Kampurin um hendan neyðars krossin,sum veljarin skal festa á blað leygardagin, hevur ongantíð verið harðari enn nú.
Fyrr var gamalt, at plakatir vórðu ikki settar upp fyrrenn náttina fyri vali, men nú hava plakatir á stødd sum hálvir hondbóltsvøllir longu prýdd húsaveggir í fleiri vikur. Og nú landið er blivið eitt valdømi, er veljarin eisini vælsignaður við plakatum av valevnum úr øllum landinum.
Tað vísir seg bara at vera hugflogið, sum setir markið fyri, hvat valevni kunnu finna uppá fyri at fáa atkvøðuna.
Í valstríðnum hesuferð, eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldið mangan skuldsettir fyri at vera farin í skrásett parlag.
Kanska er tað nakað um tosið. Í øllum førum eru mótpólarnir báðir á ríkisrættarliga økinum, farnir í holt við sítt egna, alternativa valstríð, har teir hava latið politiska boðskapin í einum undirhaldandi búna.
Og ikki skerst burtur, at undirhaldsvirðið er størri enn upplýsandi virði. Men so skal eisini sigast, at undirhaldandi, tað er tað fyri allar pengarnar og inn ímillum sluppu flokkarnir so av við ein boðskap, hóast teir ansaðu væl eftir ikki rættiliga at jarðleggja hvønn annan.
Á skránni vóru bæði torutalur, talvkjak, spurningar og sangur og skemt.
Men tað stutta av tí langa er, at hvør veljari hevur bara eina atkvøðu í part og ein gamal eysturoyingur rakti seymin á høvdið, tá ið valevni nummar sekstan hevði verið inni á gólvinum og biðið um hansara atkvøðu.
Turrisliga svaraði hann: “ja, ja, eg skal strekkja meg so langt, sum eg kann”
Hesa fortaldi Tórbjørn Jacobsen eisini á valsirkusfundinum hjá sambandinum og tjóðveldinum í Vági í gjárkvøldið.
Vit lata nakrar myndir tala fyri seg