Børnini flutt í høli í grannalagnum

Í mai verður politisk støða tikin til, um dagstovnurin Birkilund í Havn skal umvælast ella takast niður

1. januar yvirtók Tórshavnar kommuna dagstovninum Birkilund á Hoyvíksvegnum, og stutt eftir kom undan kavi, at stovnurin var illa fongdur við blámusoppi.
Tað hendi, eftir at Arbeiðseftirlitið hevði verið á vitjan, biðið kommununa um at gera kanning, sum varð gjørd beinanvegin. Kanningin var av inniluftini.
- Vit staðfestu, at inniluftin ikki var tann besta og at lata trý rúm aftur beinanvegin, sigur Harald Bjørgvin, deildarleiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar býráð.
Kanningarnar vístu, at serliga í teimum trimum rúmunum vóru virðini í luftini oman fyri vandamark, men luftin var heldur ikki ov góð í øðrum rúmum.
Tí varð farið í hernað móti soppinum við at vaska upp og niður. Hetta var ikki vanligt upp og niður vask, men tríggjar ferðir meira umfatandi.
Vaskið hjálpti í fleiri rúmum, men í trimum rúmum var ikki nóg mikið við vaski. Tey rúmini krevja stórar ábøtur.
Komið varð eisini eftir, at fleiri lekar vóru í takinum, og tað hevur likið í fleiri ár.
Samstundis sum allur stovnurin varð soppavaskaður, vóru lekarnir eisini tettir.
Harald Bjørgvin sigur, at hildin varð ein góður kunnandi fundur fyri foreldrum og starvsfólkum, og á tí fundinum vóru eisini Arbeiðseftirlitið og Pál Weihe, yvirlækni, sum greiddi frá heilsuvandum.
Hesin fundur varð hildin, áðrenn vaskingin fór í gongd.
Starvsfólkini og børnini kundu ikki vera á stovninum, meðan vaskað varð, men tað eydnaðist at finna høli ikki so langt frá Birkilund til teirra.
Tá ið rúmini vóru liðugt vaskað, var hurðin latin aftur fyri at sleppa undan smittandi bakterium, áðrenn eftirmátingarnar vóru gjørdar.
Tølini eru nógv batnað, men stórar ábøtur mugu gerast á tey trý rúmini.
Hvat tað fer at kosta, veit Harald Bjørgvin ikki enn.
Herfyri segði Heðin Mortensen, at um kostnaðurin fer um 10 mió. krónur, eigur at verða umhugsað at taka húsið niður og byggja nýggjan stovn í staðin. Tey orðini mugu standa fyri borgarstjórans egnu rokning, sigur Harald Bjørgvin.
Umsitingin fer í næstum at gera eitt tilmæli um stovnin, og hetta tilmælið skal viðgerast í nevndum, áðrenn tað eina ferð í næsta mánaði verður lagt fyri býráðið.
Harald Bjørgvin kann ikki siga, hvat umsitingin fer at mæla til, tí tilmælið er ikki skrivað enn.
Hann rósar annars starvsfólkunum í Birkilund fyri forstáilsi og samstarvsvilja í hesi støðuni, sum hevur verið trupul.