? Gloym útlendskan kapital til alivinnuna

Tað verður torført at fáa útlendingar at seta pening í føroyska alivinnu, meinar ráðgevin Rúni Dam, og peikar á tann føroyska kapitalmarknaðin sum upplagt alternativ

? At tveita fyri borð tann í peningi, vitan og arbeiðstíð sera dýrtkeypta farm sum føroysk alivinna umboðar, hevði ikki bert verið ein beiskur biti fyri mong; tað hevði búskaparliga og sosialt eisini verið ábyrgdarleyst, serliga tá hugsað verður um, at tað finnast kassar innan føroyska fíggjarvinnu, ið standa til at bresta av akkumuleraðum peningi - ein hóttanarmynd, ið við tíðini gerst meira og meira verulig, alt vegna nakrar fáar milliónir í gjaldføri, sum resta í hjá alibrúkunum fyri at fáa vársmoltið sett út nú í næstum.
So sigur ráðgevin Rúni Dam, sum í nógv ár hevur starvast innan føroyska alivinnu, og hvørs benchmarking fyritøka, Avrik Spf, herfyri gav út »Ársfrágreiðing fyri 2003 ? Hagtøl úr Alivinnuni«.
Rúni Dam meinar, at alt tos um útlendskan kapital til alivinnuna er órealistiskt í løtuni orsakað av støðuni sum hon er, nevniliga av tí at tað kann vera torført at fáa útlendskar íleggjarar innan stutta tíð at skilja potentialið hjá hesari vinnu.
? Tað verður tosað um, at vit mugu loyva útlendskum íleggjarum at seta pening í føroyska alivinnu og alt gott um tað, viðmerkti Rúni Dam.
? Trupulleikin er bara, at vinnan er í álvarsligum trupulleikum; fyri ein íleggjara at trúgva upp á verkætlanir í hesari vinnu krevst, umframt at hann hevur váðafúsan kapital og er til reiðar at satsa upp á nakað, ið ikki verður roknað sum serliga trygg íløga? so má hann vera rættiliga kunnigur um føroyska alivinnu og hennara fyritreytir, umstøður og møguleikar ? fyri at hann yvirhøvur skal kunna síggja meining í at seta pening í. Alt hetta tekur longri tíð, enn okkara kreppurakta alivinna kann bíða eftir.
? Samstundis finnast á tí føroyska kapitalmarknaðinum nógvar hundraðtals milliónir krónur uppsamlaðar, og ein partur av hesum hevði í prinsippinum kunnað verðið innskotin í alivinnuna.
Spurdur um hann sipar til ávísar fíggjarstovnar, svarar ráðgevin játtandi tó uttan at útpeika nakran við navni.
? Tað skerst ikki burtur, at ávísir peningastovnar hava fíggjað stórar partar av okkara alivinnu, men tað finnast eisini aðrir stovnar? sum sita á risastórum peningaupphæddum, men kanska ikki altíð vita, hvat teir skulu gera við hendan kapital. Eg havi tosað við leiðandi fólk har sum eisini taka í álvara sína ábyrgd at fara skilagott um allan hendan pening, sum hetta samfelagið hevur latið teimum at umsita. Men okkurt bendir á, at stirvnar mannagongdir steðga neyðugari nýhugsan?
Sum skilst er tað beint nú um at gera hjá alarum at fáa vársmoltið til høldar; verður einki sett út í apríl-mai, so merkir tað, at biomassin minkar so mikið, at tað kann gera enda á einum stórum tali av alibrúkum. Hesin vandi tykist nærliggjandi í løtuni orsakað av, at gjaldførið hjá flestu alibrúkum er lítið og einki, aftan á at eginpeningurin er uppetin av teimum trupulleikum, sum hava herjað tey seinastu tvey-trý árini.