verið skiftandi leiðarar og starvsfólk á dansistaðnum. Í nógv ár var Páll Arge drívmegin, men hann hevur einki havt við Club 20 at gera í nógv ár nú. Tað hevur hinvegin Petur Olsen, sum er stjóri, og hóast [...] Sunnunáttina fer kanska kendasta dansistaðið í landinum í søguna. Tá ið fólk einaferð ímóti morgni eru rikin út, verður lykilin snaraður um fyri seinastu ferð í Club 20. Dansistaðið hevur verið partur [...] tann heilt stóra broytingin nú gerast í hølunum. ? Vit fara at hava stongt í ein mánað, men tá ið vit so lata upp aftur, verður tað við einum heilt nýggjum náttklubba. Tað verður eitt nýtt navn, eitt nýtt
ætlanirnar hjá Húsalánsgrunninum settar í verk, verða nógvar íbúðir bygdar, serliga til eldri fólk, sum so selja síni hús, og tá verða fleiri tøk. Og tað skuldi bøtt eitt sindur um støðuna, sigur Leivur [...] hevur ikki loyvi til at selja tað víðari. Tórshavnar kommuna tekur tí ímóti grundstykkjum aftur, ið fólk hava keypt, men ikki hava nakrar ætlanir við. - Eigarin av grundstykkinum fær endurgjald sambært ásetingum [...] fyri at taka grundstykki inn aftur, tí eftirspurningurin er stórur. Sleppa undan at útstykkja Hvussu nógv grundstykki eru í kommununi, sum eigararnir ongar ítøkiligar ætlanir hava við, er ilt at meta um,
um hann varð uppsagdur áðrenn. Nógv fólk høvdu leita sær sær niðan undir Krákugjógv, so stóra, ljósa matstova skúlans varð fullsett, og løtan gjørdist avbera hugnalig. Fólk frá nógvum ymiskum fyritøkum, [...] Páll Ismarsson Joensen er tann í løtuni nógv umtalaði persónurin, sum verandi leiðslan fyri Vinnuháskúlan hevur ætlanir um at siga úr starvi. Móttøkan, sum fakfelagið fyri lærarar, sum starvaðust á Ma
Nógv eru tey, ið hava havt heilagu Bíbliuna á lofti, og í egnum rættvísi dømt hini samkyndu til illamann. Ikki er tað sørt, at vit - sum einans síggja aktuellu lógarbroytingina sum ússaligt mannaverk [...] umráði, har víttgangandi fundamentalistar hava vald og ávirkan - hevur tikið undir við at verja fólk móti ágangi orsakað av húðarliti, átrúnaðarligari sannføring og kynsligari orientering. Sjálvsagt [...] við hesum fólkunum, sum vilja verja eisini samkynda minnilutan! Í Harrans húsi eru mangir bústaðir, so har verður eisini pláss fyri okkum, sum ikki megna at liva syndafrítt, men hava fyrigevingina og náðina
settur at arbeiða við eini verkætlan. Nógv áhugavert tilfar er savnað, og ein faldari er gjørdur, sum vísir hvat hendan ætlan gongur út uppá. Tað sum ger arbeiðið so áhugavert og spennandi er, at hetta er [...] óskrivaðan part av mentan okkara, at Føroya Ellisakfør ætlar at geva út bók um føroysku bilasøguna, og tey fólk sum hava havt tilknýti til bilstarvsgreinina fram til okkara dagar. Fleiri skriva Fleiri hava eftir [...] søgubólkin hjá Føroya Ellisakførum. Til dømis Palli Dalsgaard í Skálavík, sum skrivar um bilar og fólk í Sandoynni, har t.d. fleiri lastbilar vórðu bygdir um til bussar. Sverri Djurhuus skivar um umhvørvið
um, hvussu nógv Vágar eru forkelaðar hetta valskeiðið. Allar atkvøðurnar lupu A um og settu í staðin kross við B, og Jørgen Niclasen fekk nakað at hugsa um. Vágafólk eru sambandsfólk. Nógv fólk arbeiða á [...] skuldi sendast í stundini til Danmarkar um hetta mál. Um yvirtøkan lá í vegin fyri ein nútímansgerð, so skuldi henda ætlan skjótast út. Margháttligt at koma til slíka niðurstøðu, tá vit øll jú leingi hava [...] viðmerking hjá flogvallarovastanum knappliga vendi øllum á høvdið. Men mangt er í neyðini nýtt, plaga fólk at taka til, og tað gera vit eisini á hesum sinni. Sosialurin
týdning er, um kundagrundarlagið er til staðar. Henda støðin liggur soleiðis fyri, at tað kemur nógv fólk á gátt, men soleiðis er ikki alla staðni í landinum, sigur Hákun Djurhuus. Hvar aðrastaðni er møguleiki [...] nógvar kundar, men tað er einki avgjørt um tað enn, sigur Hákun Djurhuus. Stórur áhugi Sum sagt var nógv fólk komið saman í Gøtudali leygardagin og tey sluppu at hoyra kórsang áðrenn bygdaráðsformaðurin í Gøtu [...] fingu ballónir og tílíkt. Og verður undirtøkan hjá støðini framyvir eins góð og hon var leygardagin, so verður trongligt í Gøtudali.
fermetra stórum øki, sum seinni er vaksin munandi. Í fjør starvaðust 76 fólk hjá Bygma Balslevs Timburhandli. Árið fyri vóru tey 62 fólk. [...] hevur ársúrslitið ligið oman fyri 20 milliónir krónur. Hóast koronufarsóttin hevur merkt summar vinnur, so sæst tað ikki aftur í roknskapinum hjá Balslev, sum vísir eitt yvirskot upp á 24,3 milliónir krónur [...] Hann segði seg vænta, at gongdin verður á leið tann sama í ár og næsta ár og grundgav við, at tað eru nógv arbeiði, sum eru í gongd og sum skulu gerast liðug í ár ella næsta ár. – Vit vita væl, at hækkandi
líkindini eru um fjørðin, sjálvt um túrurin um fjørðin bara tekur hálvan tíma. - Eg vænti eisini, at nógv fleiri fólk fara at koma hendanvegin, bæði til gamans og álvara, og eg vænti og vóni, at fleiri fara at [...] tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? - Tað fer at verða liviligari í Sandoynni, tí tað verður nógv lættari at ferðast, og minni tilrættalegging skal til. Hon vísir á, at fyri hana og onnur, sum ikki [...] fasta sambandinum, sum nú verður? - Hóast tað allar helst verða broytingar á summum økjum, síggi eg sum so ongar vansar, men tað má tíðin bara fara at vísa. Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um
siga ofta, at teir taka tað ikki so nær, um onkur finnist at teimum, men politikarar eru eisini menniskju, og summar viðmerkingar raka teg. Eg fái nógv sløg, men nógv av av tí biði eg helst um og havi [...] mongd ímóti teimum røttu. Tá tú klárar tann kunstin, so ert tú fantastiskur leiðari. Eg klári ikki tann kunstin enn. Og geri eg einum persóni órætt, so má eg bakka og biða um umbering. - Til dømis var eg [...] Sjáldan hevur ein løgmaður verið so áhaldandi fyri atfinningum, sum Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið. Ein orsøk er sjálvandi, at við nýggjum miðlum og nýggjari tøkni er nógv lættari og skjótari og sjónligari