»Millum heimastýri og fullveldi« er heitið á fjórða kapittlinum í Hvítubók. Hetta er tann fyrsti kapittulin í bókini, ið veruliga tekur stjórnarrættarligu støðu Føroya til viðgerðar. Undanfarnu kapittlarnir eru nevniliga meira frágreiðani enn viðgerandi. Tann fyrsti greiðir frá hugtakinum fullveldi, tann næsti frá stjórnmálasøgu Føroya og tann triði greiðir frá sáttmálanum Danmarkar og Íslands ímillum frá 1918 til 1944.
Dømi og møguleikar
Fjórði kapittul er, eins og áður nevnt, tann fyrsti viðgerandi parturin av Hvítubók, og er hesin í tveimum pørtum. Fyrst verður við dømum uttan úr heimi víst á, hvussu viðurskifti millum ríkisstjórnir og ríkislutastjórnir kunnu vera skipað. Síðani verður umrøtt, hvørjir møguleikar eru fyri eini skipan fyri Føroyar, sum gevur meira sjálvræði enn núverandi heimastýrisskipan, uttan at Føroyar verða fullveldisríki.
Í fyrsta partinum, har dømi uttan úr heimi verða víst, ger Hvíabók beinan vegin vart við, at tað er sera torført seta ymiskar skipanir við avmarkaðum sjálvstýri í bás, ella at seta tær upp ímóti hvørji aðrari og siga við vissu, hvørt ein er víðtøkari enn onnur. Men roynt verður tó at lýsa hvørjar heimildir ymisk umveldi við viðtøkum sjálvstýri hava á ávísum økjum. Og hesi øki, ið greitt verður frá eru lóggávuvald og útinnandi vald, dómsvald, ríkisborgararættur, búskaparviðurskifti, uttanríkismál og løgfesting av ríkisrættarligu støðuni. Eisini verður greitt frá serligu skipanini »fræslur felagsskapur«. Hetta er ein skipan, ið tillutar ríkislutum størri vald á ávísum málsøkjum, enn tá talan er um vanligt heimastýri, eins og vit kenna tað.
Uttanríkismál
Sambært Hvítubók er eyðkent fyri flest allar ríkislutir kring heimin, ið hava heimastýrisskipan, at dómsvald og uttaríkismál liggja hjá ríkisstjórnini, meðan heimastýrisstjórnin (ríkislutastjórnin) hevur fult vald á flest øllum øðrum økjum. Eisini finnast skipanir, har heimastýrisstjórnin partvís hevur heimildir á uttanríkispolitiska økinum. Hetta er serstakliga galdandi undir skipanini »fræslur felagsskapur«. Tó finnast undantøk, har ríkislutastjórnin ikki hevur fullar heimildir í uttanríkismálum. Vanliga kemur hetta fyri, tá avgerðirnar beinleiðis hava ávirkan á ríkisstjórnina. Harafturat er vanligt, at ríkisstjórnin tekur sær av øllum hernaðarmálum.
Hvítabók vísir á, at tað, ið eyðkennir eitt fullveldisríki í sambandi við uttanríkismál er í fyrsta lagi rætturin at gerast partur í millumríkjasáttmálum og í øðrum lagi rætturin at gerast limur í millumríkjafelagsskapum. Hinvegin hava ríkisstjórnirnar sjáldan heimild til at gera bindandi millumríkjasáttmálar, í hvussu so er ikki uttan samtykki frá ríkisstjórnini.
Hóast hetta, verður víst á einstøk undantøk. Víst verður á Belgia, sum í veruleikanum er býtt upp í tríggjar landspartar, ið hava hvør sítt serstaka móðurmál og somuleiðis hvør sítt landspartaráð. Hesi trý ráðini hava fingið serligan myndugleika at fara upp í millumtjóðasáttmálar um mentan og útbúgving. Eisini verður víst á, at Hong Kong somuleiðis er eitt undantak. Undir navninum Hong Kong, China kann ríkisluturin nevniliga gera sáttmálar við onnur lond um búskaparlig viðurskifti, handil, fígging, flutning, samskifti, ferðafólkavinnu og ítrótt. Ríkisluturin kann eisini hava viðskiftastovur í øðrum londum. Ríkisstjórnini skal verða fráboðað um slíkar umboðsstovur, men samtyki hennara krevst ikki til at lata tær upp. Loyvi krevst harafturímóti frá kinversku stjórnini, um útlendskar sendistovur skulu latast upp í Hong Kong.
Millumríkjsamstarv og fullveldi
Í Hvítubók verður víst á, at tá ið ræður um at taka lut í millumríkjasamstarvi, er limaskapur í flestum millumtjóða felagsskapum tilskilaður fullveldisríkjum. Sostatt kunnu, eins og áður nevnt, einans fullveldisríki gerast limir í ymiskum millumríkjafelagsskapum. Hetta er sambært Hvítubók sjálvsagt eisini galdandi tá talan er um limaskap í ST, Europaráðnum, ES, Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Europa (OSCE), verjufelagsskapinum NATO og heimshandilsfelagsskapinum WTO.
Hvítabók staðfestir, at formligt fullveldi er ein avgerandi fortreyt í millumríkjasamstarvi, og at hóast eitt land er lítið og í roynd og veru ósjálvbjargið, er eingin forðing fyri slíkum felagsskapi.
Fræslur felagsskapur
Hóast vit omanfyri burturúr Hvítubók staðfestu, at formligt fullveldi er avgerandi fortreyt í millumríkjasamsamstarvi, ber til at draga í land aftur og siga, at fullkomið fullveldi ikki er neyðugt, fyri at bera skal til sjálvstøðugt at vera við í millumríkjasamstarvi. Hvítabók nevnir nevniliga dømi um lond undir skipanini »frælsur felagsskapur«, ið eru limir í ST. Hesi eru fullveldisríkini Marshalloyggjar og Micronesia. Víst verður tó á, at Niue og Cook Islands, ið ikki hava fullveldi, ikki eru limir í ST.
Spurningurin er so, um Føroyar eitt nú kunnu gerast limir í ST sum fullveldisland, ið tó er ríkislutur í danska ríkinum?
Sambært Hvítubók er meginreglan tann, at undir vanligum vanligum umstøðum er hvørki fullgildugur ella avmarkaður limaskapur møguligur fyri lond uttan fullveldi. Og sum undir skipanini »frælsur felagsskapur« er ikki talan um beinleiðis fullveldi, men tað nærmasta, ið yvirhøvur bert til at koma veruligum fullveldi. Undir hesi stjórnarrættarligu støðu hevur ríkisluturin ella umveldið óskerdan rætt til sjálvt at taka avgerð um síni innlendis stjórnarrættarligu viðurskifti uttan uppílegging uttaneftir. Eisini hevur ríkisluturin einsæran rætt til at broyta stjórnarrættarligu støðu sína, so tað verður skipað sum eitt fullveldi.
Semja er lyklaorðið
Hvítabók vísir á, at um málið er at fáa eina skipan, ið gevur meira sjálvræði enn tann núverandi, uttan at Føroyar verða fullveldisríki, er fyrsta stigið, at føroyingar sjálvir semjast um, hvørji av hesum ynskjum, ið samráðast skal um við ríkisvaldið, og hvussu tey skulu raðfestast. Síðan mugu samráðingarnar vísa, hvussu langt ríkismyndugleikarnir vilja fara í teimum ymisku spurningunumm, og eisini mugu tær vísa hvørjar avleiðingar ein samráðingarloysn fær á tí stjórnarrættarliga økinum.
Loysn innan grundlógarkarmin
Hvítabók ger greitt, at ein loysn, ið gevur Føroyum nakað av víðari heimildum og trygdum møguliga kann rúmast innan verandi danska grundlógarkarm, men eisini verður gjørt greitt, at hetta er nakað, ið ríkismyndugleikarnir fyrst og fremst mugu taka støðu til.
Verður talan um eina loysn, ið ikki rúmast innan grundlógarkarmin, vísir Hvítabók á, at møguleikarnir fyri at grundlógin verður broytt av hesum ávum eru lítlir. Gjørt verður greitt, at um so verður, er neyðugt annaðhvørt at lata sær lynda vuð eina meira avmarkaða skipan, ella at finna eina loysn, ið liggur uttanfyri danska grundlógarkarmin, men kortini ikki ber í sær føroyskt fullveldi. Í hesum sambandi verður nevnt, at tá kemur okkurt slag av frælsum felagsskapi uttan fullveldi upp á tal.
Seinni verður eisini nevnt, at um føroyingar ynskja at velja skipanina »frælsur felagsskapur« er ikki neyðugt við einari grundlógarbroyting. Hendan skipan verður somuleiðis mett at vera tann skipanin, ið gongur ytst at fullveldisgáttini.
Velja føroyingar hesa skipan, verður føroyska stjórnarvaldið evsta vald í øllum innlendis málum Føroya. Altjóðarættarliga verða Føroyar eitt umveldi undir yvirræði av danska stjórnarvaldinum. Danska stjórnarvaldið verður tískil evsta vald í øllum uttanríkismálum Føroya, eisini verjumálum, men sambært sáttmálanum um frælsa felagsskapin kunnu Føroyar hava ávísar standandi heimildir at samráðast við onnur lond og at gera sáttmálar við tey á ávísum málsøkjum.
Tveir møguleikar
Hvítabók ger at enda í fjórða kapittli greitt, at tað eru tvær skipanir við frælsum felagsskapi til. Ein er uttan fullveldi og hin er við fullveldi. Samanumikið verður sagt, at einasti munurin millum báðar skipanirnar er, at í teirri við fullveldi høvdu Føroyar verið viðurkendar sum ríki av øðrum ríkjum og tískil verið ein viðurkendur partur í altjóða høpi, ið hevði havt myndugleika at skipa fyri sínum millumtjóða viðurskiftum á stjórnarstøði. Hendan skipan verður mett at vera lík skipanini millum Ísland og Danmark frá 1918 til 1944.