kann vissa um, at hetta málið fer at verða viðgjørt í størsta álvar beinanvegin? Hergeir Nielsen leggur afturat, at tað sum er serstakt í hesum máli er, at tað verður Føroya fólk, ið fer at taka endaligu [...] er størsta kanning ið er sett í verk; og tað er púra vist, at hon fer at fáa avleiðingar. Vit hava longu fingið í lag avtalu um samráðingar um einar suverenar Føroyar við donsku stjórnina. Hetta varð samtykt [...] Hvítabók fær avleiðingar Spurt kundi tí verið, um føroyingar kunnu vænta sær, at Hvítabók fer at vera sett meira ella minni til viks, sum frálíður, og loksins endar sum dustsavnari undir liðini á øllum hinum
dent á, at sjálvt um eingin oljuvinna verður, so er íløgan ikki farin fyri skeyti kortini. Hann vísir annars á, at um so er at oljuvinna tekur seg upp og vissa er fingin fyri, at havnin har fer at verða [...] hjá teimum at brúka, so er tað spell, um vit ikki hava møguleika at hýsa teimum til ta tíð. -Eg havi skilt, at tað er ikki so stórur tørvur á havnaøki í sjálvum leitingarskeiðnum, og sum er hava vit longu [...] gjørt greitt, at skal talan verður um at menna og økja virksemið á pláss-inum, so er neyðugt at byggja havnina út. Tí hevur kommunan longu samtykt at fremja eina útbygging, har vaksið verður um havnaøkið á
til tess at útbúgva seg til lívfrøðingar; men sum er, noyðast føroyingar út um landaoddarnar at taka hesa útbúgning. Eyðfinn Magnussen heldur tað vera torført at gita, um Fróðskaparsetrið fer at kunna bjóða [...] tarafrøði, og tey ið fara at standa fyri hesari undirvísing eru Rutt Nielsen og Torleif Brattegaard, ið bæði hava verið knýtt at BIOFAR-ætlanini í Kaldbak. Framhaldslestur um fisk Fiskalívfrøði er stórur [...] rvi, ið hevur orku at taka sær væl av teimum í mun í øðrum londum, har 100 - 200 fólk eru til fyrilestrarnar. Harumframt er fakligi týdningurin sera stórur. At vit hava møguleika at samstarva við vinnuna
Eisini ber til at flúgva læknar ímillum sjúkrahúsini í staðin fyri sjúklingar. Eliesar Olsen endar við at vísa á, at neyðugt er at broyta hugburð og gloyma gamlar fordómar, tá tosað verður um at rationalisera [...] tað meira effektivt. Fyri at vísa á, at talan er um fordómar, tá sagt verður, at neyðugt er at hava skurðlæknavaktir á øllum trimum sjúkrahúsunum samstundis, vísir hann á, at tað eru sjúkurnar, ið krevja [...] skurðlækni. Hann vísir á, at um hugt verður efir heilsuverkunum í øðrum londum, er ikki fólkatalsgrundarlag fyri at hava sjúkrahús í Føroyum yvirhøvur. Sjálvsagt er tó neyðugt at hava sjúkrahús, men sambært
ikki er førur fyri at spæla meiri enn eina løtu, síggi ongan sovornan spælara, og um B36 komandi ár skal hugsa um at sleppa víðari í Europa Cup, so mugu teir fara út um landoddarnar at keypa álopsmannin [...] hátt. Tað kann vera, at tað hevði eydnast, men hesa ferð vóru vit ov stuttir, og tað eri eg sera harmur um, tí eg haldi, at vit vóru betri enn teir, og eg haldi eisini, at vit áttu at havt skorað týdningarmikla [...] Tomislav Sivic, venjarin hjá B36, var vónbrotin yvir, at tað ikki hevði eydnast hansara monnum at spæla seg víðari í UEFA kappingini, men hann helt ikki, at hann kundi dadla spælarunum avrikið: ? Okkara stóðu
teir mugu vinna, um teir skulu halda um møguleikan at endurvinna meistaraskapin frá í fjør. Í KR fegnaðust teir mikukvøldið um, at tað eydnaðist einum øðrum felag úr høvuðsstaðnum, Vali, at fáa 2-2 javnleik [...] Herfølge verður at varðveita góða støðuna, sum teir hava vunnið sær fimm tey fyrstu umførini. Í Brøndby eru teir sjálvandi vónbrotnir av, at teir mikukvøldið enn eina ferð upplivdu at standa seg væl á [...] á útivølli, men alíkavæl at enda at snáva á gáttuni til eurupeisku meistarakappingina. Óli Johannesen skal við AGF til Silkeborg, og tað er eingin ivi um, at føroyski miðverjin verður á liðnum. Eitt sindur
heilt vist, at allir luttakararnir vístu stórt dirvi og sjálvsálit, og eingin teirra smæddist burtur ímillum inni á pallinum, hóast nógv fólk stóðu og hugdu at. Greitt var eisini, at tað fór ikki at vera nøkur [...] tann elsti var farin nakað um tey 20. Ymiskt var hvussu nógva tíð teir ymisku luttakararnir høvdu havt at fyrireika seg í. Summi høvdu meldað seg til beinanvegin, tá tað frættist um kappingina, meðan onnur [...] luttakararnir fingu tó høvið til at vera saman og venja at ganga á palli og tílíkt, áðrenn tað heila fór í gongd leygarkvøldið. Dómararnir Tað vóru sjey dómarar, ið høvdu ábyrgdina at gera av, hvør skuldi kjósast
Hóast ynski um føroyskt fullveldi er orsøkin til, at farið varð undir at skriva Hvítubók, so er hon ikki nøkur beinleiðis uppskriftarbók um, hvussu vit skjótast og best fáa føroyskt fullveldi. Heldur viðgerð [...] hon sakliga ymiskir møguleikar fyri at víðka um føroyska sjálvræðið bæði innan- og uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hinvegin vísir bókin á, at bestu møguleikar føroyinga at sleppa undan ymsum vansum innan r [...] ríkisrættarligu viðurskiftini er, um vit velja at standa uttanfyri donsku grundlógina. Frælsur felagsskapur í Hvítubók verður víst á, at treytirnar fyri, at ST kann viðurkenna eina skipan sum frælsan felagsskap
ólógliga at, tá ið partafelagið Hovsá fekk loyvi at ala á Vatnsnesi. Málið kann gerast glóðheitt, um Eilif og Ivan hósdagin ikki fáa sannført landsstýrismálanevndina um, at teirra heimildir at geva aliloyvi [...] rættiliga væl rótfest. Spurningurin er so, um fyrrverandi landsstýrismenninir hava grundgevingar, sum kortini megna at flyta málið, soleiðis, at tað ikki endar í løgtinginum. Undir øllum detaljunum spøkir [...] vndina at biðja um umbering. ? Eg eri púra ósamdur við niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, sigur Eilif Samuelsen. ? Tað fari eg eisini at siga á fundinum hósdagin. Annars ynski eg ikki at fara út
vi, ber til at draga í land aftur og siga, at fullkomið fullveldi ikki er neyðugt, fyri at bera skal til sjálvstøðugt at vera við í millumríkjasamstarvi. Hvítabók nevnir nevniliga dømi um lond undir skipanini [...] Verður talan um eina loysn, ið ikki rúmast innan grundlógarkarmin, vísir Hvítabók á, at møguleikarnir fyri at grundlógin verður broytt av hesum ávum eru lítlir. Gjørt verður greitt, at um so verður, er [...] sáttmálanum um frælsa felagsskapin kunnu Føroyar hava ávísar standandi heimildir at samráðast við onnur lond og at gera sáttmálar við tey á ávísum málsøkjum. Tveir møguleikar Hvítabók ger at enda í fjórða