, at hetta bert kann føra til ein uppaftur lægri avreiðingarprís.
- Hesum eru vit hart ímóti, segði hann.
Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, tók undir við, at fiskurin verður støddarskildur umborð.
- Eg haldi, at hetta er ein sjálvfylgja.
Hann vísti á, at øll virkir í Føroyum, sum selja feskan fisk, støddarskilja.
- Tey smáu virkini, vit hava, mugu kunnu keypa fisk, sum er støddarskildur, segði hann.
Anfinn Olsen segði, at ein stórur partur av fiskinum verður støddarskildur, áðrenn hann verður seldur.
- Tað eru nakrar hýsur, sum ikki verða skildar, tí her fáa vit meira fyri fiskin við, at hann ikki verður skildur.
Meinhard Jacobsen segði, at allur upsin, sum Føroya Fiskavirking keypir, er støddarskildur.
Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli og stjóri á Kósini, helt ikki, at tað kann vera ein so stórur trupulleiki at skilja fisk í einar 10 støddir, tí umborð á Skálabergi verður fiskurin skildur í 70 støddir, sum hann tók til, hóast hetta ikki rættiliga kann samanberast.
Olaf Olsen segði, at tú fært ikki manningina at skilja fiskin umborð, soleingi teir einki fáa fyri tað.
Hann spurdi, hvussu tað ber til, at manningarnar umborð á íslendskum skipum góðtaka, at fiskurin verður skildur umborð, tá ið tølini vísa, at teir ikki fáa meira fyri fiskin kortini.
Hann vísti eisini á, at skip, sum eru knýtt at virkjum í Íslandi, í miðal fáa minni fyri fiskin enn tey, sum eru "leys".
Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, segði, at í Íslandi hava ikki færri enn trý verkføll verið í samband við hesi viðurskifti, har fiskimenn eru ónøgdir við fiskaprísirnar.
Hann segði, at ein partur teirri "succes", sum føroyska fiskivinnan hevur upplivað fram til fyri 2-3 árum síðan, eitt nú botnar í, at skipini vórðu loyst frá virkjunum.
Árni Joensen segði, at vil keyparin rinda meira fyri skildan fisk, kann hann taka undir við, at fiskurin verður skildur umborð, men hesum er als eingin trygd fyri ? og í løtuni er einki, sum bendir á, at hetta er so.
Hendrik Old, løgtingsmaður, helt ikki, at tað skuldi verið so trupult at skilt línufisk, tá ið ein og ein fiskur kemur um lúnningina í senn.
- Hvør skal keypa eina stóra last í Føroyum, har fiskurin ikki er skildur, spurdi hann.
Jákup Sólstein segði, at fiskurin í ávísum førum kann skiljast umborð, men hann er ímóti, at hetta skal gerast við lóg ella kunngerðum.
Kjartan Joensen, løgtingsmaður, sum eisini rekur fiskavirki í Leirvík, segði, at trupulleikin er ikki, at tey ikki fáa fatur á rávøru.
- Vit fáa so nógva rávøru, sum vit vilja, men vit hava ongan, sum dugir at selja lidnu vøruna.
Hann segði, at so hvørt, sum vit hava fingið fleiri sølufeløg í Føroyum, er prísurin á lidnu vøruni bara vorðin minni.
Jóhannes Olsen, stjóri á P/F Snodd, helt ikki, at vit eiga at seta lóg ella kunngerðir í verk sum krevja, at fiskurin verður skildur umborð.
- Eg haldi, at teir, sum vilja gjalda fyri tað, skulu fáa skildan fisk, segði hann.