Vit hava mist nógv rættindi, men hava onki fingið afturfyri

?Og nú íløgustuðulin er rokin, verður tað ómetaliga trupult sigur Marner Lisberg, reiðari

?Vit hava altíð havt ringar sømdir. Men harafturat eru karmarnir alsamt blivnir trengri og trengri hesi seinastu árini.

? Men vit hava ongantíð fingið nakað afturfyri, sum vigar upp ímóti teimum rættindum, vit hava mist.

? Og nú vit eisini hava mist íløgustuðulin má eg viðganga, at tað verður ómetaliga trupult hjá skipunum at klára seg.

Marner Lisberg, reiðari á fleiri djúpvatnstrolarum stúrir ikki sørt, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kunngjørdi í tinginum mikudagin, at hann ætlaði at halda fast við, at íløgustuðulin, sum djúpvatnstrolararnir mistu í mars mánaða, verður ikki settur í gildi aftur.


Mist nógv - onki fingið

Marner Lisberg sigur, at vinnuligi karmarnir hjá djúpvatnstrolarunum hava altíð verið trongir.

? Teir høvdu báði undir Íslandi og Eystanfyri og teir høvdu harafturat alt tað djúpa vatnið undir Føroyum fyri seg sjálvar.

? Síðani er kvotan undir Íslandi skerd og djúpvatnstrolararnir mistu alla sína kvotu.

? Teir mistu eisini alla sína kvotu eystanfyri, tá ið heildarkvotan har varð skerd.

?Hesi seinastu árini hava nakrir av teimum størru trolarunum tó havt eina lítla kvotu eystanfyri, sum hevur givið teimum ein, ella tveir túrar í part.

? Og nú seinast er tað hent, at garnabátarnir hava stikað at kalla allar tær bestu svartkalvaleiðirnar inni.

Marner Lisberg leggur dent á, at hetta er baa meint sum ein staðfesting, ikki sum ein atfinning, tí, tí hann er av teirri áskoðan, at allir skipabólkar skulu hava rætt at vera til.

? Men tað skerst ikki burtur, at hetta er eisini eitt, sum ávirkar rakstur, tí lemmatrolararnir sleppa ikki longur at royna har, teir plaga at royna.

Hinvegin hava djúpvatnstrolararnir hava ikki fingið nakað afturfyri tey mistu rættindini.

? Vit hava heldur ikki fingið ein stert av tí nógva toskinum, sum hevur verið undir Føroyum seinastu árini.

? Vit hava eitt hjáveiðiprosent av toski og hýsu, men tað er so lágt, at tað er ongin møguleiki at leggja seg eftir at fáa eitt sindur av toski, tí tað blívur altíð ov nógv.

Marner Lisberg sigur, at orsøkin til, at trolararnir hava klárað sínar skyldur, er, at teir hava hava fingið íløgustuðul.

Hann vísir á, at allir teir stóru lemmatrolararnir hava eisini veruliga brúkt íløgustuðulin at gera íløgur fyri.

?Teir eru kanska tann einasti parturin í flotanum, sum hevur gjørt nakrar royndir at troyta aðrar møguleikar enn teir vanligu.

? Teir hava m.a. gjørt royndir eftir búrfiski og onkur hevur eisini fingið tað at bera til.

?Vit hava eisini gjørt skipini út at roynt í Irmingarhavinum.

? Hesar royndir hava kostað væl av pengum.


Fýra ár afturat...

Reiðarin á Tvøroyri vísir á, millum 95% og 98% av tí, teir fiska, verður avreitt og virkað í Føroyum.

? Harafturat kemur, at flotin er í hampiliga góðum standi, tí tað er stórur dentur lagdur á viðlíkahaldið.

?Tann elsti djúpvatnstrolarin er Suðringur og hann er 20 ára gamal.

? So við rímiligum viðlíkahaldsútreiðslum høvdu teir havt ein møguleika møguleika at staðið seg, og kanska væl tað - um teir fingu íløgustuðulin.

Marner Lisberg sigur, at høvdu bátarnir fingið íløgustuðul í fýra ár afturat høvdu bátarnir verið komnir so frægt uppundan, at teir høvdu klárað seg sjálvar.

Hann leggur afturat, at tað er onki at ivast í, at helt íløgustuðulin fram, høvdu teir uttan iva verið sinnaðir til at gjørt nakrar fleiri royndir úti í djúpum vatni, kanska uttan fyri 200 fjórðingar, so at peningurin framhaldandi eisini veruliga bleiv brúktur til at koma víðari.


Støðan sera trupul

Marner Lisberg sigur, at heldur John Petersen veruliga fast við, at lemmatrolararnir skulu missa íløgustuðulin, verður støðan ógvuliga trupul.

? Við ongum íløgustuðuli verður tað ógvuliga torført at fá endarnar at røkka saman.

? Og tað verður fyrst og fremst tann nýggjari parturin av trolarunum, sum fær tað tyngst, tí tey standa í mest pengum.

? Men hetta eru eisini tey skipini, sum størst áhugi er fyri uttanlands.

? So hendir tað, at tey ikki klára seg, verður tað útlendingar, sum fara við teimum fyri lítið og lætt.

?Uttanlands er so mikið góður prísur fyri tey, at tað fer ikki at standa á hjá fíggingarstovnunum at fáa sítt aftur.

? Og tað er púra vist, at tað fer ongin føroyingur at keypa tey við ongum íløgustuðuli.


Rakar ávís øki meint

Marner Lisberg vísir á fiskivinnan í Føroyum hevur stóra slagsíðu við tað, at ávís øki í landinum hava mestsum ?patent? uppá ávís skipasløg.

? Tvs, at verður ein bólkur fyri bakkasti, kemur tað at raka ávis øki í landinum so ógvuliga meint.

? Tí má tað verða ein politisk uppgáva at regulera fiskiskapin so, at bakkastini verða avmarkað, so at tey ymsu smásamfeløgini ikki verða kollrend.

?Marner Lisberg sigur, at lemmatrolararnir hava so stóran týdning fyri lokalsamfeløgini í Vágum og í Suðuroy, at missa vit teir, fer tað at fáa heilt álvarsligar avleiðingar.


Fáa 12 trolarar fyri ein

Marner Lisberg sigur, áheitanin á politikararnar er tí at varðveita íløgustuðulin í fýra ár afturat, tí tað hevur avgerandi týdning.

?Ætlanin er at seta 40 milliónir um árið í fýra ár til endurnýgging av skipaflotanum.

?Eg veit ikki, hvussu nógv, ætlanin er, at hvør trolari skal fáa í studningi.

? Men eg gitið, at stuðulin verður ikki minni enn 10-15 milliónir.

? Tvs, at tað einasta, vit biðja um, er at fáa tað í íløgustuðli, sum ein trolari skal hava í stuðuli, tí vit kunnu hava 12 trolarar gangandi fyri somu upphædd, sigur Marner Lisberg.

?Ein djúpvatnstrolari kostar onkustaðni ímillum 60 og 70 milliónir at byggja.

?Og missa vit teir, vit longu hava, er tað heilt óhugsandi, at nakar byggir nýggjar trolarar.

? Tí táið trolarar, sum standa í 10 milliónir ikki standa seg, sigur tað seg sjálvt, at tað er ómøguligt at fáa trolarar, sum standa í 50-60 milliónum at bera seg.

? Tí hevði tað verið skilabetri at varðveitt íløgustuðulin eini fýra ár afturat.

? Og annars er tað ongin, sum veit, hvussu samfelagið sær út um fýra ár, sigur Marner Lisberg, tí tá kann oljan hava kollvelt samfelagið so nógv, at ongin veit, hvussu alt sær út tá. Og tá skulu kanska aftur grundleggjandi broytingar gerast.

? Og tá er tað nógv fyri kanska at hava avhøvdað ein heilan flota av góðum skipum.