Frælsi uttan fullveldi

Staðfestast kann, at nógv umrødda Hvítabókin ikki beinleiðis er ein uppskrift uppá, hvussu vit sum skjótast fáa føroyskt fullveldi. Heldur vísir bókin á ymiskar gongdar leiðir til víðkað politiskt sjálvræði í Føroyum, bæði innan- og uttanfyri danska ríkið. Ein av leiðunum er frælsur felagskapur uttan fullveldi

Hóast ynski um føroyskt fullveldi er orsøkin til, at farið varð undir at skriva Hvítubók, so er hon ikki nøkur beinleiðis uppskriftarbók um, hvussu vit skjótast og best fáa føroyskt fullveldi. Heldur viðgerð hon sakliga ymiskir møguleikar fyri at víðka um føroyska sjálvræðið bæði innan- og uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hinvegin vísir bókin á, at bestu møguleikar føroyinga at sleppa undan ymsum vansum innan ríkisrættarligu viðurskiftini er, um vit velja at standa uttanfyri donsku grundlógina.


Frælsur felagsskapur

í Hvítubók verður víst á, at treytirnar fyri, at ST kann viðurkenna eina skipan sum frælsan felagsskap eru tvær. Onnur er, at viðkomandi umveldi hevur óskerdan rætt til sjálvt at taka avgerð um síni innlendis stjórnarrættarligu stjórnarviðurskifti, uttat uppílegging uttaneftir. Hettar forðar kortini ikki fyri, at tað kann vera ásett í sáttmálanum um fræslan felagsskap, at samráð kann havast frammanundan við hin partin, áðrenn stjórnarrættarligar broytingar verða framdar.

Hin treytin er, at tað tilknýtta umveldið hevur einsæran rætt til at broyta stjórnarrættarligu støðu sína, so at tað verður skipað sum eitt fullveldisríki.

Sjálvt hugtakið fræslur felagsskapur (free association) varð sett fram í 1960 í aðalfundarsamtyktini um meginreglur fyri, hvussu lond eiga at gera av, hvørt tey høvdu skyldu til at boða ST frá teimum ófrælsu umveldum, ið tey høvdu yvirræði á. Í roynd og veru kann fræslur felagsskapur tulkast sum ein víðkan av heimastsýrislógini. Ein víðkan, ið merkir, at vit fáa økt sjálvstýri innanfyri ríkisfelagskapin.

Hvítabók vísir á dømi, har stjórnarrættarliga skipanin er frælsur felagsskapur. Víst verður á viðurskiftini, ið ávíkavist Cook Islands og Niue, bæði smá oyggjasamfeløg, hava við New Zealand. Hesi oyggjalondini hava bæði tvey fult málsræði á øllum økjum. Tó eru verjumál og uttanríkismál undantikin, umframt, at íbúgvarnir hóast frælsa felagsskapin eru nýsælendskir ríkisborgarar.

Síðani eru stjórnirnar í Marshalloyggjunum, í Samveldisríkinum Mikronesia og í Palau farnar í frælsan felagsskap við USA. Londini vóru áður undir amerikanskari umsjón. Hesi lond hava øll formligt fullveldi, men sáttmálin um frælsan felagsskap tilskilar amerikonskum myndugleikum ávís rættindi og áleggur teimum skyldur í á ymsum málsøkjum, eitt nú í uttanríkismálum, verjumálum, fjarskiftismálum og í málum víðvíkjandi útlendingaeftirliti, umhvørvisvernd, fíggjarligum stuðli og gjaldoyra.

Hvítabók vísir á, at omanfyri umrøddu lond hava øll fult ræði á sínum uttanríkismálum. Tó eru slík viðurskifti undantikin, har annað er tilskilað í viðkomandi sáttmála. Tað málsøkið, sum USA í øllum trimum londum hevur tilskilað sær burturav, eru verjumál, sum USA hevur fult ræði á og ábyrgd av. Hóast sáttmálarnir kunnu sigast upp, annaðhvørt við semju millum báðar partar ella einsæris, verða ásetingarnar um verjumál kortini framvegis í gildi í eitt ávíst áramál. Í sáttmálanum við Palau er ein áseting, ið útilokar alt hervald uttan hitt amerikanska, og hon er galdandi í óavmarkaða tíð, ella til londini sínámillum semjast um at seta hana úr gildi.

Eitt tættari samband er hinvegin millum USA og Norður-Marianasoyggjar, sum somuleiðis vóru eitt av teimum oyggjalondum, ið áður vóru undir amerikanskari umsjón. Norður-Marianasoyggjar eru eitt sjálvstýrandi land í politiskum felagsskapi við USA og undir tess fullveldi. USA hevur fult ræði á málsøkjum viðvíkjandi uttanríkispolitikki og verju. íbúgvarnir í Norður-Marianasoyggjum eru amerikanskir ríkisborgarar, og ávísar amerikanskar lógir og ásetingar í amerikansku stjórnarskipanini eru í gildi í oyggjunum. Meginásetingarnar í sáttmálanum, sum er stjórnarrættarliga støðið undir oyggjalandinum, kunnu bert broytast, um báðir partar samtykkja tað.


Millum heimastýri

og fullveldi

Tá Hvítabók viðgerð hugtakið »Fræslur felagsskapur« verður í dømunum ofta víst á, at uttanríkismál og verjumál tó liggja hjá tí størra landinum, ella rættari tí landinum, ið hevur størsta valdið. Soleiðis er eisini undir verandi skipan millum Føroyar og Danmark. Í galdandi føroysku heimastýrisskipanini eru tey málsøki, ið framvegis eru undir donskum málsræði, slík meginmálsøki, sum eitt nú uttanríkismál, verjumál, rættarmál, áseting av meginreglum í borgarligum rætti og revsirætti og síðani ávís búskaparmál.

Hvítabók staðfestir, at í høvuðsheitum hevur Føroya Løgting víðfevndar heimildir á málsøkjum, ið beinleiðis ávirka viðurskifti hjá føroyingum, eitt nú í heilsumálum, almannamálum, skattamálum, skúlamálum, samferðslumálum, málum, ið viðvíkja føroyska búskapinum, gangnnýting av livandi tilfeingi og síðani 1992 eisini gagnnýting av ráevnum í undirgrundini.

Víst verður á, at sjálvræði hjá føroyingum kann økjast annaðhvørt við at víðka tær serheimildir, ið longu eru, ella við at endavenda heimastýrisskipanini so at Føroyar fáa allar tær heimildir, sum ikki eru serskilt danskar. Harafturat kundið verið formliga tilskilað, at føroyskar lógir, sum settar verða í gildi fyri málsøki, ið eru føroysk, eru yvirskipaðar danskari lóggávu og somuleiðis, at Føroyar verða undantiknar donskum lógum og millumríkjasáttmálum, samtykkja føroyskir myndugleikar ikki annað, afturímóti sum nú, ið heimastýrislógin bert tilskilar, at samráð skal havast við heimastýrismyndugleikarnar.

Men Hvítabók vísir á, at ein slík broyting hevði møguliga kravt, at danska grundlógin varð broytt.


Dømi

Umframt at víst verður á ymiskar møguleikar fyri víðkaðum sjálvstýri innanfyri ríkisfelðsgsskapin, hevur Hvítabók eisini eitt ítøkiligt dømi um eina møguliga skipan við hesum treytum. Víst verður á, at hendan skipanin hevði givið Føroyum munandi størri heimildir og trygdir enn galdandi heimastýrislóg. Men talan er ikki um fullveldi.


1: - Føroyingar skipa sjálvir sítt stjórnarvald sambært egnari stjórnarskipan innan fyri karmarnar av grundlóg Danmarkar ríkis.


2: ? Øll málsøki, uttanríkismál, verjumál og gjaldoyramál undantikin, liggja undir fullum stjórnarvaldi hjá stjórnarvaldi Føroya.


3: ? Málsøkini uttanríkismál, verjumál og gjaldoyramál eru ríkismál, tó so, at ríkislógsir og millumtjóðasáttmálar kunni ikki verða settir í gildi í Føroyum uttan staðiligt samtykki frá stjórnarvaldi Føroya.


4: ? Stjórnarvald Føroya kann vegna Føroyar gera sáttmálar við onnur ríki um mál, ið serliga víðvíkja Føroyum.

5: ? Egið føroyskt dómsvald verður skipað, tó við hægstarætti Danmarkar sum evsta kærurætti.


6: Stjórnarrættarliga støða Føroya kann ikki skerjast, uttan samtykki úr Føroyum.

Men Hvítabók vísir á, at spurningur er, um ein skipan við hesum eyðkennum hevði fingið undirtøku millum danskar politikarar, og um ríkismyndugleikarnir høvdu fingið hana at samríma við galdandi donsku grundlógina.

Víst verður soluleiðis á, at spurningurin um, hvørt ein nýggj skipan krevur grundlógarbroyting ella ikki, er sera týdningarmikil, tí endurskoðan av grundlógini krevur sterkan politiksan vilja í Danmark og er harafturat trupul. Mannagongdin, sum sambært grundlógini verður at nýta í sambandi við broytingar av henni, krevur í fyrsta lagi, at tvey fylgjandi fólkating samtykkja grundlógaruppskotið óbroytt, og í øðrum lagi, at ein meiriluti, sum í minsta lagi umboðar 40 prosent av teimum, sum hava vælrætt til fólkatingsval, góðkenna grundlógaruppskotið á fólkaatkvøðu. Tí er kvíðandi fyri, at um ein nýggj skipan er treytað av danskari grundlógarbroyting, fær hon neyvan politiska undirtøku í Danmark. Men hóast hetta, viðgerð Hvítabók møguleikan fyri øktum føroyskum sjálvstýri, ið tó ikki merkir fullveldi. Men tó er at siga, at nógv tann størsti parturin av Hvítubók viðgerð júst hetta evnið.