Tað verður liviligari í Sandoynni

- Eg vænti, at nógv fleiri fólk fara at koma hendanvegin, bæði til gamans og álvara, og eg vænti og vóni, at fleiri fara at seta búgv her við teimum góðu møguleikum, sum eru, sigur Sigrid Petersen

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er opin? 

 

- Kenslan er avbera góð, og eg eri sera spent til framtíðina, og hvat hon fer at hava við sær, nú Sandoyartunnilin er latin upp.

 

Tað sigur Sigrid Petersen í Skálavík.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? 

- Tað fer at verða liviligari í Sandoynni, tí tað verður nógv lættari at ferðast, og minni tilrættalegging skal til.

Hon vísir á, at fyri hana og onnur, sum ikki dámdu at fara um fjørðin í illveðri, fer tað at verða ein stórur lætti ikki at skula kanna ættina fleiri dagar frammanundan, tí tú óttast, hvussu líkindini eru um fjørðin, sjálvt um túrurin um fjørðin bara tekur hálvan tíma. 

- Eg vænti eisini, at nógv fleiri fólk fara at koma hendanvegin, bæði til gamans og álvara, og eg vænti og vóni, at fleiri fara at seta búgv í oynni við teimum góðu møguleikum, vit her hava og við tí fyri eyga, at tað er lætt og skjótt at ferðast til og úr meginøkinum. 

Sigrid Petersen heldur, at tunnilin heilt vist fer at hava við sær, at tey ungu fara at støðast longri í oynni, áðrenn tey kanska flyta víðari at nema sær lærdóm, og hetta fer vónandi at geva teimum eitt enn tættari tilknýti til oynna.

- Við tað, at tey ungu steðga longri í oynni, verða tey eisini í longri tíð partur av tí felagsskapi, sum tey frammanundan eru í, og hetta skuldi gjarna gagnað øllum.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður? 

- Hóast tað allar helst verða broytingar á summum økjum, síggi eg sum so ongar vansar, men tað má tíðin bara fara at vísa.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Nógvar avbera góðar løtur hava verið við Teistanum, har tú hevur hitt fólk, fingið eitt gott prát ella hevur havt eina stuttliga løtu. Samstundis er tað sera vakurt at sigla um fjørðin í góðum veðri. Nú er tó at vóna, at vit fara at fáa hesar góðu løtur í øðrum góðum sambandi, sigur Sigrid Petersen.