Langur leygardagur í Grasagarði

Tað var rættiligt rok í Havnini leygardagin. Frá morgunstundini vóru fólk at síggja allastaðni, og tað var sanniliga eisini nógv at fara til í góðveðrinum. Í Grasagarði var eitt stórt tiltak

Orð: Dánial Hoydal

Myndir: Álvur Haraldsen og »Ítróttur og Frítíð«


Lítla lundin hjá Býráðnum í Havn liggur væl í lívd millum gamla Føroya Banka og Kommunuskúlan og har hava ofta verið hildin serlig tiltøk. Hesaferð brúktu Hvítusunnusamkoman, Miðbýarfelagið og Musikkskúlin gróðrarblettin og pallin í Grasagarði til at gera vart við seg.

Hvítusunnusamkoman legði fyri fyrrapartin við at halda útifund, og klokkan 14 høvdu handlarnir í miðbýnum gjørt seg til reiðar at sýna fram tann nýggjasta summarmótan.


Børn sum gomul

Bæði millum tey, sum sýndu fram klæði og áskoðararnar, sóust fólk í øllum aldri. Børn runnu runt og spældu allastaðni og Benetton brúkti modellir heilt niður í pinkubarnaaldur. Tað dámdi ommum og abbum, sum hugdu at, men tey fylgdu eisini væl við, tá ið Kissa, Vogue og Skálabúðin vístu fram klæðir fyri tey meira tilkomnu.

Handlarnir, sum selja klæðir fyri ung, kappaðust hart um at fanga eyguni og gæturin hjá ungu áskoðarunum. Mótaskálin, 29 og nýggi handilin Unique høvdu allir flottar ungar damur, sum vistu, hvat tær gjørdu, tá tær spákaðu framvið pallinum í tí nýggjasta og smartasta úr løttu summarkolleksjónunum hjá handlunum. Drós á Áarvegnum hevði lagt smyrsl á genturnar.

Ja, tær riggaðu væl tær ungu; so Anfinnur Jacobsen, sum hendan dagin var frásøgumaður fyri Miðbýarfelagið, hevði ilt við at fylgja við. Men vart tú ungur drongur ella maður, sum ætlaði at keypa, mátti tú bíða til handlarnir Wrangler, Kallkyn ella Kissa sendu sítt stás út at venda. Wrangler var ung og smart cowboyklæði og skjúrtur, meðan Kissa vísti tað pena og fína.


Mr. Universe

Men hvøkkinum kom Kallkyn við. Hann hevði fingið fatur á Roberto Morisho, sum var valdur til ársins mannfólk í ´95, og betri fært tú neyvan at vísa mannfólkaklæði fram. Um hann var ílætin ella úrlatin til at sýna fram, er ilt at siga, men hann slapp sanniliga at spæla við vøddunum. Handilin hevði tó eisini ungar, coolar fýrar og fínar menn til at vísa, hvat man kundi bera omaná undirklæðunum hjá Mr. Universe.

Fótbúni og Skilling vóru eisini at hóma av og á. Onkrar smartar brillur her og flottir skógvar har, men annars var tað Wilma, sum hevði tað stuttligasta innslagið: Hann skeyt upp, at vit skuldu brúka tøvdar ullhettur í summar!