Føroyska bilasøgan ? ein partur av siðsøgu okkara

Føroya Ellisakfør hevur í fleiri ár arbeitt við at savna tilfar til eina føroyska bilasøgu, við tí í hyggju at geva eina bók út um evni. Ein faldari er gjørdur, sum lýsir hesa verkætlan. Um fígging fæst til vega, er onki til hildurs fyri at ein bók verður givin út komandi ár, tá 80 ár eru liðin síðan fyrsti bilur kom higar til lands 6 mai 1922

 

Føroya Ellisakfør hevur í fleiri ár arbeitt við at savna tilfar til eina føroyska bilasøgu, við tí í hyggju at geva eina bók út um evni. Ein faldari er gjørdur, sum lýsir hesa verkætlan. Um fígging fæst til vega, er onki til hildurs fyri at ein bók verður givin út komandi ár, tá 80 ár eru liðin síðan fyrsti bilur kom higar til lands 6 mai 1922


???????????????????

BILAR

Magnus Gunnarsson

???????????????????


Í 1995 varð samtykt í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, at fara undir eina verkætlan til tess savna inn tilfar til eina bók um bilasøguna í Føroyum. Ein søgubólkur bleiv settur at arbeiða við eini verkætlan. Nógv áhugavert tilfar er savnað, og ein faldari er gjørdur, sum vísir hvat hendan ætlan gongur út uppá. Tað sum ger arbeiðið so áhugavert og spennandi er, at hetta er ein almenn søga um hópin av fólki og fyritøkum úr øllum landinum, heilt frá fyrst í 20. øld.

Áhugaverd søga

Av tí at hetta er fyrstu ferð at ein slík søga verður savnað, er talan um eitt stórt og tíðarkrevjandi arbeiði. Tað áhugaverda við bilasøguni er, at vit kunnu fevna um hana alla, og fevnir í tíð ikki meira enn um eina mansævi. Vit eru eitt lítið samfelag, har øll koma hvør øðrum við. Tað er við tí endamálið, at skapa áhuga og varðveita ein stóran, og enn óskrivaðan part av mentan okkara, at Føroya Ellisakfør ætlar at geva út bók um føroysku bilasøguna, og tey fólk sum hava havt tilknýti til bilstarvsgreinina fram til okkara dagar.

Fleiri skriva

Fleiri hava eftir áheitan sent sera áhugavert tilfar inn til søgubólkin hjá Føroya Ellisakførum. Til dømis Palli Dalsgaard í Skálavík, sum skrivar um bilar og fólk í Sandoynni, har t.d. fleiri lastbilar vórðu bygdir um til bussar. Sverri Djurhuus skivar um umhvørvið í Rættará, har hann hevði bilverkstað í mong ár. Jacob Lindenskov skrivar um Tryggingarsambandið Føroyar og biltryggingarnar. Manni Høgnesen í Klaksvík skrivar um bilasøguna í Norðoyggjum. Einar Petersen í Sørvági hevur savnað inn tilfar um bilar í Vágum. Umframt hetta hevur Hergeir Petersen í Havn savnað hópin av søguligum tilfari, heilt frá tí at fyrsti bilinum kom til landið. Enn er tó nógv tíðarkrevjandi arbeiði eftir at gera, serliga tíðin eftir kríggið.