hann vísir teimum sama serliga ans, sum hann hevur víst hinum børnunum. Tað veri seg abbabørn og langabbabørn. Góði pápi. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum við bestu ynskjum um framtíðina. Børnini [...] einastandandi gott. Hóast hann ikki hevur hoyrt henda sang í eini sjeyti ár, hevur hann minst til lagið. Tá hann so fyri fáum árum síðani hoyrdi Hauk Mortens syngja henda sang í útvarpinum, fór hann at royna [...] Ætlanin var at skrivað eina aftrat. Nakað er skrivað, men av tí, at eyguni fóru at bila og støðugt hava verið versnandi, hevur hann tíverri verið noyddur at gevast við hesum. Eisini er hoyrnin illa farin
Vísir tað seg t.d. at vit í starvi hava eitt fólk sum undirvísir í kristni og lívshugsjónum, sum hevur eitt stórt granskingarligt potentiali, so eiga vit at menna hetta øki. Vit mugu verða skjót og taka [...] handilsskúlanum verður uppstigaður til at fáa universitetsstatus, so vit eisini fáa handilslærugreinir á hægri stigi á nýggja setrinum. Vit sum standa fyri Fróðskaparsetrinum og hinum hægru lærustovnunum vóna [...] verða kravt ein masterritgerð av eini ávísari stødd. Persónliga haldi eg at Fróðskaparsetur Føroya í framtíðini ikki eigur at verða alt ov formalistiskt, tá tað ræður um góðkenningar av útbúgvingarpartum
og sum doyði 23. november 1980. Johannes gjørdist tískil um eitt hálvt ár eldri enn Drikka. Sum vit hava umrøtt í hesum teigi, doyði sonur Drikku, Karl Jakku Sigvardsen herfyri knappliga 103 ára gamal [...] hendan kolonihavan, heilt til hann var 84 ára gamal. Hann byrjaði av nýggjum, tá eldra dótturin fekk sær urtagarð. Hann var tá 95 ára gamal og arbeiddi við hesum urtagarðinum, líka til hann varð 98 ár. Johannes [...] Helsingør. Har hava hann og Elin víst stórt trúfesti, og var Jóhannes í mong ár fastur harmonikuspælari. Elin andaðist 4. oktober 1998, 89 ára gomul. Báðar døturnar búgva í Helsingør, og tær hava verið nógv
nú. Fyrr var gamalt, at plakatir vórðu ikki settar upp fyrrenn náttina fyri vali, men nú hava plakatir á stødd sum hálvir hondbóltsvøllir longu prýdd húsaveggir í fleiri vikur. Og nú landið er blivið eitt [...] mótpólarnir báðir á ríkisrættarliga økinum, farnir í holt við sítt egna, alternativa valstríð, har teir hava latið politiska boðskapin í einum undirhaldandi búna. Og ikki skerst burtur, at undirhaldsvirðið er [...] er, at hvør veljari hevur bara eina atkvøðu í part og ein gamal eysturoyingur rakti seymin á høvdið, tá ið valevni nummar sekstan hevði verið inni á gólvinum og biðið um hansara atkvøðu. Turrisliga svaraði
undirvísa á øllum breytum. Og so kunnu vit t.d. spyrja, hvør skal vera próvdómari? Segði nakar gegnistrupulleikar? Einsrætting Tað er sera løgið, at vit í dag, samstundis sum vit senda ungdómin út í alla verðina [...] valstríðnum higartil hava fjølmiðlarnir og politisku flokkarnir víst miðnámsútbúgvingunum óvanliga stóran áhuga. Men viðgerðin hevur í stóran mun verið sera grunn. Sjálvt um onkrar royndir hava verið at fingið [...] Depilsstýrið skal mannast við kvalifiseraðum fólkum, sum eisini skulu hava løn. Heldur ikki tann funktiónin er til í dag. Og so tosa vit um sparingar! Nei, sum rektarin á studentaskúlanum vísir á, so verður
glaspettum. Soutar gavst, tá ein løta var farin, men Meehan helt fram. Tvey ella trý onnur fólk vóru hjástødd, men eingin gjørdi tekin til at hjálpa tí verjuleysa manninum. Tá ið teir tríggir fóru víðari [...] bæði av skyldfólki og av vinum víðahvar, eisini her í Føroyum. ----------- GOLGATA Tú fortaldi, tá vit hittust í september - eg síggi alla tilgongdina skilliga – um Highland Park, grøðina turkaða á s [...] fremmandum mentanum og visti nógv um føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður at umgangast. Jim fór úr Føroyum á sumri 2001. Hann
avgreiðast, so tey kundu leggjast til viks sum loyst. “So fingu vit tað uppá pláss”, plagdi hann at taka til, tá okkurt mál var avgreitt. Vit komu at samstarva í nevndini í Felagnum fyri hoyribrekað, og tey [...] einsamøll eftir. Felagið fyri Hoyribrekað hevur mist ein góðan vin. Vit, ið varða av hesum felag, hava mist ein góðan samstarvsfelaga, sum vit fara at minnast í takksemi og eisini við einum smíli við minni [...] eyðkenna høgtíðina, verða beind burtur og vit eru í tí myrka og mangan baldruta januar, har summarið sýnist at vera langt burtur. Uppaftur daprari gjørdist dagurin, tá deyðsboðini bórust um, at Regin Havn Rasmussen
mentanarpolitikk? Carl Jóhan Jensen hyggur spyrjandi, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um føroyska mentanarpolitikkin seinnu árini. Sambært honum hava vit als ongan mentanarpolitikk havt í hesum landinum [...] Carl Jóhan, og vísir á, at slíkar skipanir longi hava veri í eini fastari legu í bæði Íslandi og Norra. - Tað ger onki, um føroyskir politikarar ikki hava megnað at fingið hugskotið sjálvir – teir kunu bara [...] tað er í grundini ikki so løgi. Fyri at kunna reka ein mentanarpolitikk, mást tú hava eina meining um mentan, og tað hava føroyskir politikarar ikki. At taka støðu til mentan elvir ofta til stríð, og tí
– lærararnir hava eina ferð verið eftirspurdir um meining sína og góvu ta ferðina til kennar, at teir vóru misnøgdir við tað uppskot til bygging og bygnaðarbroytingar, sum fyrilá júst tá. At málið síðani [...] framtíðarloysnir á karmum skúlans. Hin grundgevingin hjá Sosialinum er sparingar. Tað er langt síðani vit hava sæð og merkt til annað enn sparingar á Studentaskúlanum. Av játtan okkara eru 91 % bundin í lønum [...] góðar námsfrøðiligar grundgevingar fyri at hava bæði ein vinnurættaðan og ein almennandi miðnámsskúla í Havn: teir koma báðir at liggja innan fyri eina stødd upp á 500-800 næmingar, sum altjóða gransking
føroyingar fáa vit, at taka sær av okkara gomlu og annars at lyfta felags byrðar. Og soleiðis kundi eg hildið áfram. Týdingarmestu grundgevingina kenna vit øll: Øll børn burdu havt rættin at veri heima hjá [...] 19.januar, fari eg at taka hesi viðuskifti í stórsta álvara og fari at arbeiða fyri heildarloysnum, tá tað um framtíðar føroyskan familju- og arbeiðispolitik ræður. Tí, jú betri kor ein føroyingur fær frá [...] liviárið. Í dagsins samfelagi skulu tvær inntøkur til fyri at fáa vanliga húsarhaldið at mæla runt. Tí hava foreldur ikki ráð at ganga heima við ongari inntøku, vegna forlongt barnsburðarfarloyvi uttan løn