Á síðsta býráðsfundi í Havn varð samtykt, at Tórshavnar kommuna í framtíðini ikki loyvir sølu av grundstykkjum sínámillum. Tað vil siga, at ein, ið keypir eitt grundøki frá Tórshavnar kommunu, hevur ikki loyvi til at selja tað víðari. Tórshavnar kommuna tekur tí ímóti grundstykkjum aftur, ið fólk hava keypt, men ikki hava nakrar ætlanir við.
- Eigarin av grundstykkinum fær endurgjald sambært ásetingum í skjeytinum og fyri skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við stykkið, men rentuútreiðslur verða ikki endurgoldnar, sigur Leivur Hansen.
Orsøkin til, at Tórshavnar býráð tekur hetta stigið, er, at tað ikki hevur ætlanir um at fara undir nýggjar útstykkingar í næstu framtíð.
- Í dag er grundarlag hjá kommununi fyri at taka grundstykki inn aftur, tí eftirspurningurin er stórur.
Sleppa undan at útstykkja
Hvussu nógv grundstykki eru í kommununi, sum eigararnir ongar ítøkiligar ætlanir hava við, er ilt at meta um, men býráðsformaðurin í Havn metir, at talan um eini 50-100 stykkir. Tey flestu eru í Hoyvíkshaganum og á Hamrinum á Argjum. Kommunan hevur í løtuni 25 grundstykki tøk.
- Málið er farið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina, har tað skal gerast av, hvussu farast skal fram. Men eftir øllum at døma fara vit at venda okkum til tey, sum eiga óbygd grundstykki, fyri at vita, um tey hava ætlanir um at byggja á tað. Hava tey tað, fáa tey eina freist at fara undir byggingina, hava tey ikki tað tekur kommunan stykkið inn aftur, sigur Leivur Hansen.
Í løtuni er freistin fyri bygging í sambandi við víðarisølu eitt ár.
- Vit hava varugan av, at nógv stykki, ið eru keypt frá kommununi, verða seld víðari, men í øllum førum skal kommunan góðtaka søluna, og tá hava vit sett ta treyt, at tað verður fyri tann prísin, tað upprunaliga varð keypt fyri.
- Vit vilja helst sleppa undan at fara undir nýggjar útstykkingar fyrr enn tað er neyðugt. At útstykkja er rættiliga kostnaðarmikið, vit hava bert eina avmarkaða orku til nýíløgur og vit sleppa ikki at taka lán. Verða ætlanirnar hjá Húsalánsgrunninum settar í verk, verða nógvar íbúðir bygdar, serliga til eldri fólk, sum so selja síni hús, og tá verða fleiri tøk. Og tað skuldi bøtt eitt sindur um støðuna, sigur Leivur Hansen.