Lógvatak millum Setrið og vinnulív

Komandi ár verður fyrsti føroyingurin, ið kann kalla seg bachelor í lívfrøði, klaktur á Fróðskaparsetri Føroya. Talan er um eina ítøkiliga útbúgving, ið sprettur úr føroyskum umhvørvi og vinnulívi

Fróðskaparsetur Føroya fer mánadagin 1. september undir at útbúgva fyrstu føroyingarnar til bachelorar í lívfrøði.

Næmingarnir verða átta undir heildarlestri og einir fimm undir stakgreinalestri. Teir 8 eru allir júst loknir við 2 ára støðisútbúgving í lívfrøði. Til tess at ogna sær bachelorprógvið, skulu teir ganga eitt ár longur á Náttúruvísindadeild Fróðskaparsetursins í Nóatúni.

Í roynd og veru hevur í fleiri ár borið til at farið undir framhaldslestur í Føroyum, men fíggjarligar avmarkingar og næmingatrot hava havt við sær, at støðisútbúgvingin hevur verið lestrarliga endastøðin í Føroyum. Í ár eru báðar fyritreytir uppfyltar, og tískil gongur nú ein gamal dreymur út í Nóatúni.


Úr føroyskum umhvørvi

Støðisútbúgvinin í lívfrøði bjóðar grundlærugreinir, sum t. d. evna-, stødd- og hagfrøði, eins og læruna um dýr og plantur. Kyknu- og arvalæra og fysiologi eru eisini partar av lívfrøðiliga støðinum.

Framhaldslesturin er býttur í tvær lestrarhálvir, og í teimum eru fleiri viðkomandi lærugreinir, ið spretta úr okkara egna lívfrøðiliga og vinnuliga umhvørvi. Talan er um havfrøði, streym- og hitaviðurskifti í føroyskum sjógvi og havlívfrøði, m. a. um djóraæti, plantuæti og føðslusøltir í sjónum. Í hesari grein verður eisini undirvíst í tarafrøði, og tey ið fara at standa fyri hesari undirvísing eru Rutt Nielsen og Torleif Brattegaard, ið bæði hava verið knýtt at BIOFAR-ætlanini í Kaldbak.


Framhaldslestur

um fisk

Fiskalívfrøði er stórur partur av framhaldslestrininum á Náttúruvísindadeildini. Lærugreinin er býtt í tveir partar. Fyrri parturin er um, hvussu og og av hvørjum fiskur føðir seg. Hin seinni verður nevndur fiskaskipanarfrøði, og er sera ítøkiligur. Greinin snýr seg um, hvørji fiskasløg eru í føroyskum sjógvi. Vanligt er, at føroyingar geva sær far um og kenna eini 10 - 15 heimlig fiskasløg, men í veruleikanum liva eini 270 sløg kring oyggjarnar.

Nakað verður eisini at læra um fiskavøkstur. Dentur verður lagdur á toskin í tí serliga áhugaverdu vistfrøðisskipanini á Føroya Banka. Toskurin í hesum øki veksur nógv skjótari enn aðrastaðni.


Lærarar úr vinnulívinum

Lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen, ið hevur samskipað nýggju útbúgvingina á Náttúruvísindadeildini sigur, at tey á Setrinum hava lagt seg eftir at laga útbúgvingina eftir tí umhvørvi vit búgva og virka í.

? Hóast lærubøkurnar, ið nýttar verða, eru amerikanskar, og tískil bera brá av amerikonskum viðurskiftum, hevur tað borið væl til at krydda undirvísingarætlanina við føroyskum dømum, sigur hann.

Hann ivast ikki í, at útbúgvingin verður sera viðkomandi; bæði vinnuliga og fakliga.

Fyri undirvísingini fara, umframt fólk á Setrinum, eisini onnur vælútbúgvin fólk av øðrum almennum stovnum og úr føroyskum vinnulívi at standa. Fólk frá fiskirannsóknarstovuni fara at undirvísa í havlívfrøði, og fólk frá p/f Fiskaaling og p/f Fútakletti fara at undirvísa í fiskaaling og fóðurlæru, á væl hægri støði enn á fiskivinnuskúlunum. Lena Leivsdóttir, ið arbeiðir á privata stovninum, Fiskasjúkutænastuni, fer at standa fyri undirvísingini í fiskasjúkum, ið kunnu raka alifisk.


Næmingatal

er avgrðandi

Hóast Bachelor-útbúgvingin í lívfrøði er ein endalig útbúgving, er vanligt at fólk fara undir víðari lestur til tess at útbúgva seg til lívfrøðingar; men sum er, noyðast føroyingar út um landaoddarnar at taka hesa útbúgning.

Eyðfinn Magnussen heldur tað vera torført at gita, um Fróðskaparsetrið fer at kunna bjóða hesa útbúgning seinni.

? Eg kann siga, at vit miða ímóti tí, men tað veldst um næmingatalið, sigur hann.


Slóðar fyri gransking

At lívfrøðisútbúgvingin í Føroyum er so ítøkilig, og so væl lagað til Føroysk viðurskifti fer sambært Eyðfinni Magnussen óivað at hava við sær øktan vinnuligan áhuga fyri einari føroyskari lívfrøðisútbúgving, ið eisini umfatar evsta framhaldslesturin til lívfrøðing.

? Tað er gott, at tey lesandi kunnu útbúgva seg í einum heimligum lestrarumhvørvi, ið hevur orku at taka sær væl av teimum í mun í øðrum londum, har 100 - 200 fólk eru til fyrilestrarnar. Harumframt er fakligi týdningurin sera stórur. At vit hava møguleika at samstarva við vinnuna, og soleiðis draga vinnuna uppí føroysku útbúgvingina, ger útbúgvingina ítøkiliga, eins og vit harvið kunnu slóða fyri føroyskari gransking á økinum, sigur Eyðfinn Magnussen.

Hann væntar at virðingin fyri útbúnum fólki verður størri, tí føroysk vinnulívsfólk fara at duga betur at virðismeta útbúgvingar, sum tey sjálvi eiga lut í, og hava ítøkiligan tørv á.

Fyri undirvísingini í teimum 6 høvuðslærugreinunum í útbúgvingini fara eini 15 fólk at standa. Bróðurparturin av hesum undirvísarum hava annað starv, uttanfyri Fróðskaparsetur Føroya.