ferð í næsta mánaði verður lagt fyri býráðið. Harald Bjørgvin kann ikki siga, hvat umsitingin fer at mæla til, tí tilmælið er ikki skrivað enn. Hann rósar annars starvsfólkunum í Birkilund fyri forstáilsi [...] eftirmátingarnar vóru gjørdar. Tølini eru nógv batnað, men stórar ábøtur mugu gerast á tey trý rúmini. Hvat tað fer at kosta, veit Harald Bjørgvin ikki enn. Herfyri segði Heðin Mortensen, at um kostnaðurin
ella úrlatin til at sýna fram, er ilt at siga, men hann slapp sanniliga at spæla við vøddunum. Handilin hevði tó eisini ungar, coolar fýrar og fínar menn til at vísa, hvat man kundi bera omaná undirklæðunum [...] ungu áskoðarunum. Mótaskálin, 29 og nýggi handilin Unique høvdu allir flottar ungar damur, sum vistu, hvat tær gjørdu, tá tær spákaðu framvið pallinum í tí nýggjasta og smartasta úr løttu summarkolleksjónunum
fram. Tit bróta upprunaliga føroyska ljóðmúrin og vísa okkum nýggjar hæddir. Ítróttur á hesum støði er ein gáva fyri føroyingar. Allir føroyingar føla, at vit eiga ein part av tykkum. Mest sum hvørt barn [...] eisini úti í heimi. Vit spegla okkum í tykkum. Børn, ung, vinnulív, politiska skipanin. Tit vísa okkum, hvat vit veruliga megna í Føroyum, um vit seta okkum mál og arbeiða miðvíst. Tit vísa okkum, at vit í Føroyum [...] liðið stendur saman. Og at tora at droyma stórt. Takk fyri, at tit bróta ljóðmúrin og vísa okkum, hvat ber til í Føroyum. Takk fyri, at tit læra okkum at droyma enn størri. Óansæð hvussu hondbóltsævintýrið
Kala, Hans Petur og Pedvin. Annfinn var ein evnagóður drongur, ið hevði ríkar gávur til mangt og hvat - t.d. tekniskt snildi og hegni. Hann hevði listarligar gávur, ið sýndu seg í góðum tekningum á ungum [...] ár, f. 1990). Annfinn var ein persónur, ið var góður at heita á og kundi fáa alt tekniskt í ordan, hvat tað so var. Hann arbeiddi altíð nógv og spardi seg ongantíð. Fyri nøkrum árum síðan fór heilsan at [...] tú vart ein av okkum, og framvegis ert.it minnast teg, so sum tú vart. Í alheimi viti ein slóknaður er. Tó hjá okkum hann enn lýsir bjart. Hvíl í friði, góði Annfinn. Dánjal Petur
H71 lat ongan iva verða um, hvat var betra liðið, tá ið Neistin vitjaði. Hóast neistamenn fingu betru byrjanina upp á dystin, so tóku hoyvíkingar yvir móti endanum av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin [...] steðgin var eingin ivi um, hvat var betra liðið. Halgir og Jakob Seinnu árini hava avrikini hjá H71 verið sera nógv tengd at, hvussu liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, hevur staðið seg. Ábyrgdin á hansara herðum [...] ídystinum. Neistin hevur mist nakrar av profilunum frá í fjør, og sum heild kann sigast, at talan er um eina ógvuliga unga manning, ið skal bera liðið í ár. Kyndil koyrir væl Hin dysturin í Atlantic
Fríðborg í fýra mánaðir. Hesa løtuna fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið á tí unga Kennethi: "Hvat hendir nú?", "Hvat skal eg gera?", "Hvussu skulu vit gera?", "Hvør bestemmar?" - og kanska eisini "Koma vit [...] Hetta er triði túrurin hjá Kennethi umborð á Fríðborg. Hann hevði neyvan væntað at hesin skuldi fáa ein slíkan enda, tá ein brotasjógvur brádliga broytti alt umborð. Kenneth sat júst tá í messuni, tá onkur
havi vóna, at hesin dagurin aldrin fór at koma, har tú ikki ert ímillum okkum longur, men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú fert altíð at hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tað verður ógvuliga tómt [...] tað hjá ommu. Allar tær góðu løturnar saman við tær, fari eg at sakna. Ja tað verður ringt at siga hvat eg fari at sakna mest, tí tað verður alt. Eg eri so glað fyri at hava fingið so nógva tíð saman við [...] abbi, eg og mong onnur sótu hjá tær tann dagin tú fór herfrá, og eg hevði sett mær fyri, líkamikið hvat, so skuldi eg verða hjá tær.Tað var hart at síggja, at tú ikki hevði tað so gott, men eg vildi verða
Og fært tú stuðul er tað eingin sum spyr, hvat tú brúkar hann til og hvat kemur burtur úr. - Samstundis er umráðandi at seta sær nøkur mentunarpolitisk mál, bæði kvantitativ, tvs. hvat og hvussu nógv skal [...] sum í stóran mun er nógv øðrvísi enn tað føroyska. Her er ikki hend tann professjónaliseringin sum hóast alt er farin fram innan føroyskt mentunarlív seinastu árini. Mín uppgáva á Álandi er at stimbra og [...] sjónleikurin onkursvegna er mítt hjartabarn er arbeiðsorkan javnt býtt yvir allar uppgávurnar. - Persónliga er tað spennandi at kasta meg yvir onnur listaøki og seta meg inn í, hvat hendir t.d. innan málningalist
samgonuni, er kanska eisini ivasamt, men tað fer so tíðin at vísa. Hvat fer nú at henda? Í blaðsamrøðu við Sosialin leygardagin sigur løgmaður um marknamálið, at hann kann vissa okkum um, at tað er við at [...] septembur 1997, og at landsstyrið nú kannar, hvat býr undir boðskapinum frá bretsku stjórnini, sum er komin fram ymsastaðni. Men als einki sigur løgmaður um, hvat nú fer at henda. Undanfarni løgmaður heitti [...] hjálpt nógv upp á støðuna Tað er somuleiðis at fegnast um, at búskaparligi vøksturin í hagtølunum er so týðiligur. Lyklatølini í føroyskum búskapi eru rættiliga góð, bæði hvat handils- og gjaldsjavna viðvíkur
løgtingsvalinum, og tað er okkara lyndi. Tað er eisini rætt at so er. Eitt nú í USA kemur ofta fyri, at forsetin er úr einum flokki, meðan meirilutin í kongressini er úr øðrum. Jóannes Hansen vísir á, at talið [...] vísir veruligu fólksligu meiningina. Tí er tað eitt av stóru krøvunum til nýmótans politikkaran, at hann dugir at síggja hvat er í hesum kanningum, líkamikið um talan er um veljara- ella meiningakanningar. [...] fólksliga og fyrisitingarliga fatan av, at Danmark, eisini tá talan er um grundlógarliga Fólkatingið, bert er Danmark. Føroyar og Grønland er als ikki við í hesum spæli og ikki taldar við í kanningum og uppgerðum