Móttøka á Maskinmeistaraskúlanum

Hósdagin 19. oktober var skipað fyri móttøku á Maskinmeistaraskúlanum undir Krákugjógv í sambandi við, at Páll Ismarsson Joensen hevur starvast sum lærari á skúlanum 25 ár


Páll Ismarsson Joensen er tann í løtuni nógv umtalaði persónurin, sum verandi leiðslan fyri Vinnuháskúlan hevur ætlanir um at siga úr starvi.
 
Móttøkan, sum fakfelagið fyri lærarar, sum starvaðust á Maskinmeistaraskúlanum áðrenn samanleggingina við Føroya Sjómansskúla, skipaði fyri, kom í lag í seinastu løtu av tí, at eingin veruliga var greiður yvir, um Páll fór at náa stóra dagin sum lærari, ella um hann varð uppsagdur áðrenn.
 
Nógv fólk høvdu leita sær sær niðan undir Krákugjógv, so stóra, ljósa matstova skúlans varð fullsett, og løtan gjørdist avbera hugnalig. Fólk frá nógvum ymiskum fyritøkum, stovnum og feløgum vóru komin at heilsa uppá Páll. Nógvir starvsfelagar, verandi og fyrrverandi, eins og fyrrverandi næmingar og næmingar, sum í løtuni ganga á Maskinmeistaraskúlanum. Einki umboð fyri Mentamálaráðið møtti. Heldur ikki var nakar frá leiðsluni fyri Vinnuháskúlan.
 
Rættiliga nógvar røður vóru hildnar til heiðurs fyri Páll, tað tók nærum ongan enda. Fyriskipararnir kendu seg nærum noyddar at geva fólki avmarkaða talutíð. Søga Pálls sum skúlans maður varð væl og virðiliga útgreinað, og tað var ikki smávegis rós, hann fekk. Øll kenna Páll frá sínum sjónarhorni, starvsfelagar, næmingar, umboð fyri SEV, Maskinmeistarafelagið, Fiskimannafelagið, Føroya Sjómansskúla, Tekniska Skúla o.s.fr., og øll høvdu sítt boð uppá, hvussu tey kenna Páll sum tann dugnaliga, hegniga, nærlagda og sjáldsama góða læraran, sum hann í roynd og veru altíð hevur verið og enn er. Eisini tá ið langa søga skúlans við ringum korum varð umtalað, hvussu stóran leiklut Páll altíð hevði sum undangongumaðurin, íbirtarin og tann, ið helt áfram, inntil alt var liðugt gjørt. Flestu vóru eisini samd um, at Páll eigur sín stóra part av æruni av, at skúlin undir Krákugjógv gjørdist veruleiki, og at øll tann útgerð, ið har stendur, nakrantíð var fingin til vega. Onkur fyrrverandi næmingur segði, at teir sum næmingar skiltu ikki, hvussu lærararnir á Maskinmeistaraskúlanum megnaðu at vera lærarar fulla tí og samstundis tilvirka alla ta útgerðina, sum gjørd varð til royndir o.a.
 
Teir sum hildu røðu vóru t.d. Magnus Simonsen, Finnur Johansen, Poul Kristian Henriksen, Niels Johannesen, Helgi Hansen, Regin Olsen, Óli Jacobsen, Egon Øregaard og Dávur Holm Jacobsen.