Svend Aage Ellefsen: Eina rósu til Sonju Klein og eina til Poul Michelsen

Nógv er skrivað og nógv er sagt viðvíkjandi upp­skot­i­num at banna niðring og nið­ur­gering av fólki orsakað av teirra ílegum, hvat tí kynsliga við­víkur.

Nógv eru tey, ið hava havt heil­agu Bíbliuna á lofti, og í egnum rættvísi dømt hini sam­kyndu til illamann.
Ikki er tað sørt, at vit - sum einans síggja aktuellu lóg­ar­broyt­ing­ina sum ússaligt mann­a­verk, og ikki sum eina end­ur­skoðan ella broyting av teirri heilagu skrivtini - at vit hava kent okkum illa farin við­víkjandi viðurskiftum okk­ara við Várharra, tá vit taka undir við at verja allar teir minnilutar, sum lívið og søg­an hevur lært okkum ofta verða illa viðfarnir.
Allur heimurin - uttan tey um­ráði, har víttgangandi fund­a­ment­a­listar hava vald og ávirkan - hevur tikið und­i­r við at verja fólk móti á­gangi orsakað av húðarliti, á­trún­að­ar­ligari sannføring og kynsligari orientering.
Sjálvsagt eigur Føroya Løg­ting eisini at gera tað sama!
Tøkk til prestin og fólkafloksmannin
Fyri mín part vil eg takka prest­inum Sonju Klein fyri,at hon í greinini »Størstur er kærleikin« staðfestir í skrivt, at vit framhaldandi kunnu kalla okkum krinstin, og sostatt ikki verða send bein­leiðis til helvitis, hó­ast vit fylkjast saman við hesum fólkunum, sum vilja verja eisini samkynda minn­ilutan!
Í Harrans húsi eru mangir bú­staðir, so har verður eisini pláss fyri okkum, sum ikki megna at liva syndafrítt, men hava fyrigevingina og náð­ina fyri neyðini!
Men nú eg havi pennin í hond­ini, skal mín tøkk ikki minst fara til løgtingsmannin Poul Michelsen, aftur fyri at hann letur møguleikan opn­an, at eisini vit - ið ikki blint fylgja Jenisi av Rana, Óla Breckmann og Billi Just­in­us­sen, tá umræður etiskar spurn­ingar - at eisini vit fram­hald­andi kunnu teljast fólk­a­floksfólk.
Meðan floksfelagarnir all­ir undir tingviðgerðini trask­aðu eftir teirri rásini, sum teir Jenis og Bill slóðaðu fyri teim­um, stóð Poul eins­a­mallur ímóti! Tú vart ó­før­ur Poul, og siðiliga og væl grundgav tú fyri tíni støð­u­takan!
Nógv heldur er tað skyldan hjá einum frælslintum, borg­ar­ligum flokki at verja ein minni­luta, enn at elta har fan­at­ik­arar slóða!