Kunnu fáa eina til tvær milliónir fyri hvørt skip

Altjóða skipaskrásetingin í Føroyum kann gerast ein verulig inntøkukelda hjá føroyska landskassanum, men at bara at lækka skattin er ikki svarið, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum

Alternativ Inntøka

? Tað eru avgjørt møguleikar fyri at fáa fleiri útelndsk skip skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.
Tað heldur Óla Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, sum verður ein av teimum, ið fara at leggja fram á ráðstevnuni hjá Skipatingi í dag. Sí aðrastaðni í blaðnum.
Fáur hevur kannað altjóða skipaskrásetingar so nógv sum hann, tí hann er júst nú í ferð við eina ritgerð um evnið í sambandi við hægri lestur.
Hann heldur, at tað ber til at fáa eina inntøku uppá millum eina og tvær milliónir av hvørjum útlendskum skipi, sum verður skrásett í FAS.
Eftir FAS- skipanini betalir manningin 35% av inntøkuni í skatti, men 28% av upphæddini fær reiðarin endurgoldið úr landskassanum, sigur Heðin Poulsen á Sjóvinnufyrisitingini, ið eisini fer at leggja fram í dag.
Inntøkan hjá landskassanum er sostatt 7%, men harafturat koma ymisk gjøld, eitt nú skrásetingargjald og onnur gjøld.
Hann sigur, at ymsir mátar eru at fáa inntøku av altjóða skipaskrásetingum.
?Ein máti er at manningin betalir skatt. Ein annar máti er at betala skatt eftir, hvussu nógv tons skipini eru.
? Sostatt veit reiðaríðið altíð, hvussu stórur skatturin er, sama um tað gongst væl ella illa.
Hann væntar, at møguleikar eru fyri at fáa meiri burturúr FAS, men tillagingar krevjast og tað krevst eisini, at reiðarar verða betri kunnaðir um hana, tí kappingin er hørð.

Lágur skattur er ikki svarið
Óla Hans Hammer Olsen sigur, at skulu vit fáa nakra munandi inntøku av FAS skipanini, má skipanin broytast, tí og í nógvum førum er hon ein forðing.
?Men tað er púra greitt, at tað er ikki bara at lækka skattin og halda, at so koma skipini av sær sjálvum. Men lægri skattur hjálpir sjálvsagt til.
Hann sigur, at nógvar aðrar tillagingar eru neyðugar, eitt nú at lækka ymisk avgjøld.
? Ein máti er at gera eina skipan, har reiðararnir betala skatt eftir tonsatalinum, skipini hava.
?Aðrastaðni kunnu reiðarar velja, antin teir vilja betala skatt av avlopinum, ella um teir vilja betala skatt eftir tonsatalinum og tað eiga vit eisini at umhugsa í Føroyum.
?Hjá teimum stóru, múgvandi feløgunum, loysir tað seg best at betala skatt eftir tonsatalinum, men hjá minni reiðaríðum betair tað seg betri at betala skatt eftir avlopinum.
Óla Hans Hammer Olsen heldur eisini, at FAS lógin má broytast, so at tað kann bera til at gera avtalur við útlendskar sjómenn, uttan at teir skulu noyðast at búgva í Føroyum, ella vera limir í føroyskum fakfelag.
? Tað verður eisini neyðugt at tillaga onnur gjøld, eitt nú skrásetingargjald og stempulavgjald. Er tað rímiligt, at vit fáa 150.000 krónur fyri at seta eitt stempul á eitt pappír, sum ítøkiligt dømi er um, spyr hann.
Og gjøldini til sosialu skipanirnar í Føroyum, eitt nú til Almannstovuna, eiga at vera avtikin. Ístaðin ber tað til at skipanirnar í tryggja manningina á annan hátt.
? Vit eiga eisini at broyta ymisk tekniskt krøv, tí tað kann gerast, uttan á nakran hátt at gera okkum til eitt hentleikaflagg, tí ymisk krøv, sum eru óliðilig, kunnu lækkast, hóast skipini skulu lúka øll kvøv fyri tað.
? Samanumtikið skal skipanin gerast nógv meiri altjóða og nógv meiri kappingarfør, skal tað eydnast at fáa skip hendanvegin, heldur Òla Hans Hammer Olsen.
? Tað er eisini neyðugt at kunna útlendskar reiðarar um skipanina.
Hann vísir á, at landskassin fær góðar tvær milliónir í inntøku av Berginu, men hann veit eisini, at teir eru ikki heilt nøgdir við.