4. partur
Vit koma til Bjarg
Tað var rættiligt seint, tá ið vit komu til bygdina, har vit skuldu gista. Hetta var Bjarg, ein lítil bygd úti móti tí opna havinum, har tað altíð var vindur.
Hóast tað var kalt við vindi og kavaavfalli, vórðu vit møtt av mongum menniskjum, sum bjóðaðu okkum vælkomin. Tað var, sum um vit hoyrdu heima teirra millum. ”Kom við heim,” søgdu tey, og her møttu vit einum rættuligum blíðskapi.
Tað gekk vist ein hálvur tími, áðrenn vit merktu hita í kroppinum hóast innihita og kókandi heitt kaffi.
Vit høvdu í kikaranum sæð, at skip okkara var skolað uppá land. Hetta vísti seg at vera tætt við nærmastu húsini niðri við strondina í Bjarg. Vit fóru at hyggja at vrakinum. Har var ringt at ganga niðri í fjøruni, har tað var sera hált. Skipið stóð fast á einum kletti, og tað sá nógv verri út enn vit høvdu sæð tað frá bóndagarðinum.
Har var bert ein tómur skrokkur eftir við stórum holum báðumegin. Botnurin á Arizonu var partvíst burtur. Hetta var ein óhugalig sjón, og vit fóru haðani, sum um vit høvdu verið til eina jarðarferð.
Stranda Kirkja
Á vegnum aftur gekk leiðin til kirkjuna í bygdini, har nakað av tí, sum varð rikið á land av skipinum varð lagt inn á náttini. Allir vaksnir menn í bygdini høvdu verið við til bjargingina. Her lá alt í einum hurlivasa. Í einum koyggjusekki lá ein sálmabók rullað inn í eitt hálsaturriklæði. Sálmabókin kundi framvegis nýtast, og hetta var ein glotti í tí ringa.
Henda kirkjuvitjan hevði verið sera óhugalig. Kirkjan var køld sum í einum kølirúmi. Her var eisini sera skýmligt inni. Einasta ljósglæma kom gjøgnum frystu vindeyguni.
Hetta var Strandakirkja, sum verður roknað fyri at vera ríkasta kirkja í Íslandi, vegna allar tær olmussur, sum sjófarandi í havsneyð hava lovað henni. Men tað sá út sum um kirkjan ongan góðan hevur. Hetta er kortini broytt seinni, og er kirkjan nú hugnalig og vøkur.
Her skal verða skoytt uppí, at Stranda Kirkja spældi eisini ein leiklut, tá ið Ernestina fór á land á hesum leiðum í 1930. Níggju mans doyðu. Líkini, sum vórðu bjargað, vóru í fyrsta umfari løgd inn í Stranda Kirkju. Í ár 2000 var skipað fyri eini ferð til staðið, har Ernestina fór á land. Tá varð skipað fyri eini andakt í júst Stranda Kirkju, har avvarðandi bæði hjá teimum, sum bjargaðist og teimum, sum umkomust, vóru hjástødd. Hetta var ein sera kensluborin løta.
Fingu innivist í Bjarg
Tá ið tað fór at skýma komu vit aftur til okkara vertsfólk.
Í flestu førum búðu vit tveir og tveir í hvørjum húsi. Eg og kokkurin búðu hjá einum ungum hjúnum við einum tvey ára gomlum soni. Húsið var nýbygt, har vit enn kendu roykin av nýggjum timbri. Vit kendu okkum sum heima. Maðurin fiskaði við einum trolara í Reykjavík, men hevði nú frí í nakrar dagar. Hann bíðaði eins og vit eftir at sleppast kundi til Reykjavíkar.
”Hetta var ein langur mánadagur,” segði mín búfelagi, tá ið vit løgdu okkum seint á kvøldi. Hóast alt, vit høvdu upplivað, svóvu vit uttan støðg til klokkan var sjey næsta morgun.
Áðrenn vit fóru til songar, høvdu vit hoyrt veðurforsøgnina fyri komandi samdøgur. Boðað var frá framhaldandi kavaroki og frosti, so vit kundu ikki rokna við at sleppa víðari komandi dagin. Tí var tað freistandi at verða verandi undir dýnuni til boð komu um morgunkaffi.
Longu tá vit gloppaðu eyguni, var tann lítli komin inn í okkara kamar. Hann vildi fegin tosa við hesar fremmandu menn. Hansara barnamál var ringt at skilja, men at vit skuldi koma upp, skiltu vit væl á hansara geberdum.
”Tað hevur ongan skund,” hoyrdu vit eina rødd siga í køkinum, men drongurin gavst kortini ikki. Vit skundaðu okkum í klæðini. Foreldrini høvdu morgunkaffi klárt. Tey vóru von at fara tíðliga upp.
Samrøðan snúði seg um veðrið. Tað var kanska ein uppkláring á veg. Men tað fór so ikki at henda fyrr enn dagin eftir var sagt í tíðindunum í útvarpinum í Reykjavík. Vit hoyrdu um nógvar stormskaðar eftir øllum suðurlandinum. Hjá okkum, sum frammanundan ikki vóru í besta hýri, var tað ikki hugaligt at hoyra slíkt longu frá morgunstundini.
Vit vóru inni mestsum allan dagin, men vit vitjaðu eins og hinir av manningina í onnur hús, har vit fingu kaffi.
Hesi blíðu fólkini gjørdu nógv fyri at fáa okkum at hugsa sum minst um tað tap, vit høvdu havt av skipi og ognarlutum.
Við morgunborðið næsta morgun fortaldi verturin frá vegaumsitingi í Reykjavík, at kavarudding av vegnum skuldu byrja longu eftir døgurða, tá roknað var við avtakandi norðanvindi og minni kavaroki.
Tað var framvegis bítandi kuldi, men í betra veðrinum nýttu vit høvi at hyggja at vrakrestunum av Arizonu. Síðan fóru vit í kirkjuna at hyggja at okkara drívgóðsi. Hetta sá út til at vera ein stór rúgva av frystum skrambli, sum eisini luktaði illa av petroleum.
Uttan mun hvat vit áttu her, fóru vit úr kirkjuni í takksemi um, at sjálvt lívið er meira vert enn deyð ting. Einki av hesum kom heldur við til Reykjavíkar.
Í fleiri av teimum heimum, vit vitjaðu, heilsaðu vit uppá seingjaliggjandi fólk. Millum hesi vóru tvær konur, sum høvdu hoyrt um nevndu sálmabók. Tað gjørdi teimum ongan mun, at sálmarnir vóru danskir úr ”Salmebog for kirke og hjem” (1931-231. upplag). Hetta var okkara einasta sálmabók til kirkju, til skúla og til lestur umborð á skipum.
Vit vóru tríggir frá skipinum sum, umframt húsfólkini, stóðu við sjúkrasongina í hesum lágloftaða tronga rúmi og sungu. Hetta var ein sermerktur sálmasangur við okkara gøtu-danska, sum íslendingarnir hildu vera føroyskt.
Knappliga fóru tey at syngja ein sálma á íslendskum. Tá hendi nakað merkiligt og óskiljiligt fyri okkum øll. Vit hvørki kendu ella skiltu sálmin. Kortini rørdi hann sinnið, og tað ljóðaði sum hægsta hátíð. Hetta komu vit ikki at gloyma.
Hetta hevði verið ein strævin dagur við øllum nýggju inntrykkum. Móti kvøldi vóru vit sera móðir.
Til Reykjavíkar
Næsta morgun vóru vit vaktir longu klokkan seks. Tað var komið boð úr Reykjavík um, at meginparturin av vegnum frá Reykjavík til Bjarg var farbarur. Hetta merkti, at okkara ferð til Reykjavíkar var treytað av minst trimum tímun á rossabaki í sterkum kulda og ringum føri til eitt stað, haðani vit kundu koyra í bili restina av teininum.
Tað kom boð frá okkara ferðaleiðara, at rossini vóru gjørd klár, og at vit skuldu hittast mitt í bygdini. Eingin okkara var spurdur, um vit settu okkum førar fyri eina slíka langa ferð á rossabaki.
Hóast vit trivust væl í bygdini, so skuldu vit víðari. Tað var heldur einki val, tí rutubátar vóru eingir til Bjarg.
Ávegis til Reykjavík
Tað var við stúran, at vit fóru avstað í hesum vetrarliga aprílveðrinum. Mong av fólkunum í bygdini vóru møtt upp at siga okkum farvæl. Tað rørdi okkum nærum til tár. Serliga tá ið nakrar av kvinnunum góvu okkum ullint hálsaturriklæðir og vøttir, sum eisini vissuliga kravdust á hesum langa ríðitúri.
Vit fóru so avstað. Gomul fólk og børn veittraðu til okkum frá vindeygu og opnum hurðum. Síðan riðu vit varisliga stig fyri stig aftaná førarahestin. Tað vóru tveir hestar frammanfyri okkum at traðka kavan niður, og ein gekk aftast, so trygd var fyri, at øll fylgdust. Eftir hálvum øðrum tíma vóru vit komin 10-11 kilometur, har tað vóru djúpar fannir allan vegin. Men einki er óført fyri íslendsku rossini.
Vit høvdu ein stuttan kaffistøðg í einum seyðahúsi. Har var ríkiligt av plássi bæði fyri djór og fólk. Okkara vertsfólk í Bjarg høvdu verið so umhugsin at geva okkum matpakka og kaffi í eini varmafløsku.
Seinni parturin av túrinum tók eisini hálvan annan tíma. Tá søgdu vit farvæl við okkara førarar og góvu hvørjum øðrum eitt klemm. Rossini fingu eisini eitt klapp. Vit vóru komnir í øllum góðum til avtalaða staðið, har fimm persónbilar bíðaðu eftir okkum. Hetta var sjálvsagt nakað heilt annað enn ríðingin.
Ríkið rindar
Bæði hjá bóndanum í Herdalsvík og í bygdini Bjarg høvdu vit spurt, hvat vit skuldu gjalda fyri gestablídnið. ”Ríkið borgar,” var svarið hvørja ferð. Tað var ikki talan um at vit skuldu gjalda. Vit høvdu heldur ongar pengar, men máttu tó spyrja fyri at vera fólkaligir.
Ríkið var í hesum førinum sjálvandi danski staturin, sum rindaði fyri allar útreiðslur, eisini fyri ferðina heim til Føroyar.
Ávegis til Reykjavík støðgaðu vit við ein kostskúla, har vit fingu døgurða, og var hetta fyriskipað av myndugleikunum í Reykjavík. Vit fingu heita og sterka oksakjøtsuppu. Hetta var ein ófør máltíð. Tástani fingu vit hitan aftur í kroppin aftaná kuldan frá ríðitúrinum og síðan koyringina í einum køldum bili, og hevði kuldin trongt gjøgnum merg og bein.
Vit vóru nú væl tilpassar og kundu halda áfram teir seinastu 40 kilometrarnar til Reykjavíkar. Tað var ringt føri og nógv hol í vegnum orsakað av frostskaðum á vetrinum. Vit komu tískil ikki til Reykjavíkar fyrr enn við hálvgum trý tíðina seinnapartin.
Fáa klæði
Tað vóru bíløgd hotellrúm til okkum í Reykjavík. Har lógu boð frá eini klædnaforrætning um, at vit voru vælkomnir hagar at fáa nýggj klæði.
Vit fingu vanlig gerandisklæði, sum eisini vóru hóskandi at ferðast heim í. Hetta svaraði eisini til tey klæði, ein vanliga nýtir, tá ið farast skal í land av skipi. Hetta var mynstrut troyggja, myrkar buksur, svartaskógvar, kaskett og hálsaturriklæði.
Okkara læntu klæði vórðu savnað saman í eina rúgvu, sum forrætningin tók sær av at reinsa og at senda aftur til bóndagarðin í Herdisarvík.
Longu tá ið vit komu til Reykjavíkar fingu vit boð um, at vit kundu fáa ferðaseðil heim dagin eftir.
Á veg heim
Tað var norska ferðamanna- og farmaskipið Lyra, sum sigldi í fastari rutu millum Bergen, Havnina og Reykjavík, vit skuldu fara heim við. Vit vóru tí bert eina nátt á hotellinum, hóast vit einki høvdu havt ímóti at veri einar tveir dagar meira. Men vit longdust eisini eftir at sleppa heim til familjuna.
Vit skuldu sigla klokkan seks á kvøldi, og fingu boð um at møta klokkan fimm. Hetta var ein langur dagur at koma ígjøgnum. Bert at eta og at ganga og mala í býnum, tað var alt vit kundu gera. Vit høvdu ikki so frægt sum áhuga fyri handilsgluggunum og kundu ikki so mikið sum hugsa um at keypa nakað tinganest heim við okkum. Vit høvdu einki viðføri og ongar pengar. Hetta var ein eitt sindur løgin kensla.
Klokkan fimm vóru vit á keiuni og blivu veittraðir umborð, har ein stýrimaður tók væl ímóti okkum. Hann tók í hondini á okkum og ynskti ”vælkomin”. Síðan fingu vit ávíst kahúttspláss á 3. klassa afturi í skipinum. Í mun til lugarið á einum fiskiskipi var her sera rúmligt. Hvussu tað sá út á 2. og 1. plássi fingu vit ikki at vita, tí hesir klassar vóru bert ætlaðir tí meira fína slagnum.
Tað var eitt sindur av frálandsvindi, tá ið vit fóru. Veðrið hevði broytt seg frá degnum fyri, og tá tað varð myrkt gjørdist stjørnuklárt og kalt. Íslendska veðurforsøgnin lovaði gott veður eitt samdøgur fram, sum ikki var so ofta at hoyra í apríl á hesum leiðum. Ein tíma eftir fráferð fingu vit heitan mat. Hetta var so aðru ferð hendan dagin, tí vit høvdu eisini etið á hotellinum. Maturin umborð var góður og tað sama var við matarlystinum. Vit vóru í góðum lag, tí sum orðatakið sigur: ”Frótt er høvur av fullum maga.”
Dagin eftir sigldu vit fram við Vestmannaoyggjum í framhaldandi frálandsvindi og økjani kuldastigum.
Hjá okkum við Arizonu var hetta eitt hendingarríkt samdøgur. Vit fingu høvi til at síggja vitan á Reykjanesi. Á hesi leið er sera vandamikið, og nógv skip eru farin her, serliga í samband við várfiskaríið.
Frá Reykjanesi til Vestmannaoyggjarnar komu vit framvið nógvum føroyskum skipum, og vit kendu ikki so fá av teimum. Nøkur teirra heilsaðu við tokuhorninum, og Lyra svaraði aftur við dampfloytuni. Ein skuldi trú, at hesar heilsanir vóru lívgandi fyri okkum. Men tað var øvugt. Vit høvdu eina sorgblíða kenslu, eins og tá ið vit fara heimani frá.
Tað var eitt sindur hugtungt at síggja kendu støðini framvið landi. Vit sóu eisini týðiliga Herdisarvík í morgunroðanum. Samrøðan okkara millum snúði seg um illveðursnáttina, tá ið vit misti okkara skip. Meðan vit sigldu frá flotanum ynsktu vit teimum hepni við fiskarínum og eina góða heimreisu, tá ið tann tíðin kom.
Umframt Arizonu vóru tað eisini tvær aðrar føroyskar sluppir, sum gingu burtur á hesum leiðum í apríl hetta ár. Hetta vóru Laura og Immanuel hvør við 19 monnum. Hvussu tær gingu burtur varð ikki uppklárað, men vit vita bert, at tær vóru sæddar 8. apríl, men ikki eftir tað. Tí verður hildið, at skipini eru farin í kavaódnini náttina til 9. apríl, sama dag sum vit gingu burtur. Tað var henda dapra óvissan, sum fólkið heima mátti liva við.
Tað er nógv føroysk fiskiskip forlist undir Íslandi. Har manningin varð bjargað, eru teir flestu fiskimenn farnir avstað aftur. Tað var jú neyðugt at forvinna inntøku.
Tá ið vit vóru á miðari leið millum Ísland og Føroyar gjørdist mótvindur og kavastormur av landsynningi. Norski veðurberatningurin hevði boðað frá hesum dagin fyri. Barometurstandurin var lágur, so vit stúrdu eitt sindur fyri hesum. Endin á heimtúrinum varð eisini merktur av illveðri. Á 1. og 2. plássi var nógvur sjóverkur, sum eisini sást á tóma matsalinum. Á 3. klassa var so eingin, sum fekk sjóverk, og vit fingu so nógvan mat av 1. klassa, sum vit vildu hava.
Koma til Havnar
Triðja dagin koma vit við nakað av seinkan á Havnina. Tá var nakað minni av vindi. Tað var upphaldsveður, men tað var pálandsvindur og tí nógv alda framvið molanum. Kaiin var tættpakkað av fólki frá býnum, ið sum vanligt var møtt upp, tá ið rutubátarnir úr útlandinum komu og fóru. Millum hesi vóru eisini nøkur av okkara skyldfólkum. Reiðarin Jóannes stóð eisini við landgongdina og bjóðaði okkum vælkomnar heim. Pápi mín var komin nærum eina dagsferð úr Oyndarfirði til Havnar at taka ímóti mær. Hjá øðrum vóru tað annars ættarfólk, sum tók ímóti.
Sjóforhoyr
Síðan var sjóforhoyr. Reiðarin vildi beinanvegin hava at vita, hvat ið var hent. Hetta sjóforhoyr var sum sjóforhoyr plagdu at vera. Vit gistu ein nátt í Havn, og longu klokkan sjey á morgni fór vit við rutubátinum inn á Toftir. Hiðani fóru vit við einum rutubili eftir einum holutum vegi til Fuglafjarðar. Tað gekk seint, men tíðin varð ikki gjørd upp í minuttir og peningi.
Síðan fóru eg og pápi hálvan annan tíma um fjallið til Oyndarfjarðar. Vit vóru ikki heima fyrr enn tað dimti, men tá høvdu vit vitjað ættarfólk bæði á Toftum og Fuglafirði. Hiðani kom omma mín eisini. Í báðum støðum vóru køkur og kaffi í stórum mongdum. Í Fuglafirði fingu vit eisini døgurða hjá einum systkinabarni pápa.
Gongutúrurin heim gekk væl uttan nakað viðføri. Vit høvdu gøtuna fyri okkum sjálvum. Lembingin stundaði til, so pápi tosaði ikki um nakað annað.
Manningin hendan túrin var:
Úr Elduvík:
Peter Ernst Hans Sofus Sámalson
Peter Karl Hansen
Jacob Olvhøj
Frederik Davidsen
Oliver Joensen
Cornelius Olvhøj
Alfred Sofus Haraldsen
Hans Johan Haraldsen
Frederik Bláhamar
Úr Haldarsvík:
Joen Davidsen
Frá Norðtoftir
Gunnar Olsen
Johs Frode Olsen
Úr Funningi
Poul Johannes Thomsen
Sigmund Peter Petersen
Edvard Petersen
Úr Oyndarfjørði
Harald Anthoniussen
Heini Hansen
Úr Sandavági
Ísak Petersen
Úr Vestmanna
Kristian Petersen
Oskar Seloy
Misti aftur skipið í 1933
Longu árið eftir, í 1933, var Harald aftur við at ganga burtur. Hesa ferð var tað við Phi-Phi. Hetta var ein av fronsku skonnartunum, sum komu til Føroyar í 1929. Tað vóru Jógvan Kjølbro, Dávur Joensen og Óli á Eiðinum, sum áttu hana. Óli var skipari.
Hevði ætlað at fáa frágreiðing frá Haraldi um hesa hending, men hetta gjørdist ov seint. Tí er neyðugt við øðrum keldum.
Dimmalætting hevði hesa frásøgn:
Mandskabet på den ved Vestmannaøerne efter et sammestød med mk Nólsoy sunkne motorskonnert Phi-phi af Klaksvig ankom til Thorshavn med ”Island” i onsdags. Tidligt dagen efter blev der afgivet søforklaring på dommerkontoret.
På grundlag af den forklaring Phip-hi’s fører Ole M. Joensen har afgivet, skal vi i det følgende nævne nogen nærmere enkeltheder vedrørende det skete sammenstød.
Motorskonnert Phi-Phi afsejlede fra Klaksvig 25. februar og ankom den 28. til Vestmannaøerne. I en uges tid fiskede de ved Selvogsbanken og har siden opholdt sig ved Vestmnnaøerne. På dets tidspunkt, da sammenstødet skete, havde skonnerten en samlet fangst af 24.000 torsk.
Vinden var ved daggry lørdag 25. marts frisk fra sydøst, saaledes, at det ikke var fiskevejr. Da det blev lyst befandt Phi-Phi sig mellem Einadrang og Geirfuglasker. Det så ud til, at vinden vilde vokse, og for at have roligere sø sejlede skonnerten ind vestfor Vestmannaøerne. Ved middagstid kom den, liggende bidevind for styrbords halse, noget ind om Trídrangar. Vindstyrken var da omkring 10. (25-28 m/s)
Paa grund af den stormagtige vind lå skibet for 2-rebet skonnertsejl, i storsejlet var der 2 reb. Desuden var stagssejlet rebet, og alle sejl i læ. Klyver og fok var til dæks. Kun motoren holdtes i gang. For at holde skibet støt, stod maskintelegrafen fast på ”Ganske langsomt frem”. Efter førerens skøn kunne denne fart i sådant vejr ikke anses for stor nok til, at skibet kunne betragtes som drevet med maskinkraft.
Mens føreren spiste til middag, var han afløst af førstebedstemanden. Inden afløsningen fik de øje på et skib ca. fire streger om bagbord. Førstestyrmanden mente, at det andet skib lå imod Phi-Phi, medens føreren syntes, det lå med. Kort efter, at føreren var gået ned for at spise, blev han varskoet om, at det fremmede skib, som lå imod Phi-Phi ikke syntes at ville gå af vejen. Motoren på Ph-Phi blev derefter omgående standset.
Det modgående skib var på dette tidspunkt tilsyneladende ikke begyndt at holde af. Mesanskødet blev lidt senere firet ud, og derefter blev også fokken hejst. Det faldt på den måde straks så meget, at stævnet viste lige imod Phi-Phi. Men da det syntes, som om skibet ikke kunde falde mere, mente Phi-Phi’s fører, at der var blevet overhængende fare for et sammenstød. Han gav defor ordre til at stagvende. Der blev ringet ”Fuld frem” på maskintelegrafen. Stagsejlskødet blev firet og storskødet halet ind på midtskibs. Skibet gik op mod vinden, men denne var dog så stærk, at stagsejlet ikke kunde komme til at bakke.
Under disse manøvrer kom det andet skib ret ind mod Phi-Phi. Det så et øjeblik ud, som om det vilde falde længere, men dette skete dog ikke. Det andet skib som viste sig at være Mk Nólsoy, stødte med storskødet inde bidevind, på Phi-Phi’s bagbords side, lige agtenfor storvantet med en fart af 7-8 knob. Ved sammenstødet fremkom der et stort hul på siden.
Umiddelbart før eller under sammanstødet var hele Phi-Phi’s besætning kommet op på dækket. Straks efter, at de to fartøjer var stødt sammen sprang nogle af besætningen ind på Nólsoy’s dæk. Og da Phi-Phi´s skæbne tydeligvis var beseglet fulgte omgående alle de andre efter.
Et øjeblik efter sank Phi-Phi.
Under søforhøret indløb der en telegrafisk forklaring fra Nólsoy, hvori der blev givet en redegørelse for de nærmere omstændigheder ved dens sammenstød med Phi-Phi. Det fremgår blandt andet af den forklaring, sammenstillet med oplysningen fra Phi-Phi om at det forinden sammenstødet en overgang saa ud, som om det skulle lykkes at få Nólsoy til at falde af, men at en storsø havde forhindret denne manøvres gennemførelse.
Gloymdi at telja seg sjálvan við
Ein av manningini á Phi-Phi var Johan Wolles av Trøllanesi. Hann giftist við Signhild á Dul í Havn. Sonur hansara Karl greiður frá, at pápi hansara plagdi at fortelja, at tá ið teir vóru komnir umborð á Nólsoynna og Ph-Phi var sokkin, var hildið manntal. Talt varð fleiri ferðir, men hvørja ferð manglaði ein maður. Tað var við at koma panikkur umborð, inntil teir funnu útav, at hann, sum taldi, hevði gloymt at telja seg sjálvan við!
So merkiligt kundi tað eisini vera. Nólsoyggin gekk burtur árið eftir við mann og mús saman við Neptun. Hetta gjørdist kanska størsti feigdardagur í Føroya søgu í farna øld við 43 monnum í besta aldri. Komandi ár eru tískil 75 ár síðan hesa vanlukku.
Sum um hetta ikki var nógv mikið gekk skiparin Óli Joensen, á Eiðinum, burtur í 1938 við Fossanes við allari manningini. Umframt skiparan fórust við Fossanesi eisini hesir av teimum, sum vóru við Phi-Phi: Majnhard Johannesen, Absalon Vatnhamar, John Reid Joensen, Carl Jacob Toftenæs, Martin J. Holm, Poul E. Samuelsen, Joen Peter Petersen, Thomas Johannesen.
Manningin á Phi-Phi var henda:
Óli M Joensen, Klaksvík, skipari
Majnhard Johannesen, -, bestim
Esmar Christiansen, Stykkið -
Absalon Vatnhamar, Leirvík kokkur
John Reid Joensen, Klaksvík motorpassari
Andreas Joensen, Klaksvík -
Harald Anthoniussen, Oyndarfjørð dekkarar
Augustinus Sivertsen, Oyri
Joen P Høgnesen, Leirvík
Carl Jacob Toftenæs, Leirvík
Joen Højbro, Klaksvík
Ole Joensen, Leirvík
Daniel Toftenæs, Leirvík
Peter Petersen, Oyndarfjørð
Axel Dahl, Oyndarfjørð
Johan Wolles, Trøllanes
Hans Guðjónsson, Klaksvík
Baldvin Sigurjónsson, Klaksvík
Thomas Jacobsen, Hvalvík
Martin J Holm, Argir
Benedikt Baldvinsson, Klaksvík
Johannes Olsen, Leirvík
Poul E Samuelsen, Stykkið
Joen Peter Petersen, Norðoyri
Thomas Johannesen, Klaksvík
Emil Andreassen, Haldarsvík
Herluf Mørkøre, Klaksvík
Richard Mortensen, Argir
Gjørdist trúboðari
Vit nærkast nú endanum av frásøgnini um Harald Anthoniussen. Hansara lívsverk gjørdist trúboðaravirkið, sum hann byrjaði í 1938. Í minningarorðunum verður greitt nakað frá hesum.
Hann búði í Føroyum 1948-1955. Hesa tíðina var hann eisini til skips. Hann var soleiðis í 1952 í Grønlandi á línuveiðu við Gulldrangi úr Fuglafirði, har Meinhard Jacobsen var skipari. Harald skrivaði eina áhugaverda dagbók frá hesum túrinum, sum vit tó ikki fara at koma inn á á hesum sinni.
Vit hava frá Indre Mission fingið okkurt tilfar um trúboðaravirksemið hjá Haraldi. Millum annað um virksemið ár fyri ár.
Taka vit til dømis 1967, helt hann 110 møtir, 100 samrøðumøtir, 40 ungdómsmøtir og 40 barnagudstænastur. Hetta gevur tilsamans um 300 tiltøk. Í 1968 vóru tey ikki færri enn 360, ella eitt tiltak hvønn dag í árinum.
Ein partur av virkseminum var eisini at selja bøkur, og hann seldi fyri millum 3 og 4.000 kr. árliga.
Okkara kelda í Indre Mission sigur um Harald: ”Han var en dejlig mand. Han var missionær i Ølgod, da jeg var barn, og jeg husker mange gode ting om ham. Han kunde lide os børn.”
Latið hetta vera seinastu orðini um Harald í Oyndarfirði.
………………..
Minningarorð í Indre Missions Tidende
Harald Frederik Anthoniussen, Esbjerg.?Født 11. august 1911 ?Død 11. december 2007
Harald Frederik Anthoniussen, Esbjerg, døde den 11. december 2007 i den høje alder af 96 år. Han blev født i Andefjord på Færøerne.
I sin ungdom var han en del på Island. Han blev udlært som skibskok, men det blev i Danmark, han fik sin tjeneste. I 1938 blev han kaldet til at være indremissionær i Randers, herfra blev han flyttet til Boldesager i Esbjerg i 1940. Han blev gift med sin Margrethe den 10. maj 1941.
I 1948 gik turen tilbage til Færøerne som indremissionær. I 1955 igen tilbage til Danmark som indremissionær i Karby. To år senere i 1957 gik turen til Jyderup, derfra til Ølgod i 1965, Tølløse i 1971 og endelig Nykøbing F. i 1974, hvorfra han blev pensioneret den 1. januar 1979.
De sidste mange år levede han og hans hustru her i Esbjerg. Hans hustru var ikke så rask, men Anthoniussen tog sig pænt af hende. De sidste få år på Fovrfeld plejehjem. Herfra mistede han sin hustru for et par måneder siden.
Jeg besøgte ofte de sidste år Anthoniussen og hans hustru på plejehjemmet. Han var klar i hovedet til det sidste og huskede utroligt meget fra sin tid som indremissionær. Derfor var han en skøn mand at tale med. Sidst jeg besøgte ham, havde han netop mistet sin hustru. Det var et hårdt slag for ham.
Ved begravelsen talte pastor Bent Skovhus Christensen. Og ved graven bragte Kirsten Sørensen, der er gift med missionær Henning Sørensen, Grindsted, en smuk personlig hilsen om, hvad Anthoniussen havde betyder for hende i hendes barndom på børnelejrene i Havnsø.
Ja, vi er mange, der siger tak for, hvad Gud gav os gennem Anthoniussen. ?K. Lindhardt Jensen, Esbjerg
Næstu ferð
Í komandi Miðviku verður greitt frá Ungmannafelagnum í Havn, sum varð stovnað í 1906, og sum fekk stóran týdning fyri føroyska mentan, ikki minst við blaðnum Baldursbrá. Høvuðskeldan er Petur Alberg.