Club 20 letur aftur

Sunnunáttina verður fyri seinastu ferð nakrantíð dansur í Club 20. Tað 15 ára gamla dansistaðið hevur tænt fyri seg, og tí verður tað nú stongt. Um ein mánað letur nýggjur náttklubbi upp í somu hølum

Sunnunáttina fer kanska kendasta dansistaðið í landinum í søguna.
Tá ið fólk einaferð ímóti morgni eru rikin út, verður lykilin snaraður um fyri seinastu ferð í Club 20.
Dansistaðið hevur verið partur av náttarlívinum í Havn síðani 1989, og men nú er bara eitt vikuskiftið eftir.
? Club 20 hevur tænt fyri seg, og tí hava vit valt at steingja tað, sigur Petur Olsen, sum er stjóri.
? Vit síggja hinvegin møguleikar fyri einum nýggjum og øðrvísi náttklubba í somu hølum, og mánadagin fara vit undir umbyggingina til eitt nýtt stað, sigur hann.

Skifta konsept
Club 20 man hava lagt høli til bæði eitt og annað hesi næstan 15 árini, tað hevur havt opið, og tað hava eisini verið skiftandi leiðarar og starvsfólk á dansistaðnum.
Í nógv ár var Páll Arge drívmegin, men hann hevur einki havt við Club 20 at gera í nógv ár nú.
Tað hevur hinvegin Petur Olsen, sum er stjóri, og hóast Club 20 fyri kortum bygdi eitt sindur um, skal tann heilt stóra broytingin nú gerast í hølunum.
? Vit fara at hava stongt í ein mánað, men tá ið vit so lata upp aftur, verður tað við einum heilt nýggjum náttklubba. Tað verður eitt nýtt navn, eitt nýtt konsept, og vit fara at hava stranga 21 ára aldursmark, sigur hann.

Nýtt aldursmark
Club 20 hevur annars verið kent sum eitt stað, har tey ungu halda til, men við nú aldursmarkið verður flutt úr 18 og upp í 21 ár signaliserar staðið, at tað stílar eftir einum nýggjum málbólki.
Kappingin millum Club 20 og Platform, sum eru grannar í miðbýnum í Havn, er hørð, og hon verður neyvan minni, nú nýggjur náttklubbi skal bjóða seg fram.
Petur Olsen lovar, at fólk fara at fáa eitt heilt øðrvísi upplivilsi í nýggja klubbanum.
? Club 20 hevur verið sera væl vitjað øll hesi árini, og tað man neyvan vera nakað annað dansistað í landinum, sum hevur fingið slíka undirtøku. Men nú hevur tað tænt fyri seg, og vit fara um ein mánað at bjóða eitt spildunýtt stað fram, sigur Petur Olsen.