er grundin at vóna at ein nýggja vinna kann taka seg upp, sum kann gerast stór - kanska ógvuslig - vil onkur siga. Tað er oljuvinnan. Um rætt verður atborið so kann hettar bliva ein vinnuliga týðandi vinna [...] í lagi og tað er treytin fyri demokratiinum. Við oljuni verður tað tað sama. Har verður ein uttanríkissíða og ein innanríkissíða. Tað sum fyrst og fremst ræður um at vit hava eina professionella uttanríkissíðu [...] gjørdi eitt gott og grundleggjandi arbeiði í oljuspurninginum. Tað bleiv stovnsett ein sjálvstøðug umsiting, har bleiv sett ein oljuráðleggingarnevnd við einum formanni, ið hevði altjóða royndir og altjóða
avgjørt, at hesin túrurin er við til at lata eyguni upp fyri teimum møguleikum ein oljuvinna gevur. Tí er Alaskavitjanin ein týðandi brikkur í uppbyggingini av eini oljuvinnu í Føroyum. At oljuvinnan nærkast [...] er rætt at fyrireika okkum til eina komandi oljuvinnu. ? Vit hava hoyrt og sæð hvussu oljuvinnan er bygd út í Alaska og hvønn kollveltandi týdning hon hevur fingið fyri fólkið ið her býr. Vit hava eisini [...] samtakið, við Texaco, Arco, Conoco og Murphy Oil hevur staðið fyri, eisini hevur fingið at vita hvussu ein ikki eigur at bera seg at. ? Tað sum umræður er at nýta tær resoursir, sum eru í landinum skilagott
sigldi ikki so langt. Eg var aftur her mitt í nátt ? eg veit ikki, kanska einaferð um 5-tíðina. ? Síðani fór eg til hús í Rituvík at fáa mær ein slang, áðrenn Fiskamarknaðurin á Toftum læt upp, og eg kundi sleppa [...] beinanvegin. Hann ætlaði at egna nakrar stampar aftrat til ein nýggjan túr. Av tí at hann egnir so at siga alt sjálvur, tekur tað sína tíð. Tí var tað ein spurningur um hann kláraði at egna so mikið, at hann [...] stampin, so eri eg nøgdur við tað! Sjáldan langt úti Ein so royndur útróðrarmaður sum Benadiktus veit sjálvandi nógv um streym og vind. Men eisini ein heilan hóp um tey góðu miðini. Hevur hann so nøkur mið
trupult at fáa teir sum eiga skipini at gera t. d. avtalu við okkum um 1000 tons til ein ávísan prís, tí teir eru kanska bangnir fyri at teir missa við tað, sigur fiskasølustjórin. ? Men tað er tann vegin [...] teir sum eiga fiskin eisini vera til reiðar til at taka ein part av »fíggjarváðanum«, við at gera avtalur um eina lutfalsliga stóra nøgd til ein fastan prís, leggur Hans Johannes á Brúgv afturat. Gongd [...] komin meira og meira gongd á framleiðsluna av lidnum vørum. Hagtølini siga okkum eisini at so er, tí ein alt størri partur av føroyska útflutninginum er lidnar vørur, um enn tað, sammett við samlaða útflutningin
hava í dag, er kanska besta trygdin fyri, at so stórur partur av Føroya fólki fær gagn av tilfeinginum, tí tey leggja fiskin upp á land, og geva harvið nógv arbeiði. Eingin vil gjalda Ein spurningur, sum [...] við veruleikan at gera. Heldur tú kanska, at hann hevði ynskt, at loyvið til at reka peningastovn skuldi verið endurnýggjað hvønn mánað? Nei, hetta er í veruleikanum ein jagstran av fiskivinnuni, sigur Bjarti [...] í framtíðini skulu seljast á uppboði, sum serliga hevur fingið reiðarar at vakna við kaldan dreym. Ein teirra er Bjarti Mohr, sum er stjóri í fyritøkuni Ísbjørnini, ið umframt at hava virkið í Álakeri,
gott út fyribils. Er ein møguleika Johan Páll Joensen sigur, at hetta er tann fyrsta royndin teir gera við hesum. Úrslitið av hesi royndini verður so avgerandi fyri, um hetta er ein táttur, Kósavirkið tekur [...] hann ikki í, at hesin møguleikin fer at verða brúktur meiri. Og gongur tað væl, kann tað eisini fáa ein ávísan týdning fyri Kósavirkið Vánaligur Prísur Johan Páll Joensen sigur, at bretar gera lítið burturúr [...] tá ið tey sigla niður við ørðum fiski. ? Av tí, at hann er so bíligur, hava vit hugsað, at tað ber kanska til at keypa hann higar at arbeiða, sigur Johan Páll Joensen. ? Tí er tað slett ikki óhugsandi, at
byrjaði at telva í 70-72 vóru tey bestu hjá Bobby Fisher. So ein sleppur ikki uttan um at tosa um ta stóru ávirkan ein so góður telvari hevur havt á ein ungling sum meg sjálvan . Talv var í hæddini í 1972 og [...] sum nú. Og hvør veit, ein dag í framtíðini hava tit tykkara egna stórmeistara. Og tað heldur Kasparov ikki er eitt veruleikafjart mál at seta sær. -Umstøðurnar í Føroyum at fáa ein stórmeistara eru tær [...] verða fyriskipaðar í dag. So tað er bara ein spurningur um tíð og eydnu. So eg verði ikki kløkkur um tit innan 3-4 ár hava fingið tykkara fyrsta stórmeistara. Ein stórmeistari hevur eitt ratingtal frá 2400
føroyingar, at ein er eitt sindur varin við at bjóða út, nú markið ikki er ásett. Hetta kann loysast við eini politiskari semju ella kann ein semjast um, hvat ein er ósamdur um, tvs. at ein hevur eitt øki [...] føroyingar semjast innanhýsis um, hvar ein slík støð skal vera. Fyri oljufeløgini hevur tað minni at siga, hvar ein útgerðarstøð liggur. Tað mest umráðandi er, at tað er ein útgerðarstøð, sum øll oljufeløgini [...] Hann eitur Tor Lund og er ein av oddamonnunum í eini av størstu fyritøkunum í Noregi, nevniliga Norsk Hydro. Sum ein av stjórunum í hesi risafyritøku var tað náttúrligt, at Tor Lund var við á samkomuni
hevði tosað við ein skúlaflokk, sum sat eftir við tí kenslu, at tinglimirnir ikki vóru serliga vinarligir hvør móti øðrum. ? Men soleiðis er politikkur nú einaferð, vil onkur kanska siga. ? Jú, gamaní [...] hann dugað sera væl at gera nýtslu av, sigur Hans Pauli. ? Hann veit, at tekur ein somu vendingar upp aftur í saman, so er ein betri møguleiki fyri at áhoyrararnir »fanga boðskapin«. Og júst hetta hevur hann [...] Bretlandi í 1964. Gjørd var ein yvirgangsskipan, sum skuldi verða galdandi í 10 ár. Hernaðarstøðir hava verið á Malta í nógv ár. Bretar hava havt fasta støð í nógv ár og henda støð var ein partur av yvirgangsskipanini
peningi, vitan og arbeiðstíð sera dýrtkeypta farm sum føroysk alivinna umboðar, hevði ikki bert verið ein beiskur biti fyri mong; tað hevði búskaparliga og sosialt eisini verið ábyrgdarleyst, serliga tá hugsað [...] tað finnast kassar innan føroyska fíggjarvinnu, ið standa til at bresta av akkumuleraðum peningi - ein hóttanarmynd, ið við tíðini gerst meira og meira verulig, alt vegna nakrar fáar milliónir í gjaldføri [...] um tað, viðmerkti Rúni Dam. ? Trupulleikin er bara, at vinnan er í álvarsligum trupulleikum; fyri ein íleggjara at trúgva upp á verkætlanir í hesari vinnu krevst, umframt at hann hevur váðafúsan kapital