høvuðsreglað nú skal víkja meiri og meiri, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. ? Fyrst mátti høvuðsreglan víkja, tí at troløkini skuldi víðkast og nú skal hon aftur víkja tí troltíðin [...] loyna, at trol og faststandandi reiðskapur sampakka ikki serliga væl og eru ikki egna at somu leiðum. ? Hetta hevur onki við tvørrandi samstarvsvilja at gera. ? Men tað er ein veruleiki. Og tað er eisini [...] nógvastaðni hava útróðrarbátar ligið og bíða til troltíðin er av, so at vanligur útróður kann takast uppaftur. Í tíðini millum 11. og 20. august er avtakandi streymur og fellur saman við tíðini, tá ið he
sjálvstýrissamgonga, og síðan sjálvstýrislandstýrið frá 1962 til 1966 er henda ikki roynd. Fyrst havi eg hug at taka fram sjálva uppsetingina av røðuni. Hon er greið við fyrst einum samandrátti og síðan einum meira [...] sínum máli. Orðingar sum privatiseringar, meira umsetiligheit, hin einstaki skal fyrst og fremst taka ábyrgd av egnum lívi og egnari heilsu, hin einstaki hevur skyldu í størri mun at tryggja sín aldurdóm [...] snyr seg um almanna- og heilsuøkið verður sagt, at krøv verða sett okkum um at bróta upp úr nýggjum eina lóggávu um almanna- og heilsuverkið, sum er lagað til føroyska samfelagið og fíggjarorku landsins
summarfrí og at tað tey hava onki fingið gjørt í summar. ? Men málið verður tikið uppaftur nú. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at roknskapirnir fyri 1995 og 1996 eru heilt liðugir og fara til prentingar fyrst í komandi [...] komandi viku. ?? Og vit hava sett okkum fyri, at roknskapurin fyri 1997 skal - og eg endurtaki skal - vera liðugur 1. oktober, sigur hann. ? Og nú fara vit finna útvegir fyri, hvussu tað kann lata seg [...] grannskoðast og góðkennast. Karsten Hansen sigur, at seks mánaða freistin er fyri, nær roknskapirnir skulu verða lagdir fyri tingið. ? Onki stendur í lógini um, nær teir skulu vera grannskoðaðir og goðkendir
Við ongum íløgustuðuli verður tað ógvuliga torført at fá endarnar at røkka saman. ? Og tað verður fyrst og fremst tann nýggjari parturin av trolarunum, sum fær tað tyngst, tí tey standa í mest pengum [...] ? Teir høvdu báði undir Íslandi og Eystanfyri og teir høvdu harafturat alt tað djúpa vatnið undir Føroyum fyri seg sjálvar. ? Síðani er kvotan undir Íslandi skerd og djúpvatnstrolararnir mistu alla sína [...] karmarnir alsamt blivnir trengri og trengri hesi seinastu árini. ? Men vit hava ongantíð fingið nakað afturfyri, sum vigar upp ímóti teimum rættindum, vit hava mist. ? Og nú vit eisini hava mist íløgustuðulin
Veðrið týsdagin og mikudagin: Gul til stívt andøvsgul millum landsynning og landnyrðing. Møguliga regn av og á og hitin um 8 stig. Í gjár: Eitt minni brúgvalag sunnanfyri Ísland fer eystureftir og verður við [...] útsynningi og suðri, sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin upp í 10 stig. Sunnunáttina frískar hann vindin av eystri og samdrigið, men annars turt. Hitin um 8 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrst upp í hvassan [...] hvassan vind av eystri og regn. Seinni hvassur vindur av útsynningi og ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 8 stig. Veðrið mánadagin: Hann minkar vindin av útsynningi og suðri, ælaveður, men eisini sólglottar
lýsast innanhýsis fyrst, men har var eingin umsøkjari, og eftir at Esbern Midjord hevði fingið loyvið at lýsa starvið leyst innanhýsis av nýggjum, søkti Vilhelm og fekk starvið. ? Og síðan 1. september [...] leiðarin hevur farloyvi til 1. januar 1999 og av tí at núverandi avloysari hansara fer úr starvinum, so skal nýggjur leiðari setast tíðina sum eftiri er. Og maðurin, sum skal røkja starvið er ikki heilt [...] Johannesen hevði farloyvi meðan hann sat sum landsstýrismaður í tvey skeið og seinni, tá hann bæði var formaður í tingbólki javnaðarfloksins og formaður í fíggjarnevndini í umleið eitt ár. ? Av tí at flokkurin
elektrisitetið ikki hevði gjørt sína innrás, og havfiskiskapurin fór stetlandi fram á beinunum, og tí óneyðugt við havnaútbyggingum og einans landbúnaðurin og heimaútróðurin við smábátum gav fólki lívsmøguleikan [...] Føroyar. Tað var her í nýggjari tíð: nevniliga fyrst í nítiárunum - tá ið kreppan lamdi alt Føroya land - at fakfeløg, sjófólk og vinnulívsfólk tóku saman um og bjargaði vinnutólum okkara, so hesi ikki komu [...] havnaøkið, á sosiala- og heilsuøkinum og á mentanarøkinum. Innan fiskivinnuna er umráðandi í enn størri mun at sikta hægri, á havnaøkinum við teirri útbyggingum eisini á handilsliga økinum og eisini innan ídnað
dið og mentunardøgum fimta hvørt ár, og hesum hava klaksvíkingar burturi og heima fagnað við at savnast og hugna sær saman. Tiltøkini, sum áhugabólkar og feløg hava ábyrgdina av, eru áhugaverd og hava [...] fisk og fiskaarbeiði, men tí nógv gera tað, og tey, sum ikki gera tað, hava okkurt tilknýti til fiskin og fiskivinnuna. Tá tú tosar við fólk, so fart tú fatan av, at tey fylgja við í ferðsluni inn og út [...] seinni á Oyri og á Uppsalagarði og miðskeiðis í síðstu øld vórðu sýslumanshús bygd. Samfelagsbroytingar Í 1830unum varð ein deild av kongaliga einahandlinum sett á stovn úti í Klaksvík og henda og ikki minst
skipunum og á flakavirkjunum. Samstundis hevur John Petersen, fiskimálaráðharri, gjørt púra greitt, at allur rakstrarstuðul til fiskiflotan, er tikin av, og verður ikki settur í gildi aftur. Og her uppi [...] eg ikki at taka nakra ógvuliga avgerð um longu nú. Málið má mýkjast og viðgerðast fyrst fyri at vita, um tað ikki kann loysast í sátt og semju. Tað er útgangsstøðið, sigur suðuroyartingmaðurin. Skulu hava [...] livilíkindi. ? Og tað ber til at geva teimum livilikindi uttan at geva teimum íløgustuðul. Hann sigur, at fiskimálaráðharrin, og teir, sum varða av djúpvatnstrolarunum hava viðgjørt støðuna saman. Og hann hevur
ina. Og har var ætlanin, at tað skuldi verða avgreitt so at tað kundi verða lagt fyri tingið aftur í morgin. Og síðani skuldi tingviðgerðin ganga skjótt, so at broytingarnar kundi verða lýstar og koma [...] í gjár og skuldi halda fram í dag. Men hon verður neyvan liðug í dag Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at vinnunevndin fer ikki at leypa framav, men fer at viðgerða málið væl og virðiliga [...] fremja, er tað neyðugt, at viðgerðin í vinnunevndini verður nágreinilig og at nevndin fær neyðuga tíð at viðgera allar spurningarnar væl og virðiliga. 40 broytingar Heini O. Heinesen sigur at alt í alt er talan