Lá ikki fyri at fara til Suðuroyar

? Tað er vetur og Suðuroyarfjørður er ikki altíð so tespiligur at fara um, sigur Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnurá. Vónandi verður fundurin seinni, sigur Høgni Hoydal

 

Avlýsing


Tað verða ongir fundir ímillum landsins hægstu politikarar, oljufeløgini og suðuroyingar í dag.

Tað var annars ætlanin, at tað skuldu vera tveir forvitnisligir fundir í Suðuroynni í dag. Í fyrstu atløgu skuldi almenningurin í Suðuroynni fáa høvi til at hitta teir tríggjar topp-politikararnar, Anfinn Kallsberg, Løgmann, Høgna Hoydal, Varaløgmann og Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum. Á tí fundinum skuldu suðuroyingar sum heild fáa høvi til at skifta orð við teir tríggjar um oljuvinnu í Suðuroynni, um støðuna hjá oynni sum heild og um, framtíðina hjá hesi oyggj.

Samstundis var ætlanin at Eyðun Elttør skuldi hava umboð fyri oljufeløgini suður við sær. Ætlanin var, at vinnulívið í Suðuroynni skuldi fáa høvi til at hitta oljufeløgini og at greiða teimum frá, hvat vinnan í Suðuroynni er før fyri, og annars at skifta orð um, hvussu eisini vinnulívið í Suðuroynni kundi fáa lut í oljuvinnuni.

Hesir báðir fundirnir vóru avtalaðir, tá í nevndin í Suðuroyar Oljuvinnuráði var á fundi við Landsstýrið fyrr í hesum mánaðinum.

Men tað er nú greitt, at hvørgin fundurin verður.

Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar oljuvinnuráð, sigur, at teir hava fingið at vita, at tað lá ikki fyri hjá løgmanni at koma. Avboðið kom fyrr í vikuni.

Hann sigur, at teir sóu hetta tiltakið sum eina eind og tá ið ein so týdningarmikil politikari, sum sjálvur Løgmaður, fekk forfall, er grundarlagið tikið undan fundunum báðum.

? Tí hava vit gjørt av at avlýsa fundirnar, sigur hann.

Og í løtuni veit hann ikki, antin fundurin verður seinni, ella um hann er avlýstur við alla.

Og hóast Viberg ikki fær dult fyri, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at tað varð neyðugt at avlýsa fundin, hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar.

? Eg havi ongar viðmerkingar uttan tað, at nú er vetur og Suðuroyarfjørður er kanska ikki altíð so tespiligur at fara um hesa ársins tíð.......


Vónandi verður fundurin

Høgna Hoydal, varaløgmaður vónar ikki, at fundurin nú er avlýstur við alla.

? Eg havi mælt til, at fundurin verður kortini, tí eg haldi, at tað hevur stóran týdning at ein slíkur fundur verður í Suðuroynni, sigur Varaløgmaður.

?Á hesum fundunum hevði tað kunnað borið til at skorið út í papp, hvat virksemið skal vera í Suðuroynni. Tað hevði borið til hjá vinnulívinum at fingið at vita frá oljumálaráðharranum akkurát, hvat hann meinar við, tá ið hann sigur, at oljuvirksemið skal eisini vera í Suðuroynni. Og tað hevði borið til at fingið at vita frá oljufeløgunum sjálvum, akkurát, hvat virksemið, tey kunnu leggja í Suðuroy og hvat skal av virksemi, vinnan í Suðuroy kann taka lut í.

? Á tí almenna fundinum høvdu vit sostatt eisini sloppið undan at tosað í almennum vendingum. Ístaðin høvdu vit kunnað fortalt suðuroyingum heilt ítøkiliga, hvussu nógv, og hvat slag av virksemið, kundi verðið í Suðuroynni.

Hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri Suðuroynna, at fundurin verður.

?Avgerðin um oljuhavnina er fallin og tað er nú, at landsstýrismaðurin í oljumálum skal góðkenna ætlanirnar hjá oljufeløgunum.

Í hesum sambandi minnir Varaløgmaður á, at oljumálaráðharrin hevur lagt stóran dent á, at oljuvinnan skal koma øllum landinum til góðar og í tí sambandinum hevur hann beinleiðis nevnt Suðuroynna.

Á fundinum við Suðuroyingar hevði borið til at fingið ítøkiliga at vita, hvat liggur í hesum sigur Høgni Hoydal.