Tillukku tit sum byggja henda bý

Setanarrøðan hjá Jógvani við Keldu

Góðu íbúgvar í Klaksvíkar kommunu, góðu norðoyingar, føroyingar og útlendskir gestir!

Hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið nú 90 ár eru runnin síðani Klaksvíkar Kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna.

Løgið hevði verið, um stórbroytingar ikki vóru hendar í eina slaka øld.

Frá einum billeysum samfelag, við smáum trongum gøtum, í eini bygd, har elektrisitetið ikki hevði gjørt sína innrás, og havfiskiskapurin fór stetlandi fram á beinunum, og tí óneyðugt við havnaútbyggingum og einans landbúnaðurin og heimaútróðurin við smábátum gav fólki lívsmøguleikan.

Tað var her frægi sjómaðurin Nólsoyar Páll búði, tá hann framdi serstøku brøgd síni. Hann læt lív fyri 190 árum síðani.

Tað var her millum aðrar stórkeypmaðurin og reiðarin Jógvan Kjølbro vaks upp, og legði lunnar undir stórvirki sítt, sum kom at hava týdning - ikki bert fyri plássið her - men fyri allar Føroyar.

Tað var her í nýggjari tíð: nevniliga fyrst í nítiárunum - tá ið kreppan lamdi alt Føroya land - at fakfeløg, sjófólk og vinnulívsfólk tóku saman um og bjargaði vinnutólum okkara, so hesi ikki komu í eina alment stýrda dansk/føroyska einavirkisskipan. - Hetta elvdi til, at Klaksvíkin fór úr 20% í arbeiðsloysi og niður í so gott sum einki.

Søgan er staðfestandi og varð skapt av undangongufólki okkara - meðan framtíðin kanska kann tykjast kám, men tað eru eisini vit sjálvi, ið eru við til at skapa hana.


Kære gæster fra vore nordiske venskabsbyer, samt vore andre gæster!

Selv om i har fået talen oversat, vil jeg på skandinavisk henvende mig til jer med en tak for et årelangt samarbejde indenfor ungdomsarbejde, uddannelse, kultur, miljø og erhvervsliv. - I er meget velkommen til Klaksvík, og vi ønsker, at i må føle jer som rigtige venner blandt os.

Vort samarbejde med vore venskabsbyer har udvidet vor befolknings samt kulturlivets og erhvervslivets horisont. - Endnu engang tak for det. - Vi håber at vil tilsammen får nogle givende dage.


Tað er við takklæti til tað fólk, ið her býr, og serstakliga til tykkum, sum hava verið við til at skapa lívsmøguleikar her bæði vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt. - Hjartaliga tøkk til feløg og einstaklingar, ið so dyggiliga tóku undir við hesum fyri okkum víðfevndu tiltøkum.

Klaksvíkin hevur ætlanir við útbyggingum bæði innan havnaøkið, á sosiala- og heilsuøkinum og á mentanarøkinum.

Innan fiskivinnuna er umráðandi í enn størri mun at sikta hægri, á havnaøkinum við teirri útbyggingum eisini á handilsliga økinum og eisini innan ídnað, nú tað tykir sum oljuídnaðurin fer at gerast veruleiki. - Eitt fast samband um Leirvíksfjørð er alneyðugt og fer at geva betri møguleikar bæði fyri vinnuna og mentanarlívið, samstundis, sum hetta helst fer at geva okkum kommunalt tættari samstarv.

Vinnulívið í Klaksvík ger bæði íløgur her, aðrastaðni í Føroyum og uttanlands. - Lat meg nevna tað her, at vit eisini bjóða útlendskum íløgum vælkomnum.

Býráðsins og býarinnar vegna fari eg enn einaferð at bjóða øllum aðrastaðni frá at vera vælkomin higar í hesum hátíðarløtum.

Góðu borgarar okkara, býurin er tykkara, gestirnir eru tykkara, hátíðin er tykkara. - Hjartaliga tillukku nú vit hátíðarhalda 90 árini fyri Klaksvíkar kommunu, sum sjálvstøðug kommuna.

Við hesum orðum er 90 ára hátíðarhaldið sett.