Tunga ferðslan til ampa fyri børnini

Fólk, sum eiga børn og búgva við vegin millum Bakaríið í Fuglafirði og Vónina vilja hava vegforðingar, tí tey ræðast tungu ferðsluna sum koyrir til og frá havnaøkinum

Ferðsla

Menning setir síni krøv, eisini til vegirnar. Har trongligt er í bygdum øki, kann vera torført at loysa trupulleikarnar, tá ið nógv og tung ferðsla fer fram við.
Fólk, sum eiga børn og búgva við vegin millum Bakaríið og Vónina í Fuglafirði, eru ikki trygg við umstøðurnar, nú stórir og tungir bilar dagliga ferðast oman og niðan á havnaøkið.
Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár, men so hvørt virksemið økist, økist ferðslan eisini.

Næstan?

- Vit vita um hendingar, har børn næstan hava ligið undir bilunum. Í tí eina førinum var barnið á súkklu og koppaði undan bilinum. Tað var eftir eina slíka hending, at vit við undirskriftum vendu okkum til kommununa um at fáa vegforðingar á vegin, soleiðis at ferðin - ikki minst hjá lastbilum og trailarum - verður minni.
Fólk, sum búgva á hesum vegastrekki í Fuglafirði, siga, at kommunan í fyrstu syfti tók undir við teimum og segði seg vilja minka um ampan við vegforðingum.
- Men nú hava vit skilt, at hesar ætlaninar eru sleptar. Nú verður tosað um gonguteig í staðin, men vit duga illa at síggja, at pláss er til gonguteig á vegnum, sum ikki er serliga breiður.
Eini 11 børn úr 8-9 árum og yngri búgva við nevnda vegastrekkið. Flestu børnini eru millum 4 og 5 ár.
- Skal gonguteigur gerast á hesum vegastrekki, verður neyðugt at taka eitt ella tvey hús niður, samstundis sum neyðugt verður at taka burtur av gørðum, sum liggja fram við ovaru síðu á vegnum.

Skjótari?

Í Fuglafirði siga tey, at bert ein lítil partur av ferðsluni til og frá havnalagnum koyrir oman longur inni í bygdini, tí bilførararnir eftir øllum at døma ikki vilja geva sær stundir at koyra eftir bryggjuni.
- Tað er skjótari hjá teimum at koyra úteftir tí gamla bygdavegnum og út á havnaøkið.
Fólk, sum búgva á hesum vegastrekki í Fuglafirði, halda, at einar 2-3 forðingar høvdu tikið nógv av ferðini, sum tunga ferðslan, ið strýkur fram við, hevur.
- Her koyra nógvir lastbilar og trailarar, og tað er greitt, at hesir eru til ampa fyri børnini í grannalagnum. Tí heita vit á kommununa um at taka neyðug stig beinanvegin, soleiðis at vit, sum búgva millum Bakaríið og Vónina, kunnu kenna okkum tryggari.
Sosialurin fer at venda aftur til málið í komandi blaði.