Nicodemus Rasmussen 90 ár

Týsdagin 22. januar verður pápi okkara Nicodemus Rasmussen Tórshavn níti ára gamal.

Pápi er føddur 22. januar 1918 og ættaður av Strondum. Foreldur hansara vóru Símun Rasmussen (seinni Højgaard) føddur uppi í Gerði á Strondum, seinni nevndur Símun á Hellum eftir staðnum hann bygdi á og Johanna (fødd Simonsen) av Flatutrøð, fødd úti í Lág á Strondum.


Pápi gekk í vanligan barnaskúla á Strondum. Eftir lokna barnaskúlagongd fekst hann m.a. við fiskaarbeiði. Árið 1936 var hann til skips við “ Morning Star”. Í 1937 fór hann til Havnar í skrivstovustarv á Skipafelagnum Føroyar. Gekk á handilsskúla um kvøldið og var sjálvlesandi í ymiskum brævskúlaskeiðum.


1. mars 1940 fór hann í starv á Færøernes Oppebørselskontor (seinni Føroya Gjaldstova). Á sama stovni varð hann settur sum høvuðsbókhaldari 1. juli1948, fulltrúi 1. august 1956, settur stjóri 24. juni1960 og stjóri 1. august 1961 til 31. mai 1987.


Sostatt var pápi 47 ár í starvi á gjaldstovuni. Hugsast kann, at hetta var ein av orsøkunum til, at hann varð riddari av Dannebrog.


Pápi giftist 24. mai 1942 við mammu okkara Kirsten Olsen úr Leirvík. Hon var dóttir Óla Fr. Olsen bónda á Toftanesi í Leirvík og Oluffu (fødd Poulsen) úr Syðrugøtu. Mamma vaks tó upp hjá fastrini Kathrinu, sum var gift við Marius Jacobsen í Leirvík.


Pápi og mamma fingu 6 børn, Oddmar, Suni, Óli, Ólavur, Jonna Kathrina og Ninny. Óli doyði sum pinkubarn. Sum nýgift búðu tey til leigu ymsastaðni í Havn, til tey búsettust í Stoffalág, har tey bygdu hús og býr pápi har enn.


Mamma andaðist 27. januar 2005. Sostatt vóru mamma og pápi í hjúnalagi í meir enn 62 ár og upplivdu tey sostatt at halda diamantbrúdleyp. Tað er ikki øllum unt at fáa so nógv ár saman, men tað er tungt at vera tann, sum situr eftir.


Pápi hevur góðar hendur. Sum ungur fekst hann nógv við at skera út úr í træi. Hann gjørdi fleiri modell av skipum og riggaði tey til við seglum og øllum hartil hoyrir.


Hann svam nógv sum ungur og var ein góður svimjari. Svam kapp í tí fyrsta svimjihylinum í Gundadali og á Havnarvág. Hann hevur steyp frá tí tíðini, sum ber boð um, at hann hevur vunnið onkrar kappingar.Var millum tey ungu og eldru í Havn, sum svumu á sjónum alt árið. Djarvur hevur hann verið, tí einaferð kavaði hann frá kross-trænum á einum skipi; hæddin var uml. 10 m. Í Leirvík leyp hann á bláman og svam út á flesina, hóast sera streymhart var har. Henda flesin er ikki til longur, hon er farin undir ferjuleguna.


Ein hending hevur sett seg sera fast í minnið á pápa. Meðan hann sum ungur var við “Morning Star”, vórðu pápi og ein annar av skipinum, Martin Hansen úr Leynum, illa sjúkir av meslingum. Teir vórðu sigldir til Reykjavíkar og innlagdir á Farsóttarhúsið. Tað er ikki sum at siga tað, at liggja so sjúkur í fremmandum landi á so ungum aldri. Ein uggi í neyðini var tó, at har lá ein ungur íslendingur, ið átti ein grammofonspælara, sum hann javnan spældi á. Tað var serliga ein sangur, sum pápi varð so hugtikin av. Hetta var sangurin “Til eru fræ” eftir Dáviði Stefanssyni, sum ein íslendsk kvinna sang, og helt hann eisini lagið vera so einastandandi gott. Hóast hann ikki hevur hoyrt henda sang í eini sjeyti ár, hevur hann minst til lagið. Tá hann so fyri fáum árum síðani hoyrdi Hauk Mortens syngja henda sang í útvarpinum, fór hann at royna at útvega sær tann upprunaliga sangin úr Íslandi. Tað eydnast honum tó ikki, men Útvarp Føroya var so beinasamt at lata honum eitt eintak av sanginum við Hauki Mortens, og tað er hann sera takksamur fyri.


Ættargransking hevur hansara stóra áhuga og hevur hann lagt stórt arbeiði í at tosa við eldri fólk, skriva kirkjubøkur av og samla ymiskt tilfar. Hann hevur eitt ótrúliga gott minni, og hevur hann eina sera stóra vitan frá eldri tíðum. Hann hevur skrivað bókina “Kongsfestini á Strondum” Ætlanin var at skrivað eina aftrat. Nakað er skrivað, men av tí, at eyguni fóru at bila og støðugt hava verið versnandi, hevur hann tíverri verið noyddur at gevast við hesum. Eisini er hoyrnin illa farin.


Pápi er ikki ein, sum bara setir seg fyri vell. Hóast sjónveikur og deyvur, ger hann sær hvønn dag eitt ørindi oman í býin fyri at halda seg í gongd. So seint sum í fjør summar fór hann til Danmarkar í konfirmatión hjá eini abbadóttir. Hetta gevur eina góða mynd av hansara áræði, og vísir eisini, at hann er góður við familjuna.


Pápi hevur12 abbabørn á lívi og langabbabørnini eru 13 í tali. Hann er sera barngóður og er púra býttur av teimum heilt smáu børnunum. Tey yngstu langabbabørnini eru bara hálvt ára gomul, og hann vísir teimum sama serliga ans, sum hann hevur víst hinum børnunum. Tað veri seg abbabørn og langabbabørn.


Góði pápi. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum við bestu ynskjum um framtíðina.



Børnini




Nicodemus heldur føðingardagin saman við børnunum.