H71 lat ongan iva verða um, hvat var betra liðið, tá ið Neistin vitjaði. Hóast neistamenn fingu betru byrjanina upp á dystin, so tóku hoyvíkingar yvir móti endanum av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin var eingin ivi um, hvat var betra liðið.
Halgir og Jakob
Seinnu árini hava avrikini hjá H71 verið sera nógv tengd at, hvussu liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, hevur staðið seg. Ábyrgdin á hansara herðum hevur verið stór, men í ár hava hoyvíkingar fingið tilgongd av Jakob Jónsson úr Kyndli, og tað tykist hava lætt um trýstið á Halgir.
Teir báðir, Halgir og Jakob, vóru heilt stóru málslúkarnir hjá H71 sunnudagin og fingu tilsamans 20 av teimum 34 málunum hjá hoyvíkingum ídystinum.
Neistin hevur mist nakrar av profilunum frá í fjør, og sum heild kann sigast, at talan er um eina ógvuliga unga manning, ið skal bera liðið í ár.
Kyndil koyrir væl
Hin dysturin í Atlantic Airways-kappingini í vikuskiftinum var millum Kyndil og KÍF, og tann dystin vunnu kyndilsmenn 28-22.
Kyndil legði seg á odda beinan vegin, og hóast tað einans vóru tvey mál á muni í steðginum, so var ongantíð nakar ivi um, hvør fór avstað við sigrinum.
Við úrslitunum um vikuskiftið hava bæði Kyndil og H71 ognað sær fimm av seks møguligum stigum í kappingarbyrjanini, og liðini tykjast verða rættuliga væl fyri.
H71-Neistin 34-25(15-13)
H71: Halgir Dahl Olesen 11(3), Jakob Jónsson 9, Piti Negru 5, Johnny Durhuus 3, Tróndur Vathamar 3, Heini Bentsen 2, Bjarni Sørensen 1
Neistin: Blagoje Buha 7, Birgir Poulsen 5, Tróndur Kragesteen 4, Helgi Michelsen 3, Áki Mørk 3, Jón Clementsen 1, Dann Thorleifsson 1, Jón Ludvig 1
Útvísingar: H71 2, Neistin 5
Diskvalifikatión: H71 1
Dómarar: Kristian og Karsten Joensen
Kyndil-KÍF 28-22(13-11)
Kyndil: Rókur Akralíð 7, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Høgni Klein 5(3), Marius Joensen 3, Ken Zachariassen 3, Janus Einar Sørensen 3, Hjalti M. Jakobsen 1
KÍF: Karl Johan Djurhuus 6(3), Petur Martin Poulsen 4, Suni Davidsen 4, Arnbjørn Hansen 2, Gert Hansen 2, Mirko Milinkovic 2, Rógvi Weyhe 2
Útvísingar: Kyndil 6, KÍF 4
Dómarar: Hallur Danielsen og Petur Skeel Dahl









