Hvørvur ikki í dusti

Hóast fleiri kanningar eru gjørdar í føroyska samfelagnum, og ítøkiliga úrslitið av teimum ofta tykist heldur soltið, er Hergeir Nielsen vísur í, at hetta ikki verður lagnan hjá Hvítubók, sum er nógv hin størsta almenna kanningin í Føroyum

Fleiri almenn kanningararbeiði eru gjørd í Føroyum seinastu árini. Hin djúptøkna DIOS-kanningin av heilsuverkinum fór av barkastokki á sumri 1996, og í fjørheyst var eitt sera nágreiniligt og snotuligt kommunuálit latið Føroya Løgmanni.


Tað er onki dulsmál, at tað tykist vera heldur torført at fylgja niðurstøðunum í t.d. hesum kanningararbeiðum. Enn tykast politisku og umsitingarligu avgerðirnar í hesum málum heldur kámar.


Politiskir eygleiðarar siga við Sosialin, at tað tykist sum politiskt skaploysi, ella vantandi dirvi hevur gjørt sítt til, at hesi vælgrundaðu tilmæli, ið vælútbúgvin og uttanveltað fólk hava lagt stóra orku í, ikki verða framd skjótt og uttan alt ov stórar broytingar.


Hvítabók fær avleiðingar


Spurt kundi tí verið, um føroyingar kunnu vænta sær, at Hvítabók fer at vera sett meira ella minni til viks, sum frálíður, og loksins endar sum dustsavnari undir liðini á øllum hinum skilagóðu kanningunum.


Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, ásannar, at tað er syndarligt, at so nógvar kanningar eru settar í verk í samfelagnum, og at onki síðani hendir. Men hann ger púra greitt, at hetta verður ikki lagnan hjá Hvítubók.


? Hvítabók, sigur hann, er størsta kanning ið er sett í verk; og tað er púra vist, at hon fer at fáa avleiðingar. Vit hava longu fingið í lag avtalu um samráðingar um einar suverenar Føroyar við donsku stjórnina. Hetta varð samtykt í Løgtinginum 10. juni í fjør, og eg kann vissa um, at hetta málið fer at verða viðgjørt í størsta álvar beinanvegin?


Hergeir Nielsen leggur afturat, at tað sum er serstakt í hesum máli er, at tað verður Føroya fólk, ið fer at taka endaligu avgerðina.