Leygardagin 12. januar hevði Sosialurin samrøðu við føroyskar bókaútgevarar og við formannin í Mentunargrunni Landsins, Róa Patursson. Bókaútgevararnir ? teirra millum undirritaði ? vildu vera við, at stuðulin frá Mentunargrunni Landsins til føroyska bókaútgávu var minkaður so nógv, at mong forløg fóru at leggja stilt ella taka øll rep í seglini.
Formaðurin í Mentunargrunni Landsins vísir ikki frá sær, at føroyska bókaútgávan er minkað við nærum einum triðingi farna árið, og at studningurin til ta einstøku bókin er væl minni enn áður. Um somu tíð ger hann vart við, at tað er ikki vist, at føroysk bókaútgáva fer at fáa fleiri pengar, tó at Mentunargrunnur Landsins fær eina hægri játtan. Tað er so nógv annað, sum hevur stuðul uppiborið innan føroyskt mentanarlív.
Hetta er ein greið mentanarpolitisk støðutakan, sum bæði formaður og nevnd sjálvsagt hava teirra fulla rætt at hava, hóast tað er eitt bakkast fyri føroyska bókaútgávu. Men beint frammandundan í samrøðuni sigur formaðurin, at vit skulu ansa eftir ikki at dramatisera niðurskurðin til bøkur, tí: »Tað, eg veit um, eru allar tær bøkurnar komnar út, sum Mentanargrunnurin hevur latið stuðul til«. Við øðrum orðum: Tað eru bara forleggjararnir, sum geva ilt av sær. Bøkurnar koma kortini.
Men her er komin kuril á logikkin hjá formanninum. At tær bøkur, sum stuðul er latin til, koma út, er tí at avgerðin longu er tikin frá forløgunum, tá ið umsóknin verður latin inn. Av royndum vita vit, hvussu smábýttur studningurin hevur verið í reiðiliga eitt ár, og tí verða bókaútgávur steðgaðar, áðrenn Mentunargrunnur Landsins verður søktur. Tað er sostatt nógv, sum verður steðgað, tí at forløgini framman undan vita, at hetta fer ikki at bera til.
Hevði stuðulin frá Mentanargrunni Landsins verið á sama støði sum fyri t.d. tveimum árum síðani, vóru væl fleiri bøkur komnar út upp undir jólini 2001. At tað komu so nógvar bøkur út fyri jól 2000, tá ið sama nevnd býtti somu upphæddir út, var millum annað tí, at vit í forløgunum enn ikki vóru greið yvir, at studningurin var so nógv minkaður. Í dag dragast vit øll við undirskot frá hesum bjartskygda skeiði.










