Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur sett sínum átjan útvaldu stevnu á Hotel Føroyum hósdagin klokkan 10. Tá fara teir undir fyrireikingarnar til teir báðu fyrstu undankappingardystirnar á Tórsvølli, sum verða spældir móti Estlandi og Litava ávikavíst leygardagin og mikudagin, báðar dagarnar klokkan 17.
Eingin spælari hevur higartil givið avboð, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður, tá vikuskiftið er liðugt.
Kurt fyrstu ferð
Í Noregi skal Sogndal royna at vinna seg fram á uppflytingarpláss. Tað verður ikki lætt, tí gestirnir koma úr Bryne, ið er næstfremst. Julian Johnsson, sum tvey tey seinastu umførini hevur skorað trý mál, er sjálvskrivaður á liðnum hjá Sogndal, og alt bendir á, at Kurt Mørkøre sleppur at royna seg fyri fyrstu ferð.
Kurt Mørkøre kom til Sogndal í síðstu viku. Síðani tá hevur hann vant við nýggja Føroya liðnum í norskum fótbólti, sum sær fram til at fáa ein nýggjan bombara. Sambært B36 venjaran, Tomislav Sivic, so var Kurt tann einasti av hesum slagnum í bestu deildini í Føroyum, og nú skal hann vísa, um hann megnar tað sama í næstbestu deildini í Noregi.
Meistaraskapurin uppá spæl
Íslendska fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Stríðið um meistaraskapin stendur millum KR og ÍBV. Allan Mørkøre og teir skulu í morgin spæla í Reykjavík og teir mugu vinna, um teir skulu halda um møguleikan at endurvinna meistaraskapin frá í fjør.
Í KR fegnaðust teir mikukvøldið um, at tað eydnaðist einum øðrum felag úr høvuðsstaðnum, Vali, at fáa 2-2 javnleik í Vestmannaoyggjunum. Úrslitið í útsetta dystinum hevði við sær, at Allan Mørkøre og teir mistu tvey stig sammett við KR, sum hevur væl betri málmun enn ÍBV.
Jens Martin Knudsen, Uni Arge og hinir á liðnum hjá Pálli Guðlaugsson skulu stríðast fyri at varðveita fimta plássið og helst vinna seg uppaftur í kappingini um triðja plássið. Hóskvøldið spældi Leiftur í UEFA Cup. Dysturin móti belgiska Anderlecht var á Akureyri, og gestirnir, sum frá fyrra dystinum vóru frammanfyri 6-1, vunnu 3-0.
Fyrsti venjarin fokin
Jákup Mikkelsen, John Faxe Jensen og hinir í Herfølge skulu spæla í Brøndby. Takið hjá Herfølge verður at varðveita góða støðuna, sum teir hava vunnið sær fimm tey fyrstu umførini. Í Brøndby eru teir sjálvandi vónbrotnir av, at teir mikukvøldið enn eina ferð upplivdu at standa seg væl á útivølli, men alíkavæl at enda at snáva á gáttuni til eurupeisku meistarakappingina.
Óli Johannesen skal við AGF til Silkeborg, og tað er eingin ivi um, at føroyski miðverjin verður á liðnum. Eitt sindur meiri ivasamt er tað hjá Toda Jónsson, sum higartil ikki hevur skorað. Mánakvøldið skal FCK spæla á gamla heimavøllinum hjá Toda í Lyngby. Lagið hevur verið betri í FCK hesa vikuna, tí 1-0 sigurin á OB hevði við sær, at teir gjørdu eitt orduligt skarvslop á støðutalvuni.
Ósigurin hjá OB móti FCK hevur havt við sær, at venjarin hjá teimum, Jens Plambech, hevur sagt upp. Hann segði seg gera hetta fyri at felagið skuldi fáa nýggjan íblástur at koma av aftasta plássinum. Nýggjur venjari er ítróttarstjórin í felagnum, Torben Storm, sum áður hevur verið venjari í fleiri feløgum.
Kim Brink verður framvegis mettur at sita leysur í saðlinum í FCK, og um FCK tapir í Lyngby, so er tað ikki óhugsandi, at ítróttarligi stjórin í felagnum, Niels Christian Holmstrøm, fer at leita eftir venjingarbúnanum. Nú eru longu fleiri ár síðani, at fyrrverandi KB maðurin legði venjarastarvið frá sær. Hann vandi m.a. KB og B1903 ? tey bæði feløgini, sum nú eru grundarlag undir FCK.