Niclas Johannesen
Fyrrverandi landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen kunnu rokna við at koma í rættiligan turbulens hósdagin.
Teir eru nevniliga kallaðir á samráðsfund við eina serstakliga illgrunasama landsstýrismálanevnd, ið er komin til ta fyribilsniðurstøðu, at landsstýrismenninir bóru seg ólógliga at, tá ið partafelagið Hovsá fekk loyvi at ala á Vatnsnesi.
Málið kann gerast glóðheitt, um Eilif og Ivan hósdagin ikki fáa sannført landsstýrismálanevndina um, at teirra heimildir at geva aliloyvi á Vantsnesi vóru í lagi. Og hetta kann gerast torført, skilst.
Tað var upprunaliga Sílaveiðifelagið, sum reisti málið. Og síðan hevur málið verið kannað.
Eitt nú hevur landsstýrismálanevndin verið hjá donskum serfrøðingum og leitað sær eftir ráðum, og sum skilst so var tað ikki fyrr enn boð komu har frá, at landsstýrismálanevndin kom til sína fyribilsniðurstøðu um ólógliga aliloyvið á Vatnsnesi.
Hjá danska umboðsmanninum
Sosialurin skilir, at málið hevur verið hjá fólkatingsins umboðsmannastovninum til viðgerðar.
Kortini eru boðini frá landsstýrismálanevndini, at nevndin vil onki siga um, hvørjir løgfrøðiligu sparringspartnararnir hava verið í Danmark.
Hinvegin er tað vista, við niðurstøðunum hjá bæði umsitingini í løgtinginum og donskum serfrøðingunum í rygginum tykist fyribilsniðurstøðan hjá landstýrismannanevndini vera rættiliga væl rótfest.
Spurningurin er so, um fyrrverandi landsstýrismenninir hava grundgevingar, sum kortini megna at flyta málið, soleiðis, at tað ikki endar í løgtinginum.
Undir øllum detaljunum spøkir nevniliga nýggja ráðharraábyrgdarlógin, sum var komin í gildið, tá bæði Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen virkaðu í Tinganesi. Og staðfestir nevndin endaliga aftan á fundin hósdagin, at aliloyvið var ólógligt, so er væl hugsandi, at løgtingið kemur upp í leikin og krevur at fáa staðfest ábyrgd. Í evsta føri kunnu mál av slíkum slag enda í rættinum og dómur verða feldur.
Eilif ósamdur
Hóast hann í verandi løtu hevur bæði umsiting og landsstýrismálanevnd ímóti sær, so verður tað kortini ikki ein samvitskbitin Eilif Samuelsen, ið fer í samráð við landsstýrismálanevndina at biðja um umbering.
? Eg eri púra ósamdur við niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, sigur Eilif Samuelsen.
? Tað fari eg eisini at siga á fundinum hósdagin. Annars ynski eg ikki at fara út í smálutir áðrenn fundin. Men eg vil fegin úttala meg eftir fundin.
Eilif Samuelsen leggur eisini dent á, at tá loyvi varð givið at ala á Vatnsnesi so var hetta gjørt í fullari semju í Tinganesi hjá øllum, sum arbeiddu við málinum.
Men hann vil hava fundin vil landstýrismálanevndina aftur um seg, áðrenn hann úttalar seg meira í málinum.
Tað eyndaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á Ivan Johannesen, áðrenn blaðið fór til prentingar.