spælararnir ikki enn at vera tunaðir til neyvt og ferðmikið spæl. Kappingin um Løgmanssteypið hevur altso ikki hvest fótbóltsspælið nóg nógv, og tað eigur at vera tilfar til sodningar. Nú var talan í vikuskiftinum [...] fer at eiga tveir lutir í steypinum, sum tað skal spælast um til og við 2008 ? um ikki okkurt felag longu frammanundan hevur vunnið tað til ognar. Higartil hevur lítið bent á, at tað skal laga seg soleiðis [...] tiknir við, tá ið fyrsta umfarið í landskappingini verður vigað við tí fyri eyga at meta um, hvussu tey tíggju í bestu deildini eru fyri. Tepurt hjá fleiri GÍ avrikið sunnudagin vísti aðra síðu av gøtumonnum
farnir til lønarhækkingar hjá øllum fakbólkum. Til barsilsskipan, avtøku av karensdøgum, lestrarstuðul, hækkaðar pensiónir, skúlaverkið, sjúkrahúsverkið, eldraøkið, serforsorg, til almannaverkið og til íløgur [...] eisini fegin. Til dømis vildi fegin eg hoyrt, hvørjir batar hendu, tá Verkamannafylkingin við navnframum fakfelagsfólki sat á tingi og í samgongu frá 1994-1998? Og hvør politikkur til frama fyri verka-fólk [...] javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin og mong lesarabrøv gera Karsten Hansen og Tjóðveldisflokkin til syndabukk fyri eitt verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum. 0g øll arbeiðarafeløgini hava gjørt tað við stórum
sleppur á legu og fær eitt upplivilsi fyri lívið. Men gev gætur, at umsóknarfreistin er úti longu 15. februar. Umsóknir kunnu sendast til Páll Tummasarson á Tvøroyri. Til ber eisini at ringja á tlf.: 37 12 [...] Klubbarnir skipa fyri í summar har ungdómar úr nógvum ymsum londum hittast. Hetta er ein lega, har einir 30 ungdómar ímillum 17 og 21 ár úr nógvum ymsum londum hittast og á legununum verður skipað fyri alskyns [...] skonnart og tað ber eisini til at rógva í kano. Men vitjað verður eisini á tí kenda Norðsjóvarsavninum o.s.fr. Áhugaðir ungdómar í Suðuroy, sum eru ímillum 17 og 21 ár, og sum hava hug til eina heilt øðrvísi feriu
seinastu fýra árini hava um 5000 fólk leitað sær til stóru og fjølbroyttu framsýningina, Hendur & Hugflog, sum Føroya Heimavirkisfelag hevur skipað fyri í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Fíggjarliga hevur [...] landsstýrismaðurin í vinnumálum harmast um, at framsýningin fer fyri bakka, veit Randi Vang at siga. Menningarstovan hevur verið við øll árini fyri at veita sakkunnleika og hjálp. At hon ikki skuldi vera við [...] fyrireikararnir av stevnuni vitað leingi. Kortini hava fólk av Menningarstovuni verið við til at søkt pengar til stevnuna í ár eisini vegna Føroya Heimavirkisfelag. - Uppgávan hjá Menningarstovuni hevur
sett til 1.november 2002. Høvuðstreytin fyri at fáa pengar er, at skúlaflokkurin er bæði gestur og vertur. Hann skal vitja ein skúlaflokk við javnaldrum í onkrum Norðurlandi, og tey skulu so koma til Føroya [...] annan stuðul til skúlabarnaferðir, Nordplus Mini. Hann er fyri elstu flokkarnar í fólkaskúlanum. Føroyskir skúlaflokkar kunnu eisini søkja har. Norrøna Felagið fær annars umsóknir um stuðul til mangt og hvat [...] hvat. Men felagið umsitur bara hendan eina studningin, tann til næmingaferðir. Umsóknir um stuðul til annað verða ikki viðgjørdar ella svaraðar. Birgir heldur fram Nevndin í Norrøna Felagnum hevur skipað
strýkur fram við, hevur. - Her koyra nógvir lastbilar og trailarar, og tað er greitt, at hesir eru til ampa fyri børnini í grannalagnum. Tí heita vit á kommununa um at taka neyðug stig beinanvegin, soleiðis [...] Ferðsla Menning setir síni krøv, eisini til vegirnar. Har trongligt er í bygdum øki, kann vera torført at loysa trupulleikarnar, tá ið nógv og tung ferðsla fer fram við. Fólk, sum eiga børn og búgva við [...] súkklu og koppaði undan bilinum. Tað var eftir eina slíka hending, at vit við undirskriftum vendu okkum til kommununa um at fáa vegforðingar á vegin, soleiðis at ferðin - ikki minst hjá lastbilum og trailarum
bera til. Hevði stuðulin frá Mentanargrunni Landsins verið á sama støði sum fyri t.d. tveimum árum síðani, vóru væl fleiri bøkur komnar út upp undir jólini 2001. At tað komu so nógvar bøkur út fyri jól [...] hava, hóast tað er eitt bakkast fyri føroyska bókaútgávu. Men beint frammandundan í samrøðuni sigur formaðurin, at vit skulu ansa eftir ikki at dramatisera niðurskurðin til bøkur, tí: »Tað, eg veit um, eru [...] stuðul til«. Við øðrum orðum: Tað eru bara forleggjararnir, sum geva ilt av sær. Bøkurnar koma kortini. Men her er komin kuril á logikkin hjá formanninum. At tær bøkur, sum stuðul er latin til, koma út
krónur fyri at seta eitt stempul á eitt pappír, sum ítøkiligt dømi er um, spyr hann. Og gjøldini til sosialu skipanirnar í Føroyum, eitt nú til Almannstovuna, eiga at vera avtikin. Ístaðin ber tað til at [...] kann gerast, uttan á nakran hátt at gera okkum til eitt hentleikaflagg, tí ymisk krøv, sum eru óliðilig, kunnu lækkast, hóast skipini skulu lúka øll kvøv fyri tað. ? Samanumtikið skal skipanin gerast nógv [...] Alternativ Inntøka ? Tað eru avgjørt møguleikar fyri at fáa fleiri útelndsk skip skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS. Tað heldur Óla Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, sum verður
eru nakrir møguleikar fyri at veita stuðul, men í fíggjarlógini fyri næsta ár er ein nýggj konto, sum møguliga kann koma klaksvíkingum til hjálpar. 500.000 krónur eru settar av til træplanting, og hon er [...] burtur, sigur hann. Um myndugleikarnir koma til ta niðurstøðu, at fornminnini eiga at verða grivin út, so fer Tórbjørn Jacobsen at royna at fáa pengar til vega til útgrevsturin. [...] løgtingsmaður úr Fólkaflokkinum, á í einum fyrispurningi til Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Jógvan Lützen spyr, um nakar møguleiki er fyri, at Klaksvíkar kommuna kann fáa fíggjarligan stuðul, so fríøkið
høvi til at skifta orð við teir tríggjar um oljuvinnu í Suðuroynni, um støðuna hjá oynni sum heild og um, framtíðina hjá hesi oyggj. Samstundis var ætlanin at Eyðun Elttør skuldi hava umboð fyri oljufeløgini [...] Ætlanin var, at vinnulívið í Suðuroynni skuldi fáa høvi til at hitta oljufeløgini og at greiða teimum frá, hvat vinnan í Suðuroynni er før fyri, og annars at skifta orð um, hvussu eisini vinnulívið í [...] havi mælt til, at fundurin verður kortini, tí eg haldi, at tað hevur stóran týdning at ein slíkur fundur verður í Suðuroynni, sigur Varaløgmaður. ?Á hesum fundunum hevði tað kunnað borið til at skorið