Tað hevur gingið sera væl hjá Bygma Balslevs Timburhandli seinastu árini. Trý tey seinastu árini hevur ársúrslitið ligið oman fyri 20 milliónir krónur.
Hóast koronufarsóttin hevur merkt summar vinnur, so sæst tað ikki aftur í roknskapinum hjá Balslev, sum vísir eitt yvirskot upp á 24,3 milliónir krónur í mun til 23,6 milliónir árið fyri.
Bruttovinningurin var í fjør góðar 72 milliónir krónur í mun til slakar 65 milliónir árið fyri.
Eginognin hjá fyritøkuni er nú 106 milliónir krónur í mun til 96,7 árið fyri. Vinningsbýtið til eigararnar er tað sama sum seinastu trý árini, 15 milliónir krónur.
Við Dimmalætting í síðstu viku segði Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev, at tey seldu meira í fjør, enn tey gjørdu í árunum undan koronu-kreppuni.
Hann segði seg vænta, at gongdin verður á leið tann sama í ár og næsta ár og grundgav við, at tað eru nógv arbeiði, sum eru í gongd og sum skulu gerast liðug í ár ella næsta ár.
– Vit vita væl, at hækkandi rentan og tað, at tað gerst dýrari hjá føroysku familjunum at liva, ávirkar keypiorkuna hjá privata brúkaranum, men tey størru arbeiðini, sum eru í gongd, skulu gerast liðug, segði hann.
##med2##
Danska felagið Bygma keypti Balslevs Timburhandil frá Adam Madsen í 2008. Tá hevði familjan hjá Adam Madsenn átt handilsvirkið í trý ættarlið.
Nevnast kann, at tá Bygma yvirtók Balslev í 2008 var eginognin slakar 65 milliónir og ársúrsltið fyri 2007 var 7,7 milliónir krónur.
Fyritøkan Balslev varð upprunaliga stovnað í Keypmannahavn í 1906. Í 1927 varð deild stovnað í Føroyum, tá byrjað varð í einum lítlum hølum á Hotel Tórshavn. Seinni fekk felagið hølir í Vágsbotni, har tey vóru til miðskeiðis í tríatiárunum, tá stórur gomlsu- og skrivstovubygningur varð bygdur á nýggju bryggjuni við Eystaru Vág, og tá øktist virksemið nógv við heilsølu, kol- og timburhandli og fiskiskipum.
Reiðaravirksemið varð selt frá í fimmtiárunum, og heilsøluparturin varð seldur frá seinast í sekstiárunum.
Í 1979 flutti timburhandilin niðan í Hoyvíkar í ein 3000 fermetrar stóran bygning á einum 10.000 fermetra stórum øki, sum seinni er vaksin munandi.
Í fjør starvaðust 76 fólk hjá Bygma Balslevs Timburhandli. Árið fyri vóru tey 62 fólk.