Hetta er triði túrurin hjá Kennethi umborð á Fríðborg.
Hann hevði neyvan væntað at hesin skuldi fáa ein slíkan enda, tá ein brotasjógvur brádliga broytti alt umborð.
Kenneth sat júst tá í messuni, tá onkur rópti at ein rútur var brostin inn uppi á brúnni.
- Tað kom faktiskt sum eitt sjokk fyri meg, greiðir hann frá.
Teir lupu frá borðinum og kundu tá bert staðfesta, at nógvur sjógvur rann niður frá brúnni og inn í kømrini.
- Tá skilti eg, at tað var alvorligt!, sigur Kenneth.
Eitt sindur bangin
Hann byrjaði beinanvegin at hjálpa til við at oysa sjógvin fyri borð aftur.
Men hetta var lættari sagt enn gjørt:
- Tað var faktiskt sjógvur allastaðni. Tað kom púra óvart á meg.
- Og skal eg vera heilt erligur, so bleiv eg eitt lítið sindur bangin. Eg havi jú aldrin roynt slíkt fyrr, sigur Kenneth, sum hevur verið umborð á Fríðborg í fýra mánaðir.
Hesa løtuna fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið á tí unga Kennethi: "Hvat hendir nú?", "Hvat skal eg gera?", "Hvussu skulu vit gera?", "Hvør bestemmar?" - og kanska eisini "Koma vit heilskapaðir burtur úr hesum?"
Alarmarnir bibbaðu
Tað gekk tó ein góð - kanska ein alt ov long - løta, til teir fingu fulla greiðu á støðuni á brúnni og umborð annars.
Har stóð kanska ikki alt ov væl til beint tá:
- Uppi á brúnni var ein øgiligur gangur og nógv ljóð. Allir alarmarnir stóðu og bibbaðu.
- Men ein tíma aftaná byrjaðu vit at slappa av aftur, greiðir Kenneth frá.
Samstundis við hetta arbeiddu teir á brúnni at fáa tey nautisku tólini at virka aftur. So líðandi eydnaðist hetta, soleiðis at teir kundu byrja heimferðina, væl fyrri enn ætlað.
Ikki skrekk
Fyri tann unga sjómannin var hetta ein serstøk og ikki sørt ógvuslig hending.
- Hetta var ræðuligt. Eg fekk ikki sovið, men gekk bert uppi allatíðina fyri at vita, hvussu gekst við arbeiðinum.
- Tíbetur endaði alt gott, sigur Kenneth, sum kortini ætlar sær til skips aftur so skjótt sum tilber.
- Eg var eitt sindur bangin, men eg havi kortini ikki fingið skrekk fyri sjólívinum.










